|
Fyrra Kongabók, kapittul 4 Embætismenn Sálomons v1Sálomon var nú kongur yvir øllum Ísrael.v2Hesir vóru hægstu embætismenn hansara: Ázarja Zádoksson var prestur.v3Elihóref og Áhija Sjisjasynir vóru skrivarar; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari.v4Benaja Jójadason var herhøvdingi, Zádok og Ebjatar vóru prestar.v5Ázarja Nátansson var høvuðsfúti, og Zábud Nátansson var vinmaður kongs.v6Áhisjar var drottseti, og Ádóniram Abdason hevði umsjón við skylduvinnuni.v7Somuleiðis hevði Sálomon úti um allan Ísrael tólv fútar, ið skuldu fáa kongi og húsi hansara vistir til vegar, hvør teirra ein mánað á hvørjum ári.v8Hesi vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efraims fjøllum;v9Ben-Deker í Mákaz og Sjáalbim, Bet-Sjemesj og Elon alt at Bet-Hánan;v10Ben-Hesed í Árubbot valdaði Sóko og øllum Hefer landi;v11Ben-Ábinadab hevði alt Dór-hálandið undir sær; hann hevði Táfat, dóttur Sálomons, til konu.v12Báana Áhiludsson hevði undir sær Táanak og Megiddo og alt Bet-Sjean uppi við Záretan fyri niðan Jizreel frá Bet-Sjean alt at Ábel-Mehóla yvir um Jokmeam.v13Ben-Geber í Rámot í Gilead hevði undir sær tjaldbygdir Jáirs Manassesonar í Gilead; hann hevði eisini undir sær landslutin Argob í Básjan, seksti stórar borgir við borgargørðum og lokum av kopari.v14Áhinadab Iddoson í Máhanáim;v15Áhimáaz í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomons, Básemat;v16Báana Husjaison í Ásjer og Bealot;v17Jósjafat Páruason í Issakar;v18Sjimei Elason í Benjamin;v19Geber Uriason í Gáds landi, landinum, ið Sihon, kongur Ámorita, og Og, kongur í Básjan, høvdu valdað. Hann var einsamallur fúti har í landinum. Máttur Sálomons og eyður v20Júda og Ísrael vóru tá á sinni fjølmentir sum sandurin við sævarflóð; teir ótu og drukku og hildu sær at gaman.v21Sálomon valdaði øllum ríkjum frá Ánni til Filistalands og til markaskil Egyptalands; og teir komu við gávum og tæntu Sálomoni alla ævi hans.v22Sálomoni turvdi dagliga til matna tríati kor av hveiti, seksti kor av grovum mjøli,v23tíggju gøðingaroksar, tíggju hagaoksar og hundrað smalur umframt hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir og gøddar fuglar.v24Tí hann valdaði øllum landi fyri vestan Ánna frá Tifsa alt at Gaza, øllum kongunum fyri vestan Ánna, og bant frið við øll grannalond,v25so at Júda og Ísrael búðu í trygdum, hvør maður undir sínum vínberjatræi og fikutræi frá Dán alt at Beersjebu alla ævi Sálomons.v26Sálomon hevði fjøruti túsund pør av hestum fyri vagnum og tólv túsund reiðhestar.v27Og áðurnevndu fútar fingu Sálomoni kongi og øllum borðgestum hans vistir til vegar hvør í sínum mánaði; og einki lótu teir skorta.v28Og bygg og hoyggj til ross og akdjór flutti hvør teirra eftir skyldu síni hagar, sum kongur var. Vísdómur Sálomons v29Og Guð gav Sálomoni vísdóm og ovurmikla vitsku og skynsemi ómetaligt sum sandin við sævarflóð,v30so at vísdómur Sálomons var størri enn vísdómur alra Eysturbúgva og størri enn vísdómur Egyptalands.v31Hann var alra manna vitrastur, ja, vitrari enn Etan Ezraiti og Heman, Kalkol og Darda Máholssynir; og var hann navngitin hjá hvørji tjóð har um leið.v32Hann gjørdi trý túsund orðtøk, og sangir hans vóru eitt túsund og fimm í tali.v33Hann sang um trøini alt frá sedristrænum á Libanon og til ýsopsins, ið veksur út úr vegginum; og hann kvað um fæ og fuglar, skriðkykt og fiskar.v34Og menn komu av øllum tjóðum at hoyra vísdóm Sálomons, kongar úr øllum londum, ið hoyrt høvdu vísdóm hans gitnan. |