Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Kongabók, kapittul 19
Jesaja uggar kong
v1Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg við sekki og gekk inn í hús Harrans.v2Og hann sendi teir Eljakim drottseta og Sjebna skrivara og teir elstu av prestunum huldar við sekki á fund við Jesaja profet Ámozsonv3til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við trongdum, revsing og vanæru, tí at barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er til at føða!v4Kanska Harrin, Guð tín, hoyrir alt, sum Rabsjake sigur, ið sendur er av Assýriu kongi, harra sínum, til at spotta hin livandi Guð; og kanska hann revsar hann fyri tey orð, ið Harrin, Guð tín, hevur hoyrt. Gakk tí í forbøn fyri ta leivdina, sum enn er eftir!»v5Men tá ið tænarar Hizkia kongs komu til Jesaja,v6segði hann við teir: «Sigið við harra tykkara: So sigur Harrin: Óttast ikki tey hádingsorð, ið tú hoyrir sveinar Assýriu kongs háða meg við,v7tí at eg vil broyta ætlan hans, og hann skal spyrja tíðindi og fara heim aftur í land sítt; og har vil eg lata hann falla fyri svørði í sínum egna landi!»
Libna kringsett
v8Síðan snúðist Rabsjake við aftur og hitti Assýriu kong, sum tá kringsetti Libna; tí at hann hevði frætt, at hann var farin úr Lákisj.
Tirhaka ráðst á; bræv Sankeribs til Hizkia
v9Har fekk hann fregn um, at Tirhaka, kongur á Blálondum, var farin at herja á hann; tá sendi hann aftur ørindrekar til Hizkia og segði við teir:v10«Soleiðis skulu tit siga við Hizkia, Júda kong: Lat ikki Guð tín, sum tú troystar á, tøla teg til at hugsa: Jerúsalem verður ikki givin upp í hendur Assýriu kongs!v11Tú hevur jú hoyrt, hvussu Assýriu kongar hava farið við øllum londum, hvussu teir hava avoytt tey. Og skuldi tú tá sloppið undan?v12Vórðu tær tjóðir, ið forfedrar mínir týndu, Gózan, Káran og Rezef og Edensmenn í Telassar, bjargaðar av gudum sínum?v13Hvar er nú kongurin av Hámat og kongurin av Arpad ella kongurin av Sefarváim, Hena og Ivva?»
Bøn Hizkia
v14Tá ið Hizkia hevði tikið við brævinum av ørindrekunum og lisið tað, gekk hann niðan í hús Harrans og legði tað opið fram fyri ásjón Harrans.v15Tá bað Hizkia hesa bøn frammi fyri Harranum og segði: «Harri, Ísraels Guð, ið situr uppi yvir kerúbum, tú eina ert Guð yvir øllum kongaríkjum á fold; tú hevur skapað himin og jørð.v16Legg nú, Harri, oyra títt við og hoyr; lat upp, Harri, eygu tíni og síggj! Hoyr orð Sankeribs, ið hann hevur sent higar til tess at háða hin livandi Guð.v17Satt er tað, Harri, at Assýriu kongar hava avoytt allar tjóðir og lond teirrav18og kastað gudar teirra í eldin; men teir eru jú ikki gudar, teir eru verk av manna hondum, stokkar og steinar, tí kundu teir týna teir.v19Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, eina ert Guð!»
Kvæði Jesaja um Sankerib
v20Tá sendi Jesaja Ámozson hesi boð til Hizkia: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tú hevur biðið meg um hjálp móti Sankerib, Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt teg!v21Hetta er tað orðið, ið Harrin hevur talað ímóti honum: Moyggin, Zions dóttir, háðar og spottar teg, dóttir Jorsalborgar ristir høvur eftir tær.v22Hvønn hevur tú háðað og vanvirt? Móti hvørjum hevur tú mælt og hevjað hátt tíni eygu? Móti hinum heilaga í Ísrael!v23Við ørindrekum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: Við fjøld av hervagnum mínum fór eg niðan á hæddir fjallanna, dygst niðan á Libanons fjall; tess háttvaksnu sedristrø høgdi eg niður og tess frálíku sypristrø. Eg tokaði niðan á ytsta herbergi tess, har sum aldinskógurin var tættastur.v24Eg gróv út fremmant vatn og drakk tað; turrskøddur fór eg um allar áir Egyptalands!v25Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag; í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú læt eg tað koma fram, so at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum.v26Men íbúgvar teirra sótu máttleysir, ræddir og skemdir, vórðu eins og grasið á bønum og grønkandi nálir, eins og gras á tekju og vøllur í eystanvindi.v27Eg síggi teg standa og sita, fara og koma; stórlæti títt er mær kunnugt;v28men vegna stórlætis tíns móti mær og yvirhuga, ið mær er komin fyri oyra, vil eg krøkja ring mín í nasar tínar og leggja boksl mítt í munn tín og føra teg aftur sama veg, sum tú komst!
Eitt jartekin
v29Og hetta skal vera tær tekinið: Í ár skulu tit eta tað, ið grør upp av sjálvsáaðum korni, næsta ár tað, sum grør upp av tí, ið sjálvsáað var; men triðja árið skulu tit sáa og heysta, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra.v30Og tað, ið undan hevur komist av Júda ætt, skal festa røtur í neðra og bera ávøkst í erva.v31Tí at frá Jorsalborg skal ganga út leivd og tey, ið undan komast frá Zions fjalli. Vandlæti Harrans man útinna hetta.
Spádómur um frelsu Jerúsalems
v32Tí sigur Harrin soleiðis um Assýriu kongin: Ikki skal hann koma inn í hesa borg, og onga ørvina skal hann skjóta inn hagar, ongan herskjøldur bera at henni og ongan virkisgarð laða upp móti henni!v33Hann skal fara avstað aftur sama veg, sum hann kom, inn í hesa borg skal hann ikki koma, sigur Harrin.v34Eg vil verja hesa borg og frelsa hana vegna mín og vegna Dávids, tænara míns!»
Herur Sankeribs ferst. Sankerib doyr
v35Somu nátt fór eingil Harrans út og jarðlegði í herbúðum Assýriu kongs eitt hundrað og áttati og fimm túsund mans. Og sí, morgunin eftir snimma, tá lógu teir allir lík.v36Tá fór Sankerib, Assýriu kongur, avstað og helt ferð síni heim aftur og sat síðan kvirrur í Ninive.v37Men einaferð, meðan hann hevði bønarhald í hovi Nisroks, guds síns, komu Ádrammelek og Sárezer og vógu hann við svørði; síðan flýddu teir til Árarats land. Og Ásarhaddon, sonur hans, tók ríkið eftir hann.