|
Seinna Kongabók, kapittul 17 Hósea av Ísrael. Fall Ísraels v1Á tólvta ríkisári Ákazar, Júda kongs, varð Hósea Elason kongur yvir Ísrael, og hann ríkti í Sámáriu í níggju ár.v2Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og teir Ísraels kongar, ið undan honum høvdu verið. v3Móti honum fór Salmanassar, Assýriu kongur, herferð, og Hósea gav seg undir hann og galt honum skatt.v4Men tá ið Assýriu kongur varð varur við, at Hósea hugsaði um svikræði, við tað at hann sendi ørindrekar á fund við So, Egyptalands kong, og ikki galt Assýriu kongi hin árliga skattin, tá læt Assýriu kongur hann taka á hondum og rindaði hann í myrkustovu.v5Síðan herjaði Assýriu kongur um alt landið og fór móti Sámáriu og kringsetti hana í trý ár.v6Men á níggjunda ríkisári Hósea hertók Assýriu kongur Sámáriu og herleiddi Ísrael til Assurs; og hann fekk teimum bústað í Hála og við Hábor, Gózans á, og í borgum Medialands. v7Men hetta bar á, av tí at Ísraelsmenn høvdu syndað móti Harranum, Guði sínum, ið hevði leitt teir út úr Egyptalandi undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs, og dýrkað aðrar gudar.v8Teir fóru eftir siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur fyri teimum, og eftir siðum teirra konga, ið teir sjálvir høvdu skipað sær.v9Eisini funnu Ísraelsmenn upp á tað, ið rangt var fyri Harranum, Guði teirra, og bygdu sær offurheyggjar í øllum borgum teirra, bæði varðtorn og víggirdar borgir.v10Teir settu upp steinsúlur og Ásjerustólpar á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træiv11og birtu har offurbál á øllum heyggjum, eins og tær tjóðir gjørdu, ið Harrin hevði rikið burtur fyri teimum; og teir høvdust at tí, sum ilt var, til tess at reita Harran.v12Teir dýrkaðu andstyggiligar gudar, tó at Harrin hevði sagt við teir: «Tílíkt skulu tit ikki gera!»v13Og Harrin hevði givið bæði Ísrael og Júda ávaring við øllum profetum sínum og síggjarum og sagt: «Farið burtur av tykkara vándu vegum og varðveitið boðorð míni og fyriskipanir í øllum greinum samsvarandi lógini, sum eg legði fyri fedrar tykkara, og sum eg havi kunngjørt tykkum við tænarum mínum, profetunum.v14Men teir lurtaðu ikki eftir, heldur gjørdust teir harðrendir eins og fedrar teirra, ið ikki troystaðu á Harran, Guð sín.v15Teir vanmettu fyriskipanir hansara og tann sáttmála, ið hann hevði gjørt við fedrar teirra, og vitnisburðir hansara, sum hann hevði lagt teimum eina við; teir eltu fánýtar gudar og vórðu fánýtir og fylgdu í fáfongd fyridømum teirra tjóða, ið kring um teir búðu, tó at Harrin hevði lagt teimum ríkan við ikki at gera eins og tær.v16Teir havnaðu øllum boðorðum Harrans, Guðs síns, og gjørdu sær stoyptar gudamyndir, tveir kálvar, og settu upp Ásjerustólpar og fullu øllum heri himinsins til kníggja og dýrkaðu Báal;v17ja, teir lótu eisini synir sínar og døtur ganga gjøgnum eldin og fingust við gand og fjølkunnu og seldu seg til at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, til tess at reita hann.v18Tessvegna tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael; og hann rak teir burtur frá ásjón síni, so at einki var eftir av teimum uttan Júda ætt.v19Men heldur ikki Júdamenn hildu boð Harrans, Guðs síns; teir fylgdu teimum siðum Ísraelsmanna, sum teir sjálvir høvdu skipað.v20Tessvegna segði Harrin burtur alt Ísraels kyn og eyðmýkti teir og gav teir upp í hendur ránsmanna til tess at reka teir burtur frá ásjón síni. v21Tí at tá ið Ísrael hevði slitið seg frá húsi Dávids, og teir høvdu tikið sær Jeróboam Nebatsson til kong, tá fekk Jeróboam Ísraelsmenn til at siga burtur Harran og gera mikla synd.v22Og Ísraelsmenn hildu áfram í øllum syndum Jeróboams og lættu ikki av teimum,v23hagar til Harrin rak Ísrael burtur frá ásjón síni, so sum hann hevði hótt við tænarum sínum, profetunum. Soleiðis varð Ísrael herleiddur burtur úr landi sínum til Assýriu, og er hann har enn í dag. Sámáriubúgvar og gudsdýrkan teirra v24Men Assýriu kongur flutti inn búreisingar úr Bábel og Kúta, úr Avva og Hámat og Sefarváim og læt teir reisa búgv í borgum Sámáriulands í stað Ísraelsmanna, og teir ognaðu sær landið og búsettust í borgum tess.v25Men tað hendi, tá ið teir høvdu búð har stutta stund og ikki óttaðust Harran, at Harrin beitti ljón eftir teimum, ið elvdu miklan mannskaða.v26Tá sendu teir Assýriu kongi hesi boð: «Tær tjóðir, sum tú flutti burtur og lætst búsetast í Sámáriulands borgum, vita ikki, hvussu gudurin í hesum landi eigur at vera dýrkaður; tí hevur hann beitt ljón eftir teimum, og tey elva nú miklan mannskaða, av tí at menn ikki vita, hvussu gudur landsins eigur at vera dýrkaður.v27Assýriu kongur skipaði tá soleiðis fyri: «Flytið aftur hagar ein av prestunum, sum eg herleiddi haðan, og latið hann koma og búsetast har og kenna teimum, hvussu gudur landsins eigur at vera dýrkaður!»v28Tá kom ein av prestunum teimum, ið burtur høvdu verið riknir úr Sámáriulandi, og búsettist í Betel og kendi teimum, hvussu teir skuldu óttast Harran.v29Allar hesar tjóðir gjørdu sær hvør sín gud, sum tær settu upp í hovunum á heyggjum teimum, ið Sámáriubúgvar høvdu gjørt, hvør tjóðflokkur fyri seg í sínum borgum, har teir búðu.v30Bábelmenn gjørdu sær Sukkot-Benot, menninir úr Kúta gjørdu sær Nergal og menninir úr Hámat Ásjima.v31Avvijitar gjørdu sær Nibhaz og Tartak, men Sefarvitar brendu børn síni til handa Ádrammeleki og Ánammeleki, gudum Sefarváims.v32Teir óttaðust eisini Harran og skipaðu tí av teirra egnu monnum prestar á offurheyggjunum; hesir ofraðu fyri teir í hovunum á offurheyggjunum.v33Soleiðis óttaðust teir Harran og dýrkaðu samstundis sínar egnu gudar eftir siðum teirra tjóða, sum teir vóru fluttir burtur frá. v34Enn í dag fylgja teir fornum siði. Teir óttast ikki Harran og ganga ikki eftir teimum fyriskipanum og lógmáli og eftir teirri lóg og teimum boðorðum, ið Harrin hevði fyriskipað sonum Jákups, sum hann gav navnið Ísrael.v35Tó hevði Harrin gjørt sáttmála við teir og lagt hesar treytir við: «Óttist ikki aðrar gudar, tilbiðið teir ikki og tænið teimum ikki, ofrið teimum heldur ikki sláturoffur,v36men Harran, ið leiddi tykkum úr Egyptalandi við miklum mátti og útrættum armi, hann skulu tit óttast og tilbiðja, og til hansara skulu tit ofra.v37Men tær fyriskipanir og lógmál og ta lóg og tey boðorð, ið Harrin hevur ritað tykkum til handa, tey skulu tit varðveita í øllum greinum allar dagar og ikki óttast aðrar gudar.v38Og sáttmálan, ið hann hevur gjørt við tykkum, skulu tit ikki gloyma, og ikki skulu tit óttast aðrar gudar;v39men Harran, Guð tykkara, skulu tit óttast; tá man hann bjarga tykkum undan valdi alra fígginda tykkara!»v40Men teir vildu ikki hoyra og fylgdu alsamt fornum siðum. v41Soleiðis óttaðust hesar tjóðir Harran, men dýrkaðu samstundis gudamyndir sínar. Børn og barnabørn teirra gera enn í dag tað sama, sum fedrarnir gjørdu. |