|
Seinna Kongabók, kapittul 25 Oyðing Jerúsalems og fall Júdaríkisins v1Men Zidkia sleit trúnað við Bábel kong; á níggjunda ríkisári hans á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar fór tí Nebukadnezar, Bábel kongur, við øllum heri sínum ímóti Jerúsalem og kringsetti hana; og teir bygdu hervirki kring um hana.v2Borgin var soleiðis kringsett alt fram at ellivta ríkisári Zidkia kongs.v3Á níggjunda degi hins fjórða mánaðar, tá ið svølturin var harður í borgini, og fólk landsins einki hevði at eta,v4tá varð lið brotið inn í borgina. Kongurin flýddi um náttina við øllum hermonnum sínum gjøgnum liðið, sum var millum báðar múrarnar tætt við kongsgarðin, meðan Kaldear sótu um borgina, og hann helt ferðini móti Árabaslættanum.v5Men herur Kaldea helt aftan á kongin og fekk hann aftur á Jerikoslættanum; tá var allur herur hansara spjaddur burtur frá honum.v6Teir tóku kongin á hondum og fluttu hann til Ribla til Bábel kongs; og har varð hann dømdur.v7Synir hansara drópu teir fyri eygum hans, síðan stungu teir eygu hansara út og løgdu hann í koparfjøtur, og soleiðis fluttu teir hann til Bábel. v8Men á sjeynda degi hins fimta mánaðar – á nítjanda ríkisári Nebukadnezars, Bábel kongs – kom Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi, ein av tænarum Bábel kongs, til Jerúsalem;v9hann setti eld á hús Harrans og kongshøllina og brendi upp øll hús í Jerúsalem og øll hús hjá megnarmonnum.v10Og allir hermenn Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, brutu Jerúsalems borgargarðar niður.v11Tað, sum eftir var av fólki í borgini og hersvíkjararnar, sum rýmdir vóru yvir til Bábel kongs, og somuleiðis tað, ið eftir var av ídnaðarmonnum, herleiddi Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi.v12Men lívvarðarhøvdingin læt nakað av roðstúkufólki landsins vera eftir sum víngarðsmenn og akurdyrkarar.v13Koparsúlurnar í húsi Harrans og kervagnarnar og koparhavið, sum var í húsi Harrans, brutu Kaldear sundur og fluttu koparið til Bábel.v14Og pottarnar og eldspakarnar, knívarnar og bollarnar og øll koparamboð, ið nýtt høvdu verið við gudstænastuna, tóku teir.v15Eisini tók lívvarðarhøvdingin eldpannurnar og offurbollarnar, sum vóru av gulli og silvuri;v16báðar súlurnar, havið og kervagnarnar, sum Sálomon hevði latið gera í húsi Harrans – koparið av øllum hesum lutum varð ikki vigað.v17Átjan alnir var onnur súlan høg, uppi á henni var súlnahøvd av kopari, tríggjar alnir høgt; rutt net og granatepli vóru kring um súlnahøvdið, alt samalt av kopari; á sama hátt var hin súlan gjørd. v18Lívvarðarhøvdingin tók Seraja høvuðsprest og Zefanja annan prest og duravørðirnar tríggjar.v19Og úr borgini tók hann ein hirðmann, sum var á odda fyri herfólkinum, og fimm mans av teimum, ið stóðu kongi næstir, og sum enn funnust í borgini, og somuleiðis skrivara herhøvdingans, ið beyð út fólkinum til hertænastu, og seksti mans av fólki landsins, sum eftir var í borgini –v20teir tók Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi og flutti til Ribla til Bábel kongs.v21Og Bábel kongur læt teir drepa í Ribla í Hámats landi. Soleiðis varð Júda herleiddur úr landi sínum. Gedalja v22Yvir fólkinum, ið eftir var í landinum, teimum, ið Nebukadnezar, Bábel kongur, hevði latið vera eftir, setti hann Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar.v23Men tá ið herhøvdingarnir og menn teirra frættu, at Bábel kongur hevði skipað Gedalja landsstjóra, fóru teir til Mizpa á fund við hann, Ísmael Netanjason, Jóhanan Káreason, Seraja Tanhumetsson úr Netofa og Jáazanja, sonur Máakatitans, saman við monnum sínum.v24Tá legði Gedalja teimum og monnum teirra dýrt við og segði við teir: «Óttist ikki fyri Kaldeum; verðið verandi í landinum og tænið Bábel kongi; tá man vignast tykkum væl!»v25Men í sjeynda mánaði komu teir Ísmael Natanjason Elisjámasonar av kongsætt og tíggju mans við honum og drópu Gedalja og teir Júdamenn og Kaldear, ið hjá honum vóru í Mizpa.v26Tá helt alt fólkið avstað, bæði ung og gomul og herhøvdingarnir, og teir fóru til Egyptalands, tí teir óttaðust Kaldear. Jójakin verður náðaður v27Men á tríatiunda og sjeynda útlegdarári Jójakins, Júda kongs, á tjúgunda og sjeynda degi hins tólvta mánaðar, náðaði Evil-Merodak, Bábel kongur – ið tað árið var vorðin kongur – Jójakin, Júda kong, og slepti honum úr myrkustovu.v28Hann talaði blídliga við hann og gav honum sæti fyri oman teir kongar, ið hjá honum vóru í Bábel.v29Jójakin fór úr fangabúna sínum og át dagliga við kongsins borð, so leingi sum hann livdi.v30Og alla ævi sína fekk hann vistir av kongi, alt tað, ið honum hvønn dag var tørvur á. |