|
Seinna Sámuelsbók, kapittul 16 Trúskapur Ziba v1Tá ið Dávid var komin nakað oman hinumegin fjallið, møtti honum Ziba, sveinur Mefibósjets, við tveimum klyvjaðum øsnum, ið bóru tvey hundrað breyð, eitt hundrað vínberjakøkur, eitt hundrað aldinkøkur og ein vínbjølg.v2Tá mælti kongur við Ziba: «Hvat ætlar tú við hesum?» Ziba svaraði: «Asnarnir eru ætlaðir húsfólki kongs at ríða á, breyð og aldin sveinunum til matna, og vínið er ætlað teimum, ið ørmaktast í oyðimørkini.»v3Tá mælti kongur: «Hvar er sonur harra tíns?» Ziba svaraði: «Hann varð verandi í Jerúsalem; tí at hann hugsaði við sær: Í dag munnu Ísraelsmenn fáa mær kongaríki faðirs míns aftur.»v4Tá mælti kongur við Ziba: «Alt, sum Mefibósjet eigur, skal vera tín ogn.» Ziba svaraði: «Eg nígi djúpt! Og gævi eg javnan má finna náði í eygum tínum, kongur, harri mín!» Simei bannar Dávidi v5Men tá ið Dávid kongur kom til Báhurim, sí, tá kom út haðan maður av ætt Sáuls, Simei Gerason at navni; hann gekk og las upp illbønirv6og tók at grýta Dávid við gróti og allar menn Dávids kongs, tó at fólkið alt og allar hetjurnar gingu báðumegin hann.v7Simei bað ilt yvir hann við hesum orðum: «Far burtur, far burtur, tú blóðhundur og bølmenni!v8Harrin lati nú koma oman yvir teg alt blóð ættar Sáuls, hvørs ríki tú rændi! Nú hevur Harrin givið Absaloni, syni tínum, kongsdømið; men teg hevur ógævan rakt, av tí at tú ert blóðhundur!»v9Tá mælti Ábisjai Zerujuson við kong: «Hví skal hasin deyði hundurin biðja ilt yvir kongin, harra mín? Lat meg fara og høgga høvdið av honum!»v10Men kongur svaraði: «Hvat havi eg við tykkum Zerujusynir at gera? Tá ið hann biður ilt, so er tað, tí at Harrin hevur boðið honum at bølbiðja Dávid, og hvør torir tá at siga: Hví gert tú hetta?»v11Og Dávid mælti við Ábisjai og allar tænarar sínar: «Tá ið egni sonur mín, sum er sprottin úr lendum mínum, roynir eftir lívi mínum, hvat skal eg tá annað vænta av hesum Benjaminita? Gevið honum náðir og latið hann biðja ilt, tí at Harrin man hava lagt honum tað í barmin.v12Kanska Harrin lítur at eymd míni og veitir mær okkurt gott aftur fyri bølbiðing hans í dag.»v13Síðan fór Dávid við monnum sínum leið sína, meðan Simei alla tíðina gekk uppi í líðini áraka hann og bað ilt oman yvir hann og varpaði steinum og kastaði mold oman eftir honum.v14Soleiðis komu Dávid og allir menn hansara ørmaktaðir fram at Jórdan og hvíldu seg har. Husjai kemur til Absalons v15Men Absalon var við øllum liði Ísraelsmanna farin niðan til Jerúsalem og við honum Ákitofel.v16Og tá ið Husjai Arkiti, vinur Dávids, kom til Absalons, rópaði Husjai á hann: «Kongur livi! kongur livi!»v17Absalon spurdi tá Husjai: «Er hetta kærleiki tín móti vini tínum? Hví fylgdi tú ikki vini tínum?»v18Husjai svaraði Absaloni: «Nei, hann, ið Harrin og liðið hetta og allur Ísrael hevur kosið, hansara maður vil eg vera, og honum vil eg fylgja.v19Og umframt tað: Hvørjum øðrum enn syni hansara eigi eg at tæna? Eins og eg havi tænt faðir tínum, vil eg nú tæna tær.» Absalon fer inn til konur Dávids v20Tá mælti Absalon við Ákitofel: «Leggið nú ráðini um, hvat ið vit skulu gera.»v21Ákitofel svaraði Absaloni: «Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, ið hann læt vera eftir til tess at goyma at húsinum; tá munnu allir Ísraelsmenn skilja, at tú hevur elvt miklan ótokka hjá faðir tínum, og man tá dirvið hjá monnum tínum fara at vaksa.»v22Teir reistu nú Absaloni tjøld á takinum, og Absalon fór inn til hjákonur faðirs síns í eygsjón alra Ísraelsmanna.v23Á teimum døgum vóru ráð Ákitofels í metum javnbjóðis við tað at leita ráð við Guð sjálvan; so nógv hildu bæði Dávid og Absalon um Ákitofel. |