Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Kongabók, kapittul 9
Harrin birtist Sálomoni
v1Tá ið Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøllina og alt tað, sum honum hugaði at gera,v2birtist Harrin á øðrum sinni fyri honum, eins og hann birtist fyri honum í Gibeon;v3og Harrin segði við hann: «Eg havi hoyrt bøn og bønligu ákallan tína, ið tú hevur borið fram fyri ásjón mína; eg vil halga hetta húsið, ið tú hevur bygt, og lata navn mítt búgva har um ævir, og eygu míni og hjarta mítt skulu dvølja har allar dagar.v4Um tú vilt ganga fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi í hjartans sakloysi og rættlæti, og halda alt tað, ið eg havi boðið tær, og varðveita boðorð og lógir mínar,v5tá skal eg lata kongshásæti títt í Ísrael standa við um ævir, eins og eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Ikki skal tær vanta eftirmaður í hásæti Ísraels.v6Men um tit og synir tykkara víkja frá mær og ikki halda tær fyriskipanir og lógir, ið eg legði fyri tykkum, men fara at tæna øðrum gudum og falla teimum til kníggja,v7tá vil eg týna Ísrael burtur úr tí landi, sum eg gav teimum; og húsið, sum eg halgaði navni mínum, vil eg koyra burtur frá ásjón míni og lata Ísrael verða til spott og spei millum øll fólk,v8og hetta hús skal avtoftast, og hvør maður, ið har kemur framvið, man fara at øtast og spyrja speirekandi: Hví hevur Harrin farið soleiðis við hesum landi og hesum húsi?v9Tá munnu menn svara: Tað er tí, at teir søgdu burtur Harran, Guð sín, ið hevði leitt fedrar teirra út úr Egyptalandi, og hildu seg aftur at øðrum gudum, ið teir fullu til kníggja og tilbóðu. Tessvegna hevur Harrin latið alla hesa ógævu koma oman yvir teir.»
Frá Sálomoni og Hirami
v10Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, ið Sálomon var um at byggja bæði húsini, hús Harrans og kongshøllinav11– Hiram kongur í Týrus hevði hjálpt Sálomoni við sedrisviði, syprisviði og øllum tí gulli, sum hann ynskti – tá gav Sálomon kongur Hirami tjúgu borgir í landslutinum Galileu.v12Men tá ið Hiram kom úr Týrus til tess at hyggja at borgunum, ið Sálomon hevði givið honum, hóvaðu tær honum ikki;v13og hann mælti: «Hvørjar borgir eru hesar, ið tú hevur givið mær, bróðir!» Tí verða tær kallaðar enn í dag fyri Kabullandið.v14Men Hiram sendi Sálomoni eitt hundrað og tjúgu talentir av gulli.
Um bygging Sálomons
v15Her skal sigast frá, hvussu teir starvskyldumenn vóru fingnir til vega, ið Sálomon hevði havt til at byggja hús Harrans og sína egnu kongshøll, Millo og borgargarðarnar kring um Jerúsalem og borgirnar Házor, Megiddo og Gezer –v16Fárao, Egyptalands kongur, var farin herferð móti Gezer og hevði hertikið og sett eld á hana; allar Kánáanitar, sum búðu í borgini, hevði hann dripið og síðan givið hana dóttur síni, konu Sálomons, í heimanfylgju.v17Sálomon bygdi nú Gezer uppaftur og somuleiðis Niðaru Bet-Hóronv18og Báalat og Támar í oyðimørkini í Júdalandi,v19allar vistarborgir, ið Sálomon átti, og vagnborgir og reiðmannaborgir og alt annað, ið Sálomon fekk hug at byggja í Jerúsalem og Libanon og í øllum ríki sínum.v20Alt tað fólk, ið eftir var av Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Hivitum og Jebusitum og ikki vóru av Ísraels ætt –v21á eftirkomarar teirra, ið eftir vóru í landinum, og sum Ísraelsmenn ikki høvdu fingið avoytt, legði Sálomon ta starvskyldu, ið stendur við enn í dag;v22men av Ísraelsmonnum læt hann ongan vera træl; teir vóru hermenn og embætismenn hans, høvdingar og hetjur og oddamenn fyri vagnliði og reiðmannaliði hans.v23Yvirfútarnir, ið settir vóru yvir verk Sálomons, vóru í tali fimm hundrað og fimmti; teir høvdu eftirlit við teimum monnum, ið vunnu at verkinum.v24Beint sum dóttir Fárao var flutt úr Dávidsborgini niðan í hús sítt, ið hann hevði bygt henni, fór hann undir at byggja Millo.v25Tríggjar ferðir um árið ofraði Sálomon brennioffur og takkaroffur á tí altari, sum hann hevði gjørt Harranum, og ofraði roykilsisoffur á tí altari, ið stóð frammi fyri ásjón Harrans. Soleiðis fullgjørdi Sálomon templið.
Sálomon letur smíða skip
v26Sálomon kongur læt eisini smíða skip í Ezjon-Geber, ið er við Elat á Reyðahavsstrondini í Edóms landi.v27Og Hiram læt menn sínar, ið vóru sjókønir farmenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomons.v28Teir fóru til Ofir og fluttu haðan fýra hundrað og tjúgu talentir av gulli og fingu Sálomoni kongi tað.