Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Sámuelsbók, kapittul 24
Manntalið og drepsóttin
v1Men bræði Harrans tók aftur at brenna móti Ísrael; og hann eggjaði Dávidi upp ímóti teimum, við tað at hann beyð honum at fara og telja Ísrael og Júda.v2Og kongur mælti við Jóab og herhøvdingar sínar: «Farið um øll ættarkyn Ísraels, frá Dán til Beersjebu og teljið fólkið, so at eg fái at vita talið á tí.»v3Jóab svaraði kongi: «Harrin, Guð tín, margfaldi fólkið hundrað ferðir og lati hann kong, harra mín, síggja tað við egnum eygum – men hví vil nú kongur, harri mín, gera hetta?»
v4Men Jóab og herhøvdingarnir máttu gera, sum kongur beyð. Síðan fóru Jóab og herhøvdingarnir út frá kongi til tess at fara um og fáa manntal á Ísraelsfólki.v5Teir fóru yvir um Jórdan og byrjaðu við Ároer og borgini, sum er í dalinum, hildu síðan ferðini móti Gát og Jázerv6og komu til Gilead og inn í landið hjá Hetitum námindis Kádesj; síðan fóru teir til Dán og frá Dán til Zidon.v7Haðan komu teir at Týrusvirkinum og øllum borgum Hivita og Kánáanita; síðan fóru teir til Beersjebu í suðurlandinum í Júda.v8Tá ið teir eftir níggju mánaðir og tjúgu dagar høvdu farið um alt landið, komu teir aftur til Jerúsalem.v9Og Jóab flutti kongi talið á fólkinum: Av Ísrael átta hundrað túsund mans førir til víggja og av Júda fimm hundrað túsund mans.
v10Men tá ið Dávid hevði latið telja fólkið, gekk samvitskuófriður á hann; og hann segði við Harran: «Stórum havi eg syndað í tí, sum eg havi gjørt; men fyrigev nú, Harri, misgerð tænara tíns; tí at eg havi gjørt eitt dáraverk!»v11Men tá ið Dávid morgunin eftir fór upp, kom orð Harrans til Gáds profets, síggjara Dávids, soljóðandi:v12«Far og sig við Dávid: Svá sigur Harrin: Tríggjar kostir leggi eg fyri teg; kjósa ein teirra, og eg vil lata tað henda.»v13Tá fór Gád og segði Dávidi frá hesum og mælti við hann: «Kjósa nú, um hungur skal koma yvir land títt í trý ár, ella at tú skalt vera á flótta í tríggjar mánaðir, eltur av fíggindum tínum, ella at drepsótt skal leika í landi tínum í tríggjar dagar. Hugsa nú um hetta og sig mær, hvat ið eg skal svara honum, ið meg sendi.»v14Dávid svaraði Gád: «Nú elvist mær mikil vandi, men heldur skulum vær falla í hendur Harrans; tí at mikil er miskunn hans; men í mannahendur vil eg ikki falla.»v15Dávid kjósaði tá drepsóttina; og um hveitiskurðartíð byrjaði sóttin at herja á fólkið og drap frá Dán til Beersjebu sjeyti túsund av fólkinum.v16Men tá ið eingilin rætti út hond sína móti Jerúsalem til tess at oyða borgina, iðraði Harrin seg eftir tí illa; og hann segði við eingilin, ið oyddi fólkið: «Nú er nóg mikið; tak hondina til tín.» Tá var eingilin komin at treskivøllinum hjá Áravna Jebusita.v17Men tá ið Dávid sá, hvussu eingilin drap fólkið, segði hann við Harran: «Tað eri eg, sum havi syndað og eri farin skeivur; men hasir seyðirnir – hvat hava teir gjørt? Legg tí heldur hond á meg og ættarmenn mínar!»
v18Sama dag kom Gád til Dávids og mælti við hann: «Far niðan og reis altar á treskivøllinum hjá Áravna Jebusita.»v19Og lýðin orðum Guðs fór Dávid niðan og gjørdi, sum Harrin hevði boðið.v20Men Áravna fekst við at treskja korn; og tá ið hann leit seg um og bar eyga við kong og menn hansara, ið komu niðan til hansara, fór hann og fell til jarðar fram á ásjón sína fyri kongiv21og mælti: «Hví kemur kongur, harri mín, higar at vitja træl sín?» Dávid svaraði: «Til tess at keypa av tær treskivøllin og reisa Harranum altar, so sóttin má lætta av fólkinum.»v22Tá segði Áravna við Dávid: «Kongur, harri mín, taki og ofri tað, ið honum toknast! Her eru oksarnir til brennioffurs og treskisleðurnar og aktólið til brenniviðar.v23Trælur harra míns, kongsins, gevur kongi hetta alt samalt.» Og Áravna mælti við kong: «Harrin, Guð tín, veri tær náðigur.»v24Men Dávid svaraði Áravna: «Nei, tað verður av ongum; men eg vil keypa tað av tær fyri fult virði; ikki vil eg ofra Harranum, Guði mínum, sum brennioffur nakað, sum eg havi fingið fyri einki.» Síðan keypti Dávid treskivøllin og oksarnar fyri fimmti siklar í silvuri.v25Og Dávid reisti Harranum har altar og ofraði brennioffur og takkaroffur. Tá miskunnaði Harrin landinum, og sóttin lætti av fólkinum.