Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 13
Ábram og Lot skiljast
v2Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri.v3Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai,v4á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans.v5Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld.v6Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman.v7Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast – tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum –v8Men Ábram segði við Lot: «Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur.v9Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru; og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.»v10Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar – tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru.v11Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir.v12Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu.v13Men menninir í Sódomu vóru vándir og stórir syndarar fyri Harranum.
Harrin tekur upp aftur heiti sítt
v14Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: «Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir,v15tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir.v16Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð.v17Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!»v18Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar.