Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Kongabók, kapittul 12
Ríkið sundurskilt
v1Tá ið Jeróboam Nebatsson, ið enn var í Egyptalandi, hagar sum hann var flýddur undan Sálomoni kongi, frætti, at Sálomon var deyður, snúðist hann heim aftur úr Egyptalandi.v2Men Rehábeam var farin til Sikem, tí hagar var allur Ísrael komin saman til tess at gera hann til kong.v3Og fólkið segði við Rehábeam:v4«Faðir tín legði tungt ok á okkum; men lætt nú tú um tey trælakor, ið faðir tín beyð okkum, og tað tunga ok, ið hann legði á okkum, so viljum vær tæna tær!»v5Hann svaraði teimum: «Farið heim og komið aftur til mín um tríggjar dagar.» Og fólkið so gjørdi.v6Tá ráddist Rehábeam kongur við teir gomlu, ið tænt høvdu faðir hansara, meðan hann livdi; hann spurdi teir: «Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?»v7Teir svaraðu honum: «Um tú í dag eftirlíkar hesum fólki og gert teimum til vildar og svarar teimum aftur við blíðum orðum, tá munnu teir tæna tær allar dagar.»v8Men hann havnaði teim ráðum, ið hinir gomlu ráddu honum, og leitaði sær ráð hjá teimum ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum og nú tæntu honum,v9og spurdi teir: «Hvat ráða tit mær til at svara hesum fólki, ið hevur biðið meg um at lætta um tað ok, ið faðir mín legði á teir?»v10Hinir ungu, ið vaksnir vóru upp saman við honum, svaraðu honum: «Soleiðis skalt tú svara hesum fólki, ið hevur biðið teg um at lætta um tað tunga ok, ið faðir tín legði á herðar teirra – soleiðis skalt tú svara teimum: Lítlifingur mín er tjúkri enn mjadnir faðirs míns!v11Hevur faðir mín lagt tungt ok á tykkum, man eg gera tað uppaftur tyngri! Hevur hann revsað tykkum við koyrlum, man eg revsa tykkum við sporðdrekum!»v12Triðja dagin kom alt fólkið aftur til Rehábeams, eins og hann hevði biðið teir.v13Tá talaði kongur harðliga við fólkið og vildi ikki fylgja teimum ráðum, ið hinir gomlu høvdu rátt honum,v14men svaraði, eins og hinir ungu høvdu rátt honum til, og mælti: «Faðir mín gjørdi ok tykkara tungt, men eg skal gera tað uppaftur tyngri! Faðir mín revsaði tykkum við koyrlum, men eg skal revsa tykkum við sporðdrekum!»v15Og ikki vildi kongur lurta eftir fólkinum, av tí at Harrin hevði lagað tað soleiðis til tess at lata orð síni ganga út, sum Harrin hevði talað við Áhia profeti úr Silo til Jeróboams Nebatssonar.v16Og tá ið allur Ísrael sá, at kongur ikki vildi lurta eftir teimum, gav fólkið kongi hetta svar: «Hvønn lut hava vit í Dávidi? Onga arvagrein hava vit í Ísaisyni! Til tjalda tína, Ísrael! Gæta nú, Dávid, títt egna hús!» Síðan fór Ísrael heim til sín sjálvs.v17Men yvir teim Ísraelsmonnum, sum búðu í Júda borgum var Rehábeam kongur.
v18Rehábeam kongur sendi nú Ádóniram, ið ráddi fyri skyldubønarfólkinum, til teirra; men allur Ísrael grýtti hann við gróti, so at hann doyði; tá leyp Rehábeam kongur við skundi upp á vagnin og flýddi til Jerúsalem.v19Soleiðis sleit Ísrael trúnað við Dávids hús; og so er vorðið enn í dag.v20Men tá ið allur Ísrael frætti, at Jeróboam var afturkomin, sendu teir boð til hansara um at koma á ting og kjósaðu hann til kong yvir øllum Ísrael; einans Júda ætt fylgdi Dávids húsi.
Boðskapur Sjemaja profets
v21Tá ið Rehábeam var afturkomin til Jerúsalem, savnaði hann saman alt Júda hús og Benjamins ætt, eitt hundrað og áttati túsund mans av valdra manna liði til tess at herja á Ísraels hús og vinna Rehábeami Sálomonssyni kongsdømið aftur.v22Men tá fekk Sjemaja Guðsmaður hetta orð frá Guði:v23«Sig við Rehábeam Sálomonsson, kongin í Júda, og við alt Júda hús og Benjamins hús og við alt hitt fólkið:v24So sigur Harrin: Ikki mega tit fara í hernað móti brøðrum tykkara Ísraelsmonnum; farið heim aftur hvør til sín sjálvs; tí at av mínum ávum er hetta komið í lag!» Tá ið teir hoyrdu orð Harrans, snúðust teir heim aftur, eins og Harrin hevði boðið.
Gullkálvar Jeróboams
v25Jeróboam víggirdi Sikem á Efraims fjøllum og búsettist har. Seinni fór hann haðan og víggirdi Penuel.v26Jeróboam hugsaði við sær: «Við hetta lag man kongsdømið skjótt koma aftur í Dávids ætt.v27Um hetta fólkið fer niðan at ofra í húsi Harrans í Jerúsalem, tá man hugur teirra aftur snúgvast til harra teirra, Rehábeam kong, í Júda; so taka teir meg av lívi og geva seg undir Rehábeam, kongin í Júda.»v28Tá tók kongur tað ráð at gera tveir gullkálvar og segði við fólkið: «Nóg leingi hava tit farið niðan í Jerúsalem; sí, her er gudur tín, Ísrael, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!»v29Annan setti hann í Betel og hin setti hann í Dán.v30Hetta varð Ísrael til syndar. Og fólkið gekk skrúðgongu við øðrum alt at Dán og við hinum alt at Betel.v31Hann gjørdi eisini hov á heyggjunum og skipaði prestar av alskyns fólki, sum ikki var av Levi ætt.v32Fimtanda dagin í áttanda mánaði helt Jeróboam hátíð eins og hátíðin í Júda; og hann fór upp á altarið, sum hann hevði gjørt í Betel, til tess at ofra til kálvarnar, sum hann hevði gjørt; og teir prestar, sum hann hevði skipað á heyggjunum, læt hann gera tænastu í Betel.v33Og hann fór upp á altarið, sum hann hevði gjørt í Betel á fimtanda degi hins áttanda mánaðar, tí mánaði, tá ið hann av sínum eintingum læt Ísraelsmenn halda hátíð. Og hann fór upp á altarið og bar fram roykilsisoffur.