Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 10
Ættartal tjóðanna
v1Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina.v2Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras.v3Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma.v4Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar.v5Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum.
v6Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan.v7Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan.v8Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold.v9Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod.v10Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi.v11Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kelav12og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla.v13Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar,v14Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar.v15Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het,v16Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar,v17Hivitar, Arkitar, Sínitar,v18Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um,v19so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja.v20Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum.v21Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir.v22Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram.v23Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj.v24Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber.v25Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan.v26Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera,v27Hádóram, Uzal, Dikla,v28Óbal, Ábimael, Sába,v29Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans.v30Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum.v31Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum.v32Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina.