|
Seinna Kongabók, kapittul 8 Elisa gevur hini sjúnamitisku konuni ráð v1Elisa segði við konuna, ið sonin átti, sum hann hevði givið lív aftur: «Rým burtur við øllum húski tínum og tak upp bústað tín onkustaðni í útisetri, tí at Harrin letur svølt koma yvir landið, sum skal vara í sjey ár!»v2Konan búði seg til og gjørdi, sum Guðsmaðurin hevði sagt; og hon fór avstað við húski sínum og dvaldist í útisetri hjá Filistum í sjey ár.v3Men tá ið tey sjey árini vóru umliðin, kom konan aftur úr Filistalandi; og hon fór og bønaði kong um at hjálpa sær við at fáa hús og jørð aftur.v4Kongur stóð tá og talaði við Gehazi, svein Guðsmansins, og segði: «Sig mær gjølla frá øllum teimum avreksverkum, sum Elisa hevur gjørt!»v5Men meðan hann greiddi kongi frá, hvussu hann hevði gjørt hin deyða livandi, tá kom konan, sum átti sonin, ið hann hevði givið lív aftur, og bað kong hjálpa sær við at fáa hús og jørð aftur. Tá mælti Gehazi: «Kongur harri mín, hetta er konan, og hetta er sonur hennara, sum Elisa hevur vakt aftur til lívs!»v6Kongur spurdi nú konuna, og hon greiddi honum frá. Tá gav kongur henni hirðmann við og beyð honum at hjálpa konuni við at fáa ognir sínar aftur og somuleiðis alt tað, sum jørðin hevði borið av sær alt frá tí degi, hon fór av landinum. Elisa og Házael v7Eina ferð var Elisa á ferð til Dámaskus; Benhádad, kongur Áramita, lá tá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Guðsmaðurin var á veg,v8segði hann við Házael: «Tak einahvørja gávu við tær og far ímóti Guðsmanninum og lat hann leita ráð við Harran, um eg verði frískur aftur!»v9Házael fór ímóti honum og hevði við sær gávur av alskyns gersemum úr Dámaskus, so nógv sum fjøruti kamelar vóru mentir at bera. Og tá ið hann kom, gekk hann fyri hann og mælti: «Sonur tín, Benhádad, kongur Áramita, hevur sent meg til tín til at spyrja: Verði eg frískur aftur?»v10Elisa svaraði honum: «Far og sig honum: Víst verður tú frískur aftur. Men Harrin hevur latið meg sæð, at hann skal doyggja!»v11Leingi stóð Guðsmaðurin og stardi fram fyri seg eins og lamdur av ræðslu og skar síðan í grát.v12Tá spurdi Házael: «Hví grætur tú, harri mín?» Hann svaraði: «Yvir ta ógævu, sum tú fert at elva Ísrael! Hervirki teirra fert tú at seta eld á, jarðleggja ungmenni teirra við svørði, drepa reivabørn teirra og kryvja teirra burðarbúnu konur!»v13Házael svaraði: «Hvat er trælur tín, hesin hundur, at hann skal útinna tílíkt avreksverk?» Tá mælti Elisa: «Harrin hevur latið meg sæð teg sum kong yvir Áramitum!» v14Házael fór síðan frá Elisa og kom aftur til harra síns, og hann spurdi hann: «Hvat segði Elisa við teg?» Hann svaraði: «Hann segði: Tú verður ivaleyst frískur aftur!»v15Men dagin eftir tók hann hvítil, drap hann niður í vatn og legði hann yvir andlit hansara, so at hann andaðist. Og Házael tók ríkið eftir hann. Jóram av Júda v16Á fimta ríkisári Jórams Ákabssonar, Ísraels kongs, varð Jóram Jósafatsson kongur í Júda.v17Hann var tríati ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í átta ár.v18Hann steig í fótaspor Ísraels konga, eins og ættarmenn Ákabs høvdu gjørt, tí at dóttir Ákabs var kona hansara, og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans.v19Tó vildi Harrin ikki avoyða Júda vegna Dávid, tænara sín, av tí at hann hevði heitt honum at lata allar dagar lampu hansara vera fyri ásjón hans. v20Á hansara døgum brutu Edómitar seg undan yvirvaldi Júda og kusu sær kong.v21Jóram fór tá til Záir við øllum vagnliði sínum. Og hann fór upp um náttina, og saman við høvdingum vagnliðsins breyt hann seg gjøgnum fylkingar Edómita, sum høvdu kringsett hann. Tá flýddi fólkið heim aftur hvør til sín sjálvs.v22Soleiðis brutu Edómitar seg undan yvirvaldi Júda, og soleiðis er enn í dag. Um sama mundið breyt eisini Libna seg undan. v23Tað, ið meira er at siga um Jóram, og alt tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Júda konga.v24Síðan legðist Jóram til hvíldar og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Áhazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Áhazja av Júda v25Á tólvta ríkisári Jórams Ákabssonar, Ísraels kongs, varð Áhazja Jóramsson kongur í Júda.v26Áhazja var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í eitt ár. Móðir hans æt Átalja, sonardóttir Omri, Ísraels kongs.v27Hann steig í fótaspor Ákabs ættar og gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans eins og ættarmenn Ákabs, tí at hann var í mágskapi við Ákabs hús.v28Hann fór saman við Jórami Ákabssyni í bardaga móti Házael, kongi Áramita, inn í Rámot í Gilead. Men Áramitar særdu Jóram.v29Tá snúðist hann heim aftur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, ið Áramitar høvdu veitt honum við Rámot, tá ið hann bardist móti Házaeli, kongi Áramita. Men Áhazja Jóramsson, Júda kongur, fór at vitja Jóram Ákabsson í Jizreel, av tí at hann lá sjúkur. |