Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 45
Jósef sigur, hvør hann er
v1Tá kundi Jósef ikki ráða sær longur í hjástøðu teirra, ið vóru hjá honum, og hann rópaði: «Farið øll út frá mær!» Eingin var tá inni eftir hjá honum, tá ið hann segði brøðrum sínum, hvør hann var.v2Síðan skar hann í grát, so at Egyptar hoyrdu tað; eisini í húsi Fáraos spurdist tað.v3Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg eri Jósef! Er faðir mín enn á lívi?» Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vórðu teir fyri honum.v4Og Jósef segði við brøður sínar: «Komið higar til mín!» og tá ið teir vóru komnir fram til hansara, segði Jósef: «Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands.v5Men gremjið tykkum nú ikki og harmist ikki yvir, at tit seldu meg higar; tí at Guð sendi meg higar undan tykkum til tess at bjarga mannalívum.v6Í tvey ár hevur nú verið hallár um landið; og fimm ár enn verður hvørki pløgt ella heystað.v7Tí hevur Guð sent meg higar undan tykkum til tess at halda avkomum tykkara uppi í landinum, og lata nógv fólk hjá tykkum komast undan og vera á lívi.v8Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, men Guð; og hann hevur skipað meg faðir fyri Fárao og harra yvir øllum húsi hans og drotnara yvir øllum Egyptalandi.v9Skundið tykkum nú heim til faðir mín og sigið við hann: Soleiðis sigur Jósef, sonur tín: Guð hevur skipað meg harra yvir øllum Egyptalandi; kom nú til mín, drála ikki!v10Tú skalt búgva í Gosenlandi í nánd míni, tú og synir tínir og sonarsynir tínir við smalum tínum og stórdýrum og øllum, sum tú eigur.v11Eg skal veita tær vistir – tí at enn koma fimm hallár, so at ikki tú og hús títt og alt, sum tú eigur, skal týna lívið.v12Sí, bæði tit og Benjamin, bróðir mín, síggja tað sjálvir, at tað eri eg, sum tali við tykkum.v13Sigið nú faðir mínum um allar sømdir mínar í Egyptalandi og frá øllum, sum tit hava sæð, og komið sum skjótast higar við faðir mínum!»v14Síðan hálsfevndi hann Benjamin, bróður sín, og græt, og Benjamin græt í ørmum hans.v15Og hann myntist við allar brøður sínar og fevndi teir grátandi. Tá fingu brøður hansara orðið upp aftur og talaðu við hann.v16Men tá ið tað spurdist í húsi Fáraos, at brøður Jósefs vóru komnir, líkaði tað Fárao og tænarum hansara væl.v17Og Fárao segði við Jósef: «Sig við brøður tínar: Hetta skulu tit gera: Leggið á klyvjadjórini og haldið avstað til Kánáanlands;v18takið faðir tykkara og húski tykkara og komið til mín, so skal eg geva tykkum tað besta av Egyptalandi; og tit skulu eta fiti landsins.v19Og tú skalt bjóða teimum og siga: Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu taka við tykkum vagnar úr Egyptalandi til børn og konur tykkara og flyta á teimum faðir tykkara higar.v20Leggið einki lag í ognarlutir tykkara, tí at tað besta av øllum Egyptalandi skal verða tykkara!»v21Hetta gjørdu nú synir Ísraels; og Jósef gav teimum eftir boðum Fáraos vagnar og ferðavistir.v22Somuleiðis gav hann hvørjum teirra hátíðarbúna; men Benjamini gav hann trý hundrað siklar í silvuri og fimm hátíðarbúnar.v23Og hann sendi somuleiðis faðir sínum tíggju asnar klyvjaðar við bestu lutum Egyptalands og tíggju øsnur klyvjaðar við korni og breyði og ferðavistum til faðir sín.v24Síðan læt hann brøður sínar fara. Og tá ið teir hildu avstað, segði hann við teir: «Klandrist nú ikki á vegnum!»
Heimferð brøðranna
v25Soleiðis fóru teir úr Egyptalandi og komu til Jákup, faðir sín, í Kánáanlandi.v26Teir bóru honum hesi tíðindi og søgdu: «Jósef er enn á lívi, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi.» Men hjarta hansara varð alsamt kalt, tí at hann trúði teimum ikki.v27Men tá ið teir søgdu honum frá øllum tí, sum Jósef hevði talað við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá livnaði andi Jákups, faðirs teirra, við.v28Og Ísrael mælti: «Tað er mær nóg mikið, at Jósef, sonur mín, livir; eg vil fara at síggja hann, áður enn eg doyggi!»