Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Kongabók, kapittul 6
Elisa og hin horvna øksin
v1Einaferð søgdu profetasynirnir við Elisa: «Sí, hetta høli, sum vit sita í framman fyri tær, er vorðið okkum ov trongt.v2Loyv okkum at fara oman at Jórdan og taka haðan hvør sín stokk og byggja okkum har høli at sita í!» Hann svaraði: «Ja, gerið so!»v3Tá mælti ein teirra: «Ger okkum tann beina at koma við tænarum tínum!» Hann svaraði: «Ja, eg skal koma!»v4Síðan fór hann við teimum, og tá ið teir komu oman at Jórdan, tóku teir at fella trø.v5Men sum nú ein teirra fekst við at høgga eitt træ, misti hann øksina í ánna. Tá rópaði hann: «Á, harri mín, hatta var øks, sum eg hevði lænt!»v6Men Guðsmaðurin mælti: «Hvar datt hon?» Og tá ið hann hevði sýnt honum staðin, skar hann viðargrein av og blakaði hana út hagar; tá flotnaði øksin.v7Síðan segði hann: «Tak hana nú!» Tá rætti maðurin hondina út og tók hana.
Elisa blindar hin árameiska herin
v8Eina ferð tá kongur Áramita stríddist móti Ísrael, samráddist hann við menn sínar og mælti: «Á tí og tí staði skulu tit leggja tykkum á loynum!»v9Men Guðsmaðurin sendi Ísraels kongi boð um hetta og segði: «Varnist at fara fram við hasum staði, tí at har liggja Áramitar á loynum!»v10Ísraels kongur sendi tá varðmenn á tann stað, sum Guðsmaðurin hevði talað um. Soleiðis varaði hann Ísraels kong við ikki bert eina, men mangar ferðir.v11Árams kongur órógvaðist í huga um hetta, og hann stevndi monnum sínum saman og mælti við teir: «Kunnu tit ikki siga mær, hvør tað er, ið smettar fyri Ísraels kongi um loyndarmál okkara?»v12Tá mælti ein av monnum hansara: «Nei, kongur, harri mín, tað er ikki so, men Elisa profetur í Ísrael er tað, sum flytur Ísraels kongi boð um alt, sum tú talar í skemmu tíni.»
v13Tá segði hann: «Farið og vitið, hvar hann er, so skal eg senda menn og lata hann taka á hondum!» Tá ið hann nú frætti, at hann var í Dótan,v14sendi hann avstað ross og vagnar og mikið herlið, og teir komu hagar á náttartíð og kringsettu borgina.v15Snimma morgunin eftir, tá ið Guðsmaðurin fór út fyri dyr, sær hann herlið kring um borgina og ross og vagnar. Tá segði sveinur hansara við hann: «Á, harri mín, hvussu skulu vit gera?»v16Hann svaraði: «Óttast ikki, tí at teir, ið við okkum eru, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum!»v17Tá fór Elisa at biðja og mælti: «Harri, lat eygu hans upp, so hann sær!» Og Harrin læt eygu sveinsins upp, og tá sá hann fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa.v18Teir fóru nú oman ímóti honum, men Elisa ákallaði Harran og segði: «Blinda tú hetta fólkið!» Tá blindaði hann eygu teirra, eins og Elisa hevði biðið.v19Elisa segði tá við teir: «Hetta er ikki vegurin, og hetta er ikki borgin. Komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin tann, ið tit leita eftir!» Síðan fylgdi hann teimum til Sámáriu.v20Men tá ið teir vóru komnir inn í Sámáriu, fór Elisa at biðja og segði: «Harri, lat nú eygu teirra upp, so at teir síggja!» Tá læt Harrin eygu teirra upp, og teir sóu, at teir vóru í miðjari Sámáriu.v21Tá ið Ísraels kongur sá teir, segði hann við Elisa: «Faðir mín, skal eg høgga teir niður?»v22Men hann svaraði: «Ikki mást tú høgga teir niður! Ert tú vanur at jarðleggja teir, sum tú hertekur við svørði og boga? Gev teimum heldur at eta og drekka, og lat teir síðan snúgvast heim aftur til harra síns!»v23Hann setti tá nógvan mat fyri teir; og tá ið teir høvdu etið og drukkið, sendi hann teir avstað; og fóru teir heim aftur til harra síns. Eftir tað ráddust áramitiskir ránsflokkar ikki aftur á Ísrael.
Hungursneyðin í hini kringsettu Sámáriu
v24Eftir hetta bar so á, at Benhádad, kongur Áramita, dró saman allan her sín og fór og kringsetti Sámáriu.v25Men meðan teir sótu um Sámáriu, var tílíkur svøltur har, at eitt asnahøvd kostaði áttati siklar í silvuri og ein fjórðings káb av dúgvudriti fimm siklar í silvuri.v26Meðan Ísraels kongur ein dagin spákaði uppi á borgargarðinum, rópaði ein kona á hann og mælti: «Hjálp, kongur, harri mín!»v27Hann svaraði henni: «Hjálpir Harrin tær ikki, hvaðan skal eg tá veita hjálp? Frá treskivøllinum ella frá vínfarginum?»v28Kongur spurdi hana aftur: «Hvat er tað tá, tú vilt?» Hon svaraði: «Handa konan segði við meg: Kom við syni tínum, latum okkum eta hann í dag, í morgin skulu vit eta son mín!v29Síðan kókaðu vit son mín og ótu hann; men tá ið eg dagin eftir segði við hana: Kom nú við syni tínum og latum okkum eta hann! Tá krógvaði hon son sín.»v30Tá ið kongur hoyrdi konuna siga hetta, skræddi hann klæði síni, har sum hann stóð uppi á borgargarðinum; tá sá fólkið, at hann var ílatin sekki innast við holdið.v31Og hann mælti: «Harrin lati bæði hetta og hatta koma yvir meg nú og framvegis, um høvdið á Elisa Sjáfatssyni verður sitandi á honum til kvølds!»
v32Tessámillum sat Elisa heima við hús, og hinir elstu sótu kring um hann. Tá sendi kongur ørindreka undan sær; men áður enn hann var komin vegin fram, mælti Elisa við hinar elstu: «Vita tit, at hasin blóðmaðurin hevur sent mann avstað at høgga høvdið av mær? Ansið tí eftir at loka dyrnar, tá ið hann kemur og standið fyri hurðini, so at hann ikki sleppur inn! Longu man eg hoyra harra hansara koma rennandi aftan á hann.»v33Áðrenn hann hevði lokið talu sína, tá var kongur komin oman til hansara og mælti: «Nú sært tú sjálvur, hvussu mikla ógævu Harrin hevur sent; hví skal eg longur vóna á Harran?»