Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 15
Harrin ger sáttmála við Ábram
v1Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: «Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!»v2Men Ábram svaraði: «Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?»v3Og Ábram segði: «Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.»v4Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!»v5Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: «Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!» Og hann segði: «So fjølmangt skal avkom títt verða.»v6Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis.
v7Og hann segði við hann: «Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.»v8Men hann svaraði: «Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?»v9Tá segði hann við hann: «Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!»v10Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur.v11Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur.v12Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann.v13Og hann segði við Ábram: «Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár.v14Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum.v15Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli.v16Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.»v17Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki.v18Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: «Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat:v19land Kenita, Kenizzita, Kadmonita,v20Hetita, Perezita, Refaita,v21Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita.»