|
Fyrsta Mósebók, kapittul 49 Jákup boðar forløg sona sína v1Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: «Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum.v2Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara!v3Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti!v4Men fyri títt brúsandi bráðlyndi skalt tú ikki vera fremstur; tí at tú steig upp í legu faðirs tíns – tá gjørdi tú illa – upp í hjúnalegu mína steig hann.v5Símeon og Levi eru brøður, valdsamboð eru vápn teirra.v6Sál mín komi ikki í samlag teirra; sømd mín havi ikki felagsskap við samkomu teirra, tí at í vreiði drópu teir menn, og av bráðræsi kvettu teir hælsinur oksanna.v7Bølbiðin verði vreiði teirra, tí at hon var mikil og bræði teirra, tí at hon brann! Eg spjaði teir í Jákupi og sundri teir í Ísrael!v8Júda, teg skulu brøður tínir tigna; hond tín skal taka fíggindar tínar í nakkan; tær skulu synir faðirs tíns lúta.v9Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp?v10Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða.v11Hann bindur við víntræið asna sín, við víngreinina asnafolan; í víni tváar hann klæði síni, í vínberjablóði møttul sín,v12við eygum kámum av víni og tonnum hvítum av mjólk.v13Zebulon býr við sævarstrond, við strondina, har skipini hølast; og land hansara røkkur at Zidon.v14Issakar, hin beinmikli asni, ið liggur og rembist í kvíggjum sínum;v15hann sá, at hvíldin var góð og landið yndisligt; tí boygdi hann herðar sínar undir byrðar og varð knuggandi trælur.v16Dán veitir fólki sínum rætt eins væl og nøkur Ísraels ætt.v17Dán veri ormur við vegin, høggormur á gøtuni, ið bítur hestin í hælsinurnar, so reiðmaðurin dettur afturav!v18Á frelsu tína troysti eg, Harri!v19Gád, á hann herja ránsflokkar; men hann vegur teir, meðan teir flýggja.v20Ásjer – feit er føðsla hans; hann veitir kongakrásir.v21Naftali er hind, ið sloppin er leys; hann mælir fagurlátum orðum.v22Jósef er ungur aldinviður, ungur aldinviður við kelduvað; greinar hans toyggja seg upp um garðin.v23Ørvagarpar ráddust á hann, skutu eftir honum og søktu at honum.v24Men stinnur var bogi hans og armar hansara sterkir; hesin máttur kom frá Jákups veldiga, hirðanum, Ísraels kletti,v25frá Guði, føður tíns – hann hjálpi tær; frá hinum alvalda – hann signi teg við signing himinsins í erva og við signing djúpsins í neðra, við signing brósta og móðurlívs.v26Signingar føður tíns bera av signingum hinna ævigu fjalla, bera av dýrd hinna elligomlu heyggja; komi tær yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína!v27Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann bráð, um kvøldið býtir hann aftur herfong sundur.»v28Hesar eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, sum faðir teirra segði við teir. Og hann vælsignaði hvønn teirra við teirri signing, sum hóskaði teimum. Jákup andast v29Og hann beyð teimum og segði við teir: «Eg savnist nú til frænda mína; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á jarðarstykki Efrons Hetita,v30í hellinum á Makpela-vøllum áraka Mamre í Kánáanlandi, í teirri jørðini, sum Ábraham keypti frá Efroni Hetita, til at jarða í.v31Har jarðaðu teir Ábraham og Sáru, konu hansara, har jarðaðu teir Ísak og Rebekku, konu hansara, og har jarðaði eg Leu.v32Jørðin og hellið har varð keypt frá Hetitum.»v33Tá ið Jákup hevði lokið hesum fyriskipanum við synir sínar, dró hann føturnar upp í leguna; síðan andaðist hann og savnaðist til fedra sína. |