|
Seinna Kongabók, kapittul 9 Jehu verður kongur í Ísrael v1Elisa profetur kallaði ein av profetasonunum til sín og segði við hann: «Gyrð teg um lendar tínar og tak hesa oljufløskuna og far til Rámot í Gilead.v2Og tá ið tú kemur hagar, skalt tú sóknast eftir Jehu Nimsjisyni, Jósafatssonar; gakk síðan til hansara og tak hann frá stallbrøðrum sínum og leið hann inn í insta herbergið.v3So skalt tú taka oljufløskuna, hella yvir høvur hans og siga: So sigur Harrin: Eg salvi teg til kong yvir Ísrael! Lat síðan hurðina upp og flýggja og dvøl ikki!» v4Sveinur profetsins helt tá ferð síni til Rámot í Gilead.v5Og tá ið hann kom hagar, sótu herhøvdingarnir saman har. Og hann tók til orða: «Eg havi ørindi til tín, herhøvdingi!» Jehu svaraði: «Til hvønn okkara?» Hann svaraði: «Til tín, høvdingi!»v6Tá fór hann á føtur og gekk inn í húsið; har helti hann olju yvir høvur hans og segði við hann: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg salvi teg til kong yvir fólki Harrans, yvir Ísrael!v7Og tú skalt týna ætt Ákabs, harra tíns, til tess at eg má fáa hevnd yvir Jesabel fyri blóð tænara mína, profetanna, og fyri blóð alra tænara Harrans.v8Ja, alla Ákabs ætt skal eg týna. Eg vil avoyða hjá Ákabi hvørt mannkyn, bæði fjøtraðan og frælsan í Ísrael.v9Og eg skal fara við ætt Ákabs, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar og við ætt Básja Áhiasonar.v10Men Jesabel skulu hundarnir eta á bønum í Jizreel, og eingin skal jarða hana!» Síðan læt hann hurðina upp og flýddi. v11Tá ið Jehu kom aftur til tænarar harra síns, spurdu teir hann: «Hvussu veit við? Hví er hesin ørvitisskalli komin til tín?» Hann svaraði teimum: «Tit kenna jú henda mannin og talu hans!»v12Men teir søgdu: «Tvætl í teg! Sig tað fyri okkum!» Tá mælti hann: «Soleiðis hevur hann við meg talað og sagt: So sigur Harrin: Eg salvi teg til kong yvir Ísrael!»v13Tá tóku teir allir beinanvegin klæði síni og løgdu tey fyri hann beint á trappurnar, og teir blástu í lúðurin og rópaðu: «Jehu er vorðin kongur!»v14Soleiðis fekk Jehu Nimsjison Jósafatssonar samansvørjing í lag móti Jórami. Jóram hevði saman við øllum Ísrael vart Rámot í Gilead móti Házaeli, kongi Áramita;v15men Jóram kongur var afturvendur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, ið Áramitar høvdu veitt honum, tá ið hann stríddist móti Házaeli, kongi Áramita. Blóðuga ferð hans móti Jórami Men Jehu mælti: «Eru tit samdir við meg, tá skal eingin komast undan út úr borgini til tess at flyta hesi tíðindi í Jizreel!»v16Síðan fór Jehu upp í vagnin og helt ferðini til Jizreel, tí at har lá Jóram sjúkur, og Áhazja, Júda kongur, var komin at vitja hann.v17Tá ið varðmaðurin, sum stóð uppi í torninum í Jizreel, sá Jehu koma við nógvum fólki, rópaði hann: «Eg síggi mannfjøld!» Tá mælti Jóram: «Tak reiðmann og send hann móti honum til tess at fregnast, um hann kemur við friði!»v18Reiðmaðurin fór ímóti honum og mælti: «So sigur kongur: Kemur tú við friði?» Jehu svaraði: «Hvat liggur tær á tí! Far afturum og fylg mær!» Varðmaðurin boðaði og segði: «Ørindrekin er komin til teirra, men kemur ikki aftur!»v19Síðan sendi hann annan reiðmann út; og tá ið hann kom til teirra, mælti hann: «So sigur kongur: Kemur tú við friði?» Jehu svaraði: «Hvat liggur tær á tí! Far afturum og fylg mær!»v20Varðmaðurin boðaði nú frá og mælti: «Hann er komin til teirra, men kemur ikki aftur. Ferðin á teimum er ógvulig, eins og var tað Jehu Nimsjison, tí at hann ekur sum óður maður!» v21Tá mælti Jóram: «Búgvið til ross og vagnar!» So varð gjørt. Og Jóram, Ísraels kongur, og Áhazja, Júda kongur, fóru hvør í sínum vagni út ímóti Jehu og hittu hann á bøi Nábots Jizreelita.v22Tá ið Jóram bar eyga við Jehu, mælti hann: «Kemur tú við friði, Jehu?» Hann svaraði: «Hvat er um frið at mæla, so leingi Jesabel, móðir tín, heldur áfram við øllum hordómi og trøllskapi sínum?»v23Tá snúðist Jóram við og flýddi; og hann rópaði á Áhazja: «Svikræði, Áhazja!»v24Men Jehu spenti boga sín og skeyt Jóram millum herða, so at ørvin fór ígjøgnum hjarta hans; og hann hoknaði niður í vagnin.v25Tá mælti Jehu við Bidkar, hirðmann sín: «Tak og tveit hann út á bøin hjá Náboti Jizreelita, tí at mær rennur í huga, hvussu tú og eg riðu lið um lið aftan á Ákab, faðir hansara, ta ferðina tá ið Harrin boðaði honum hetta dómsorð:v26Vissuliga sá eg í gjár blóð Nábots og blóð barna hansara, sigur Harrin; tí vil eg endurgjalda tær á hesum bøi, sigur Harrin! Tak tí og tveit hann út á bøin, eins og Harrin hevur sagt!» Áhazja v27Tá ið Áhazja, Júda kongur, sá hetta, flýddi hann í ættina móti Bet-Hágan. Men Jehu helt aftan á hann og rópaði: «Eisini hann!» Og í Gurbrekkuni, sum er við Jibleam, skeyt hann hann í vagninum; hann flýddi til Megiddo og doyði har.v28Og menn hansara fluttu hann á vagni til Jerúsalem og jarðaðu hann í grøv hansara hjá fedrum hans í Dávidsborgini.v29Á ellivta ríkisári Jórams Ákabssonar var Áhazja vorðin kongur yvir Júda. Jesabel v30Men tá ið Jesabel frætti, at Jehu var komin til Jizreel, smurdi hon eygu síni, snákaði høvur sítt og hugdi út um gluggan.v31Og tá ið Jehu var komin inn í borgarliðið, rópaði hon: «Hvussu gongst Zimri, sum myrdi harra sín?»v32Men hann leit upp móti glugganum og mælti: «Hvør heldur við mær? Hvør?» Og tá ið eisini tveir ella tríggir hirðmenn hugdu út til hansara,v33rópaði hann: «Kastið hana oman!» Tá kastaðu teir hana oman. Og blóð hennara slettist upp ímóti vegginum og upp á hestarnar; og teir traðkaðu hana sundur.v34Síðan fór hann inn; og tá ið hann hevði etið og drukkið, mælti hann: «Hyggið eftir hasi bølbidnu konu og jarðið hana, tí at kongsdóttir var hon kortini!»v35Men tá ið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki av henni uttan høvuðskálina og føtur og hendur.v36Og tá ið teir komu aftur og søgdu hetta fyri honum, mælti hann: «Nú sannast tey orð, sum Harrin talaði við tænara sínum Elia úr Tisjbe: Á bønum í Jizreel skulu hundarnir eta hold Jesabelar;v37og lík Jesabelar skal liggja á Jizreels vøllum eins og tøð á veltu, so at eingin skal kunna siga: Hetta er Jesabel!» |