|
Fyrra Kongabók, kapittul 3 Sálomon giftist við egyptiskari kongsdóttur v1Tá ið Sálomon hevði fingið fastar tøkur á kongsvaldinum, bant hann mágskap við Fárao, kong í Egyptalandi, við at giftast við dóttur hansara, og hann flutti hana niðan í Dávidsborgina, til hann var liðugur at byggja hús sítt og hús Harrans og borgargarðin kring um Jerúsalem.v2Men fólkið ofraði enn á offurheyggjunum; tí at enn var ikki bygt navni Harrans nakað hús.v3Og Sálomon elskaði Harran, so at hann lýðin fylgdi fyriskipanum Dávids, faðirs síns. Tó ofraði hann sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum.v4Eina ferð fór kongur til Gibeon til at ofra har; tí at har var aðaloffurheyggjurin; túsund brennioffur ofraði Sálomon á tí altari. Dreymur Sálomons v5Tá birtist Harrin fyri Sálomoni í dreymum á nátt. Og Guð segði: «Hvat tú vilt hava, vil eg geva tær.»v6Sálomon svaraði: «Tú sýndi faðir mínum Dávidi, tænara tínum, mikla góðvild, av tí at hann gekk fyri ásjón tíni í trúfesti og rættlæti og tænti tær av heilum huga; tessvegna lætst tú hesa miklu miskunn verða verandi yvir honum og gavst honum son, ið nú situr í hásæti hans.v7Og nú hevur tú, Harrin, Guð mín, sett meg, tænara tín, sum kong í stað Dávids, faðirs míns, men eg eri blaðungur og dugi valla at stýra mínum fetum;v8og her standi eg, tænari tín, mitt í fólki tínum, ið tú útvaldi tær, eitt fólk so fjølment, at ikki tal fæst á tí, og so stórt, at tað ber av allari metan.v9Gev tí tænara tínum hoyriligt hjarta til at døma fólk títt og skynsemi til at greina gott frá illum, tí at hvør er førur fyri at døma hetta fjølmenta fólk títt?»v10Harranum líkaði væl, at Sálomon bað um hetta.v11Og Guð segði við hann: «Av tí at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív og nógvar ognir ella um lív fígginda tína, men baðst um skynsemi til at døma rættvíst,v12so vil eg gera tær til vildar og geva tær vit so bjart og stórt, at javnlíki tín ikki hevur verið undan tær og ongantíð man koma eftir teg.v13Umframt gevi eg tær eisini tað, sum tú ikki baðst um, bæði ognir og heiður, so at eingin kongur kann javnbjóða seg við teg alla ævi tína.v14Og um tú gongur leiðir mínar og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, so skal eg geva tær langt lív.»v15Tá vaknaði Sálomon, og sí, tað var dreymur. Og tá ið hann var komin aftur til Jerúsalem, gekk hann fram fyri sáttmálaørk Harrans og ofraði brennioffur og takkaroffur og gjørdi drykkjuveitslu fyri øllum tænarum sínum. Dómsspeki Sálomons v16Um tað leitið komu tvey kvøldarvív og gingu inn fyri kong.v17Onnur konan mælti: «Hoyr meg, harri mín; eg og handa konan har búgva saman; og heima í húsi okkara føddi eg barn, meðan hon var hjá.v18Men triðja dagin eftir barnferð mína føddi handa konan eisini barn; og vit vóru saman og eingin annar hjá okkum í húsinum, vit vóru tvær einar í húsi.v19So eina náttina doyði sonurin hjá hasi konuni, av tí at hon hevði lagt seg á hann.v20Men á miðjari nátt, meðan trælkona tín lá í fasta svøvni, fór hon upp og tók son mín undan liðini og legði hann at brósti hjá sær, men deyða son sín legði hon at brósti hjá mær í staðin.v21Og tá ið eg um morgunin fór upp og ætlaði at geva syni mínum bróst, sí, tá var hann deyður; men tá ið eg hugdi gjøllari at honum seinni um morgunin, sí, tá var tað ikki sonur mín, hann, sum eg hevði átt.»v22Men hin konan segði: «Nei, hin livandi er sonur mín, men hin deyði er sonur tín!» Og henda segði: «Nei, hin livandi er sonur mín; men hin deyði er sonur tín!» Soleiðis munnkýttust tær frammi fyri kongi.v23Tá mælti kongur: «Henda sigur: Hesin, ið livir, er sonur mín; hin deyði er sonur tín! Og handa sigur: Nei, nei, hin deyði er sonur tín; men hin livandi er sonur mín!»v24Og kongur segði: «Fáið mær svørð!» Og tá ið teir høvdu borið kongi svørðið,v25mælti hann: «Høggið barnið, ið livir, sundur í tógvar lutir, so at hvør teirra fær sín helmingin!»v26Tá vaknaði móðurkærleikin hjá henni, sum átti tað livandi barnið; og hon mælti: «Hoyr meg, harri mín; men gev henni tað livandi barnið og drep tað tó ikki.» Men hin mælti: «Hvørgin okkara eigur at fáa tað! Høgg tað sundur!»v27Tá tók kongur til orða og mælti: «Gevið henni barnið, ið livir, og drepið tað tó ikki; tí at hon er móðir tess!»v28Og allur Ísrael hoyrdi um dómin, ið Sálomon hevði dømt; og teir óttaðust fyri kongi; tí at teir sóu, at hann hevði guddómligan vísdóm til at døma. |