Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Sámuelsbók, kapittul 22
Lovsongur Dávids (smbr. Sl 18)
v1Og Dávid flutti Harranum hetta ljóð, ta ferðina Harrin bjargaði honum úr hondunum á øllum fíggindum hans og úr hondum Sáuls.v2Hann mælti: «Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær;v3Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki!v4Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður.
v5Deyðans boðabrot vóru kring meg; glatunnar íður skelkaðu meg.v6Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip var komið á meg.v7Í trongd míni eg kallaði á Harran, og á Guð mín eg rópaði. Frá høll síni hoyrdi hann rødd mína, og neyðarróp mítt barst fyri oyra hans.v8Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann.v9Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu glóðir.v10Himinin læt hann síga, og hann steig oman; bølamyrkur var undir fótum hans.v11Hann reið á kerúbum og fleyg, sveimaði á vindanna veingjum.v12Myrkur hann sveipaði um seg, huldi seg í mjørka og tjúkk skýggj.v13Frá ljómanum fyri framman ásjón hans runnu skýggj hans undan.v14Í himni læt Harrin toruna ganga, hin hægsti læt rødd sína gella.v15Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi tær, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir.v16Tá kom havsins botnur undan, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum Harrans, fyri hans vreiðinnar nosi.
v17Hann rætti út hond sína úr erva, greip meg, dró meg upp úr hinum miklu vøtnum.v18Hann bjargaði mær frá veldigu fíggindum mínum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir.v19Á ógævustund míni teir ráddust á meg; men Harrin var stuðul mín.v20Hann leiddi meg á víðar ræsur, hjálpti mær, tí at til mín kennir hann tokka.
v21Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær.v22Tí at eg havi hildið meg á leiðum Harrans og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum.v23Tí at øll boð hans eru mær fyri eygum, og frá boðorðum hans havi eg ikki vikið.v24Ósekur havi eg fyri honum verið, eg havi meg varað fyri míni synd.v25Tí lønir Harrin mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans.v26Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur.v27Tú roynist reinur móti reinum og rangvørgur móti hinum svikafulla.v28Eyðmjúkum fólki tú bjargar; men tey hástóru fært tú at líta niður.v29Ja, tú, Harri, ert lampa mín, og Guð mín mær birtir ljós í myrkri.v30Tí at við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á hervirki.v31Guðs atferð er uttan lýti, orð Harrans er skírt og reint; ein skjøldur er hann øllum teimum, ið leita lívd hjá honum.
v32Ja, hvør er Guð uttan Harrin, og hvør er klettur uttan Guð vár?v33Sá Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg,v34ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum,v35ið hond mína venur til víggja, so armar mínir koparbogan spenna.v36Tú rætti mær tín frelsuskjøldur, mildi tín gjørdi meg sterkan.v37Tú gjørdi rúmligt fyri fetum mínum, ikki eg skinklaði í øklum.v38Eg elti fíggindar mínar og tók teir aftur, snúðist ikki við, fyrr enn teir vóru týndir.v39Eg oyddi teir og sorlaði teir, so teir ikki reistust aftur, mær til fóta teir fullu.v40Til bardaga tú gyrdi meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívdi tú mær undir føtur.v41Tú lætst meg síggja fíggindar mínar á bakið, mínar øvundarmenn eg týndi av lívi.v42Teir rópaðu, men eingin hjálpti, til Harrans, men hann svaraði teim ikki.v43Eg smildraði teir eins og dustið á jørðini, eins og skarn á gøtum eg traðkaði teir niður.
v44Tú bjargaði mær úr fólkanna stríðum, gjørdi meg høvdinga at tjóðum. Tjóðir, eg ikki kendi, mær tæna.v45Útlendskir krúpa fyri mær; bert teir hoyra um meg, eru teir mær lýdnir.v46Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum.v47Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín!v48Sá Guð, ið veitir mær hevnd og letur tjóðir lúta undir mær,v49bjargar mær frá fíggindum mínum. Tú hevjar meg upp um mótstøðumenn mínar og veitir móti yvirgangsmonnum hjálp.v50Harfyri lovsyngi eg tær, Harri, og hálovi navn títt fólkanna millum,v51sum veitir kongi tínum mikla hjálp og miskunnar hinum salvaða tínum, Dávidi og ætt hans allar ævir.»