Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 12
Ábram og Lot koma til Kánáanlands
v1Og Harrin segði við Ábram: «Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á!v2Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar.v3Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.»v4Síðan legði Ábram avstað, eins og Harrin hevði sagt við hann; og Lot fór við honum. Ábram var sjeyti og fimm ára gamal, tá ið hann fór úr Káran.v5Og Ábram hevði við sær Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og allar ognarlutir, ið teimum hevði ognast, og tað fólk, ið teir høvdu fingið sær í Káran; og teir hildu ferð síni móti Kánáanlandi og komu hagar.v6Ábram fór nú um landið alt at halgistaðinum í Sikem, at spásagnareikini. Tá búðu Kánáanitar í landinum.v7Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.» Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum.v8Síðan búðist hann til ferðar og fór til fjøllini fyri eystan Betel og setti har tjøld síni, soleiðis at Betel var fyri vestan og Ai fyri eystan; og hann reisti Harranum altar har og ákallaði navn Harrans.v9Og Ábram flutti so við og við móti suðurlandinum.
Ábram í Egyptalandi
v10Men hallár varð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har í útisetri, tí at hallárið nívdi landið illa.v11Tá ið hann nú nærkaðist Egyptalandi, segði hann við Sárai, konu sína: «Eg veit, at tú ert vøkur kona.v12Tí munnu Egyptar, tá ið teir síggja teg og halda teg vera konu mína, fara at drepa meg og lata teg vera á lívi.v13Tí skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.»v14Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera vøkur.v15Men tá ið høvdingar Fáraos høvdu sæð hana og róst henni fyri Fárao, varð hon flutt inn í húsið hjá Fárao.v16Men hann gjørdi væl við Ábram hennara vegna, so at honum ognaðist bæði smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi, asnar og øsnur og kamelar.v17Men Harrin nívdi Fárao og hús hansara við ringum plágum fyri sakir Sárai, konu Ábrams.v18Tá sendi Fárao boð eftir Ábrami og segði við hann: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær! Hví segði tú mær ikki, at hon var kona tín?v19Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!»v20Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og konu hansara við øllum, sum tey áttu, á leið.(13,1)Ábram fór nú úr Egyptalandi í suðurlandið við konu síni og øllum, sum hann átti; og Lot var við honum.