|
Seinna Sámuelsbók, kapittul 1 Dávid frættir deyða Sáuls v1Tá ið Dávid eftir deyða Sáuls var afturkomin av herferðini móti Ámalekitum og hevði verið tveir dagar heima í Ziklag,v2kom á triðja degi maður úr herliði Sáuls; klæði hansara vóru skrædd, og hann hevði mold á høvdinum; og tá ið hann kom til Dávids, fell hann til jarðar og lútaði honum.v3Dávid spurdi hann: «Hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Eg komst undan úr herbúðum Ísraels.»v4Dávid segði við hann: «Sig mær, hvussu tað hevur borist til.» Hann svaraði: «Fólkið flýddi úr orrustuni, og mannfallið var stórt; eisini Sául og Jónatan, sonur hansara, fullu.»v5Tá spurdi Dávid sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvussu veitst tú, at Sául og Jónatan, sonur hansara, eru falnir?»v6Sveinurin, ið flutti honum tíðindini, svaraði: «Tað vildi so til, at eg kom niðan á Gilboa fjall, og sí, har stóð Sául og studdist við spjót sítt, meðan hervagnar og reiðmenn herjaðu á hann.v7Og tá ið hann nú snúði sær á, bar hann eyga við meg og rópaði á meg; og eg svaraði: «Her eri eg!»v8Og hann spurdi meg: «Hvør ert tú» Eg svaraði honum: «Eg eri Ámalekiti.»v9Tá segði hann við meg: «Kom higar og veit mær banasting; tí at krampi er komin á meg; men lívið er alt í mær.»v10Tá fór eg og gav honum banasting; tí at eg sá, at hann kom ikki at liva eftir ein slíkan ósigur; síðan tók eg krúnuna av høvdi hansara og ringin av armi hansara, og tey havi eg við til harra mín.»v11Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey sundur; á sama hátt gjørdu allir teir, ið hjá honum vóru.v12Og teir syrgdu og grótu og fastaðu til kvølds um Sául og Jónatan, son hansara, og um lið Harrans og hús Ísraels, av tí at teir vóru falnir fyri svørði. v13Og Dávid mælti við sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvaðan ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri sonur Ámalekita, sum býr í útisetri.»v14Dávid segði við hann: «Óttaðist tú ikki at leggja hond á salvaða Harrans og taka hann av lívi?»v15Og Dávid rópaði ein av sveinunum til sín og segði: «Kom og jarðlegg hann!» Og hann gav honum banahøgg.v16Og Dávid segði við hann: «Blóð títt komi yvir teg sjálvan! Tí at muður tín hevur vitnað móti tær, tá ið tú mælti: Eg havi dripið salvaða Harrans.» Harmljóð Dávids yvir Sául og Jónatan v17Tá hevjaði Dávid hetta harmljóð um Sául og Jónatan, son hansara,v18ið allir Júdasynir eiga at duga, og sum ritað er í bók hinna rættlátu:v19«Prýði tín, Ísrael, liggur vigin á fjøllum tínum! Á, at hetjurnar fullu!v20Sigið ikki frá tí í Gát; latið ikki gleðiboð ljóða í Askalons gøtum, so at ikki døtur Filista fegnast, og døtur hinna óumskornu erpa sær!v21Gilboa fjøll, tit deyðans vøllir! Gævi hvørki døgg ella regn vætir tykkum aftur! Tí at har vórðu skildir kappanna vanvirðisliga tveittir, skjøldur Sáuls ósalvaður við smyrsli.v22Ongantíð kom bogi Jónatans aftur uttan við blóði av vignum og fiti av køppum. Ongantíð brá Sául svørði til einkis.v23Sául og Jónatan, ástríkir og yndisligir í lívinum, skiltust heldur ikki í deyðanum; fljótari enn ørnir vóru teir, reystari enn ljón.v24Ísraels døtur, grátið um Sául, ið skrýddi tykkum skarlaki yndisliga, hann, ið fegin festi gullskreyt á stakkar tykkara!v25Á, at hetjurnar fullu í stríðnum! Vegin á fjøllum tínum liggur Jónatan.v26Sáran eg syrgi teg, Jónatan bróðir! Kærur vart tú mær; undursom var mær ást tín, sælari enn kvinnutokki.v27Á, at hetjurnar fullu, at hervápnini fórust!» |