|
Fyrsta Mósebók, kapittul 8 Flóðin linnar v1Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka;v2keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av.v3Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimmti døgum.v4Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli.v5Og vatnið minkaði so við og við alt fram at tíggjunda mánaði; og fyrsta dag hins tíggjunda mánaðar komu fjallatindarnir undan.v6Tá ið nú fjøruti dagar vóru umlidnir, læt Nóa upp gluggan, sum hann hevði gjørt á ørkina,v7og sendi ravn út; hann helt á at fljúgva aftur og fram, til vatnið tornaði av jørðini.v8Síðan slepti hann dúgvu út til at vita, um vatnið var farið av jørðini.v9Men tá ið hon ongan stað fann til at hvíla seg á, snúðist hon aftur til hansara í ørkina; tí at enn var vatn yvir allari jørðini; hann rætti tá hondina út og tók hana til sín inn í ørkina.v10Síðan bíðaði hann aftur aðrar sjey dagar og slepti aftur dúgvuni út úr ørkini.v11Móti kvøldi kom dúgvan aftur til hansara og hevði grønt oljuviðarblað í nevinum; tá skilti Nóa, at vatnið var farið av jørðini.v12Hann bíðaði tá aftur aðrar sjey dagar og slepti síðan dúgvuni út; men tá kom hon ikki aftur til hansara meira.v13Og á sætta hundraðasta og fyrsta aldursári Nóa, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, var vatnið tornað av jørðini; tá tók hann takið av ørkini, leit um seg og sá, at jørðin var turr.v14Á tjúgunda og sjeynda degi í øðrum mánaði var jørðin turr. Nóa fer úr ørkini v15Tá talaði Guð við Nóa og segði:v16«Far út úr ørkini, tú og kona tín og synir tínir og sonakonur tínar við tær;v17og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!»v18Tá fór Nóa út og synir hans og kona hans og sonakonur við honum;v19øll villdjórini, allur fenaður og allir fuglar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, hvørt eftir sínum kyni, fór út úr ørkini. Hann ofrar; fyrijáttan Harrans v20Tá reisti Nóa Harranum altar og tók av øllum reinum djórum og øllum reinum fuglum og ofraði brennioffur á altarinum.v21Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: «Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt.v22Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.» |