|
Fyrsta Mósebók, kapittul 22 Offur Ábrahams v1Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: «Ábraham!» Hann svaraði: «Ja, eg eri her!»v2Og hann segði: «Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!»v3Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín, tók tveir av sveinum sínum við sær og Ísak, son sín, kleyv viðin til brennioffurið og helt avstað hagar, ið Harrin hevði sagt honum.v4Triðja dagin, tá ið Ábraham leit seg um, sá hann staðin langt burturi.v5Tá segði Ábraham við sveinar sínar: «Bíðið tit her hjá asnanum, meðan eg og smádrongurin fara yvir hagar at tilbiðja; vit koma so aftur til tykkara.»v6Ábraham tók tá viðin til brennioffurið og legði hann upp á herðar Ísaks, sonar síns; sjálvur tók hann eldin og offurknívin; og so gingu teir báðir saman.v7Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: «Faðir mín!» Hann svaraði: «Ja, sonur mín.» Hann segði: «Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?»v8Ábraham svaraði: «Guð man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.» Og so gingu teir aftur báðir saman.v9Og tá ið teir komu á staðin, sum Guð hevði sagt honum, reisti Ábraham har altar og legði viðin til rættis; síðan bant hann Ísak, son sín, og legði hann upp á altarið oman á viðin.v10Og Ábraham rætti út hond sína og tók knívin til at slátra son sín.v11Men tá rópaði eingil Harrans á hann av himni og segði: «Ábraham, Ábraham!» Hann svaraði: «Her eri eg.»v12Og hann segði: «Legg tú ikki hond á sveinin og ger honum einki mein; tí at nú veit eg, at tú óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti mær einkarson tín.»v13Tá ið Ábraham hugdi upp og leit seg um, bar hann eyga við veðr, sum við hornunum var komin fastur í ein runn. Ábraham fór tá og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í stað sonar síns.v14Og Ábraham nevndi henda stað: «Guð sær.» Tí sigur orðafellið enn: «Á fjallinum, har Guð birtist.»v15Tá kallaði eingil Harrans aftur á Ábraham av himniv16og segði: «Eg svørji um sjálvan meg, sigur Harrin: av tí at tú gjørdi hetta og ikki sýtti mær son tín, einkarson tín,v17skal eg av sonnum vælsigna teg og gera eftirkomarar tínar fjølmentar sum stjørnurnar á himni, sum sandin við sævarstrond; og eftirkomarar tínir skulu taka borgarlið fígginda sína til ognar.v18Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing, fyri at tú lýddi rødd míni.»v19Eftir hetta fór Ábraham aftur til sveinar sínar, og teir risu og fóru allir saman til Beersjebu. Og Ábraham varð búgvandi í Beersjebu. Synir Nákors v20Nakað eftir hesar tilburðir fekk Ábraham hesi tíðindi: Eisini Milka hevur føtt Nákori, bróður tínum, synir:v21Uz, frumgitna hansara, og Buz, bróður hansara, og Kemuel, ættfaðir Árams,v22og Kesed, Házo, Pildasj, Jidlaf og Betuel.v23Men Betuel gat Rebekku. Hesi átta føddi Milka Nákori, bróður Ábrahams.v24Og hann hevði hjákonu, Reuma nevnd at navni; eisini hon føddi honum synir: Teba, Gáham, Táhasj og Máaka. |