|
Seinna Kongabók, kapittul 13 Jóahaz av Ísrael v1Á tjúgunda og triðja ríkisári Jóasar Áhazjasonar, Júda kongs, varð Jóahaz, sonur Jehu, kongur í Sámáriu yvir Ísrael; og hann sat sum kongur í seytjan ár.v2Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans og helt áfram í teim syndum, sum Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Av teimum lætti hann ikki.v3Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann gav teir allar dagar upp í hendur Házaels, kongs Áramita, og upp í hendur Benhádads Házaelssonar.v4Tá royndi Jóahaz at blíðka Harran, og Harrin bønhoyrdi hann, av tí at hann sá tær trongdir, ið kongur Áramita elvdi Ísrael.v5Harrin sendi tá Ísrael hjálparmann, ið bjargaði teimum undan valdi Áramita, so at teir aftur fingu búð í tjøldum sínum.v6Tó lættu teir ikki av teimum syndum, ið Jeróboam hevði fingið Ísrael til at gera, men teir hildu áfram í teimum; og Ásjerustólpan í Sámáriu lótu teir standa.v7At endanum hevði Jóahaz ikki meira herfólk eftir enn fimmti reiðmenn, tíggju hervagnar og tíggju túsund mans av gonguherfólki, tí at kongur Áramita hevði avoytt tað eins og dustið á treskivølli. v8Tað, ið meira er at siga um Jóahaz, um alt, sum hann gjørdi, og roysnisverk hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga.v9Síðan legðist Jóahaz til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu. Og Jóas, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Jóas av Ísrael; Elisa andast v10Á tríatiunda og sjeynda ríkisári Jóasar, Júda kongs, varð Jóas Jóahazson kongur yvir Ísrael, og hann sat sum kongur í Sámáriu í sekstan ár.v11Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og lætti ikki av øllum teim syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera; í teimum helt hann áfram. v12Men tað, ið meira er at siga um Jóas, um tað, sum hann gjørdi, og tey roysnisverk, sum hann útinti á herferðum sínum móti Ámazja, Júda kongi, tað stendur jú ritað í árbókum Ísraels konga.v13Og Jóas legðist til hvíldar hjá fedrum sínum, og Jeróboam settist í hásæti hans. Jóas varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. v14Tá ið Elisa fekk ta sóttina, ið var honum at bana, kom Jóas, Ísraels kongur, til hansara og græt uppi yvir honum og segði: «Faðir mín! Faðir mín! Tú Ísraels vagnar og reiðmenn!»v15Men Elisa segði við hann: «Kom við boga og ørvum!» Og hann flýggjaði honum boga og ørvar.v16Tá mælti hann við Ísraels kong: «Legg hond tína á bogan!» Og tá ið hann hevði lagt hond sína á bogan, legði Elisa hendur sínar oman á hendur kongsv17og mælti: «Lat upp gluggan móti eystri!» Hann so gjørdi. Tá mælti Elisa: «Skjót!» Og hann skeyt. Uppaftur mælti hann: «Sigursørv frá Harranum! Sigursørv yvir Áramitar! Tú skalt vinna sigur á Áramitum í Áfek, til teir eru avoyddir!»v18Síðan mælti hann: «Tak ørvarnar!» Og hann tók tær. Tá segði hann við Ísraels kong: «Slá á jørðina!» Og hann sló tríggjar ferðir og lætti síðan av.v19Tá reiddist Guðsmaðurin á hann og mælti: «Tú átti at sligið fimm ella seks ferðir, so hevði tú eina ferð med alla vunnið sigur á Áramitum; men nú skalt tú einans tríggjar ferðir vinna sigur á teimum!» v20So doyði Elisa og varð jarðaður. Men á hvørjum ári brutust móabitiskir ránsflokkar inn í landið.v21Tá bar so á, at nakrir Ísraelitar fingust við at jarða mann; og tá ið teir bóru eyga við ránsflokk, tveittu teir mannin í grøvina hjá Elisa og rýmdu; men tá ið maðurin nart við beinini á Elisa, livnaði hann upp og fór á føtur. v22Házael, kongur Áramita, trongdi at Ísrael, so leingi sum Jóahaz livdi.v23Men Harrin var várkunnsamur og eymkaði teir vegna sáttmála sín við Ábraham, Ísak og Jákup; hann vildi ikki avoyða teir; og hann hevði enn ikki koyrt teir burtur frá ásjón síni.v24Men tá ið Házael, kongur Áramita, var deyður, og Benhádad, sonur hansara, hevði tikið ríki eftir hann,v25tá tók Jóas Jóahazson tær borgir aftur frá Benhádadi Házaelssyni, sum Házael í bardaga hevði tikið frá Jóahazi, faðir hansara. Tríggjar ferðir vann Jóas sigur á honum og fekk borgir Ísraels aftur. |