Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrsta Mósebók, kapittul 50
Jákup jarðaður í Hebron
v1Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann.v2Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael.v3Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar.v4Tá ið sorgardagarnir vóru at enda, mælti Jósef við hirðmenn Fáraos og segði: «Havi eg funnið náði í eygum tykkara, tá berið tit Fárao hesi orð frá mær:v5Faðir mín legði mær dýran við og mælti: Sí, eg fari nú at doyggja; men í tí grøv, sum eg gróv mær í Kánáanlandi, skalt tú jarða meg! Loyv mær tí at fara at jarða faðir mín; síðan skal eg koma aftur.»v6Fárao svaraði: «Far tú og jarða faðir tín, eins og tú svórt honum.»v7Tá fór Jósef at jarða faðir sín; og við honum fóru allir tænarar Fáraos, mætastu menn úr hirð hansara og allir frægir menn Egyptalands;v8og somuleiðis alt húski Jósefs og brøður hansara og húski faðirs hans; einans kvinnur og børn og smalur og stórdýr lótu teir vera eftir í Gosenlandi.v9Í ferðini vóru bæði vagnar og reiðmenn, so at tað var almikil herur.v10Og tá ið teir vóru komnir til Goren-Háatad, hinumegin Jórdan, hevjaðu teir harmljóð mikið og hátíðarligt; og Jósef helt ervi eftir faðir sín í sjey dagar.v11Men tá ið landsins íbúgvar, Kánáanitarnir, sóu teir halda ervi í Goren-Háatad, søgdu teir: «Egyptar halda stórt ervi!» Tessvegna varð tann staðurin nevndur Ábel-Mizráim; hann er hinumegin Jórdan.v12Synir hansara gjørdu við hann, eins og hann hevði boðið teimum.v13Og synir hansara fluttu hann til Kánáanlands og jarðaðu hann í hellinum á Makpela-vøllum í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt til leggstaðar frá Efroni Hetita, áraka Mamre.v14Og tá ið Jósef hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands saman við brøðrum sínum og øllum, ið við honum vóru komnir til jarðarferðar faðirs hans.
Jósef uggar brøður sínar
v15Men tá ið brøður Jósefs sóu, at faðir teirra var deyður, hugsaðu teir: Gævi at Jósef nú ikki verður fíggindi okkara og lønar okkum aftur tað illa, sum vit gjørdu honum!v16Teir sendu tí Jósefi hesi boð: «Áður enn faðir tín andaðist,v17beyð hann okkum at siga við teg: Fyrigev tú misgerð brøðra tína og synd teirra, tí at teir gjørdu ilt ímóti tær! Fyrigev tí tað illa, sum tænarar Guðs, faðirs tíns, hava gjørt!» Jósef græt, tá ið hann hoyrdi hesi orð frá teimum.v18Síðan komu brøður hansara sjálvir og nigu fyri honum og søgdu: «Sí, vit eru trælir tínir!»v19Men Jósef segði við teir: «Óttist ikki! Eg eri tó ikki í Guðs stað!v20Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða, til tess at gera tað, ið nú er fram komið, at halda lívinum uppi í mongum fólkum.v21Verið nú óræddir, tí at eg skal hava umsorgan fyri tykkum, konum og børnum tykkara.» Soleiðis uggaði hann teir, dirvdi hann teir.
Jósef doyr
v22Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, hann og ættarfólk faðirs hans. Og Jósef varð eitt hundrað og tíggju ára gamal.v23Og Jósef sá avkom Efraims í triðja lið; eisini børn Mákirs Manassesonar føddust á knøum Jósefs.v24Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg fari nú at doyggja, men Guð man vissuliga vitja tykkum og flyta tykkum úr hesum landi heim aftur í tað landið, sum hann tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi!»v25Og Jósef legði sonum Ísraels dýran við og segði: «Tá ið Guð vitjar tykkum, tá skulu tit flyta bein míni hiðan!»v26Síðan doyði Jósef eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir balsameraðu hann og løgdu hann í kistu í Egyptalandi.