|
Fyrra Kongabók, kapittul 6 Bygging tempulsins v1Tá ið fýra hundrað og áttati ár vóru umliðin frá burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, í ziv mánaði, tað er í øðrum mánaði, tá ið Sálomon hevði verið kongur í fýra ár, fór hann undir at byggja Harranum templið.v2Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt.v3Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum.v4Og hann gjørdi á templinum rimagluggar við kørmum.v5Og upp við tempulvegginum bygdi hann liðarhús allan vegin kring um tempulveggin, kring um hitt heilaga og hitt alrahalgasta og gjørdi har í tvinnanda hæddum smáhøli allan vegin.v6Niðasta hæddin við smáhølum var fimm alnir breið, mittasta seks og triðja hædd sjey alnir breið; tí at hann hevði gjørt stallar uttan á tempulvegginum íkring, til tess at bitarnir úr smáhølunum ikki skuldu koma inn í tempulveggin. v7Og tá ið templið var í gerð, varð tað bygt av steinum, ið komu tilhøgdir úr grótholinum, so at hvørki hamar ella meitlar ella nakað jarnamboð hoyrdist í templinum, meðan tað var bygt.v8Hurðin inn í niðastu hædd á liðarhúsinum var á suðursíðu tempulsins, og haðan varð gingið á ringstiga upp á aðru hædd og av aðru upp á triðju.v9Soleiðis bygdi hann templið liðugt og bróstaði og takti tað við sedrisviði.v10Og hann bygdi liðarhúsið kring um alt templið, hvørja hæddina fimm alnir høga; og hann tengdi tað at templinum við sedrisbjálkum. v11Tá kom frá Harranum hetta orð til Sálomons:v12«Húsið hetta, ið tú fæst við at byggja – um tú fylgir fyriskipanum mínum og heldur lógir mínar og varðveitir boðorð míni, so at tú fylgir teimum, so skal eg evna tær heiti tað, eg gav Dávidi, faðir tínum,v13og taka upp bústað hjá Ísraelsbørnum og ikki geva fólk mítt Ísrael yvir.»v14Síðan bygdi Sálomon templið liðugt.v15Hann bróstaði tempulveggirnar innan við sedrisviði; og frá gólvi tempulsins og alt upp undir loftsbjálkarnar tiljaði hann tað innan við viði og læt gólvið verða lagt við syprisborðum.v16Tjúgu alnir frá aftasta veggi tempulsins skilaði hann frá við sedrisborðum frá gólvi undir bjálkar og gjørdi á tann hátt innhúsið, tað er hitt alrahalgasta.v17Og aðalhúsið frammanvert við innhúsið var fjøruti alnir.v18Templið var innan bróstað við sedrisviði, útskorin við urtum og blómukransum; alt var sett við sedrisviði; steinur sást ikki.v19Hann búði til innhúsið innast í templinum til tess at lata sáttmálaørk Harrans standa her.v20Innhúsið var tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tjúgu alnir hátt, og hann legði tað við dýrum gulli. Síðan gjørdi hann altarv21av sedrisviði framman fyri innhúsinum og legði tað við gulli. Og Sálomon legði templið innan við dýrum gulli og dró afturfyri við gullfestum.v22Alt templið, sum tað var, legði Sálomon við gulli, og alt altarið framman fyri innhúsið legði hann við gulli. v23Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar úr oljuviði, tíggju alnir høgar.v24Hvør vongur á báðum kerúbum var fimm alnir, soleiðis at tíggju alnir vóru frá endanum á øðrum veinginum at endanum á hinum veinginum.v25Báðir kerúbar vóru javnstórir og høvdu sama skap.v26Báðir kerúbar vóru tíggju alnir høgir.v27Hann setti kerúbarnar innast í templinum; og teir breiddu út veingir sínar, so at annar vongurin á øðrum nart við bróstið øðrumegin, men annar vongurin á hinum nart við bróstið hinumegin; men hinir báðir veingir teirra nurtu hvør við annan í miðjum húsinum.v28Kerúbarnar legði hann við gulli.v29Og øll bróst innan í templinum skrýddi hann við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum bæði har innari og har uttari.v30Eisini gólvið í templinum legði hann við gulli bæði har innari og har uttari.v31Fyri durum innhúsins læt hann gera veingjahurðar úr villum oljuviði; umgjørðin yvir durunum og durastavirnir myndaðu fimmhyrning.v32Í báðar veingjahurðarnar, ið vóru úr oljuviði, læt hann gera skurðverk av kerúbum, pálmum og blómukransum og leggja við gulli, soleiðis at gullið varð lagt inn í kerúbar og pálmar.v33Somuleiðis læt hann í durum aðalhúsins gera fýrhyrntar durastavir úr oljuviðiv34og tvær veingjahurðar úr syprisviði; hvør veingjahurðin var úr tveimum borðum, soleiðis at hvørt borðið hevði síni leikindi.v35Hann skrýddi tær við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum og legði skurðverkini við gulli.v36Og hann bygdi múrin kring innara forgarðin úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum.v37Á fjórða ári varð farið undir at byggja hús Harrans í mánaðinum ziv;v38og á ellivta ári í mánaðinum bul, ið er áttandi mánaður, var tað liðugt út í odd og egg; sjey ár var hann um at byggja tað. |