|
Seinna Kongabók, kapittul 22 Jósia. Lógbókin verður funnin í templinum v1Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í tríati og eitt ár. Móðir hans æt Jedida Ádajadóttir úr Bozkat.v2Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gekk trúliga í fótasporum Dávids, forfaðirs síns, og veik hvørki til høgru ella vinstru. v3Á átjanda ríkisári Jósia kongs sendi kongur Sjáfan Ázaljason, Mesjullamssonar, ríkisskrivara niðan í hús Harrans og segði:v4«Far niðan til Hilkia høvuðsprests og lat hann taka fram tað fæ, sum komið er inn í hús Harrans, tað, sum duravørðirnir hava savnað saman frá fólki,v5til tess at tað verður fingið verkstjórunum, teimum, ið hava umsjón við húsi Harrans; teir skulu so lata tað upp í hendurnar á teimum, ið vinna at tí verki at væla um tempul Harrans,v6á træsmiðunum, byggingarmonnunum og múrarunum, til tess at keypa við og høgdar steinar til at gera templið aftur við;v7tó nýtist teim ikki at halda roknskap við tí fæ, ið teimum verður fingið upp í hendur; teir skulu gera tað upp á æru og trúgv.» v8Tá segði Hilkia høvuðsprestur við Sjáfan ríkisskrivara: «Eg havi funnið lógbókina í húsi Harrans!» Og Hilkia fekk Sjáfani bókina, og hann las hana.v9Sjáfan ríkisskrivari kom tá og gav kongi frágreiðing og segði: «Tænarar tínir hava latið av hondum tað fæ, ið fanst í templinum, og hava givið verkstjórunum tað, teimum, ið hava umsjón við húsi Harrans.»v10Síðan greindi Sjáfan ríkisskrivari konginum frá, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Sjáfan las hana fyri kongi.v11Men tá ið kongur hoyrdi orð lógbókarinnar, skræddi hann klæði síni sundur.v12Tá beyð kongur Hilkia presti og Áhikami Sjáfanssyni, Akbori Mikajasyni og Sjáfani ríkisskrivara og Ásaja kongstænara og segði:v13«Farið og leitið ráð við Harran fyri meg og fólkið og fyri allan Júda um hesa nýfunnu bók, tí at mikil má vreiði Harrans vera, sum tendrað er ímóti okkum, av tí at fedrar okkara ikki hava verið móti orðunum í hesi bók til tess at gera eftir øllum tí, sum stendur í henni!» v14Tá fóru teir, Hilkia prestur, Áhikam, Akbor, Sjáfan og Ásaja til Huldu profetkonu, konu Sjallums Tikvasonar, Harhassonar, ið goymdi at klædnabúrinum; hon búði í Jerúsalem í nýggja býlingi. Og talaðu teir við hana.v15Hon segði við teir: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sigið við mannin tann, ið sent tykkum hevur til mín:v16So sigur Harrin: Sí, eg lati ógævu koma yvir henda stað og íbúgvar hans, allar hóttur í hesi bók, ið Júda kongur hevur lisið,v17fyri at teir hava sagt meg burtur og kveikt øðrum gudum offureld til tess at reita meg við handaverkum sínum, so at bræði mín brennur ímóti hesum staði og ikki sloknar.v18Men sigið við Júda kong, ið sendi tykkum til at leita ráð við Harran: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Orðini, sum tú hevur hoyrt, skulu standa við,v19men av tí at hjarta títt blotnaði, so at tú eyðmýkti teg fyri mær, tá ið tú hoyrdi tað, sum eg hevði talað móti hesum staði og íbúgvum hans, at teir skuldu verða at oyðing og bølbiðing, og av tí at tú skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón míni, tessvegna havi eg bønhoyrt teg, sigur Harrin;v20tí vil eg lata teg savnast til fedrar tínar og koma í friði niður í grøv tína, og tú skalt ikki sjálvur fáa at síggja alla ta ógævu, sum eg vil lata koma yvir henda stað.» Hetta svarið fluttu teir nú kongi. |