|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 12 Fyrstu kappar Dávids v1Hesir eru teir, ið komu til Dávids í Ziklag, har hann krógvaði seg fyri Sáuli Kisjsyni; teir vóru millum hetjurnar, sum í víggi veittu honum hjálp;v2teir vóru vápnaðir við boga og kønir í at sleingja steinar bæði við høgru og vinstru hond og at skjóta ørvar av boga; teir vóru av frændum Sáuls, Benjaminitum.v3Oddamaður teirra var Áhiezer; tínæst Jóasj Sjemáason úr Gibeu, Jeziel og Pelet, synir Azmavets, Beráka, Jehu úr Ánatot,v4Jisjmaja úr Gibeon, hetja millum teirra tríati og oddamaður teirra, Jeremja, Jáhaziel, Jóhanan, Józabad úr Gedera,v5Eleuzai, Jerimot; Bealja, Sjemarja, Sjefatja úr Hárif,v6Elkana, Jissjija, Ázarel, Jóezer og Jásjobam, Kóriatar,v7Jóela og Zebadja, synir Jeróhams úr Gedor. v8Nakrir av Gáditunum komu og bundu felag við Dávid í fjallavirkinum í oyðimørkini; teir vóru reystir kappar, frægir í víggi, bóru skjøldur og spjót og vóru á at líta eins og ljónið og snarpir sum skógargeitir á fjøllum.v9Oddamaður teirra var Ezer, annar var Óbadja, triði Eliab,v10fjórði Masjmanna, fimti Jeremja,v11sætti Attai, sjeyndi Eliel,v12áttandi Jóhanan, níggjundi Elzabad,v13tíggjundi Jeremja, ellivti Makbannai.v14Hesir vóru herhøvdingar hjá Gáditum; hin minsti teirra var maður móti hundrað monnum og hin mætasti móti túsund.v15Hesir vóru teir, ið fóru yvir Jórdan í fyrsta mánaði, tá ið hon vaks yvir allar áarbakkar, og róku allar dalbúgvar á flótta bæði eystureftir og vestureftir. v16Eina ferð komu nakrir Benjaminitar og Júdaitar til Dávids í fjallavirkið;v17Dávid fór tá út ímóti teimum, tók til máls og segði við teir: «Um tit koma til mín við friði til tess at veita mær dugnað, tá vil eg fegin binda felag við tykkum, men ætla tit at svíkja meg upp í hendur fígginda mína, tó at eg einki ilt havi gjørt, tá líti Guð fedra vára at og revsi tað!»v18Tá læt andin seg í Ámasaj, oddamann teirra tríati; og hann mælti: «Tínir eru vit, Dávid, og við tær, tú Ísaisonur. Heilur og sælur tú og heilir hjálparar tínir; tí at Guð tín hjálpir tær!» Tá tók Dávid við teimum og setti teir á odda fyri herliði sínum. v19Av Manasse gingu nakrir í herlið við Dávid, tá ið hann saman við Filistum fór í bardaga móti Sáuli, uttan tó at verða teimum til hjálpar, av tí at høvdingar Filista gingu saman í ráð og sendu hann burtur av ótta fyri, at hann skuldi ganga saman við Sáuli harra sínum, og soleiðis verða teimum at bana.v20Tá ið hann síðan fór aftur til Ziklag, tá gingu av Manasse í herlið við hann: Adna, Józabad, Jediael, Mikael, Józabad, Elihu og Zilletai, høvuðsmenn fyri kyntáttum í Manasse.v21Teir veittu Dávidi hjálp móti ránsflokkum, tí at teir vóru allir reystar hetjur og gjørdust oddamenn í herinum.v22Tí at dag frá degi komu menn Dávidi til hjálpar, hagar til herliðið var vorðið so stórt sum herlið Guðs. Herur Dávids í Hebron v23Hetta er manntalið á hinum herbúnu høvdingum, ið komu til Dávids í Hebron til at fáa honum kongsdømi Sáuls upp í hendur eftir boði Harrans:v24Av Júdaitum, ið bóru skjøldur og spjót seks túsund og átta hundrað herbúnir menn.v25Av Símeonitum sjey túsund og eitt hundrað reystir kappar, frægir í víggi.v26Av Levitum fýra túsund og seks hundrað;v27og hartil Jójada, høvdingi Áronsættar, við trý túsund og sjey hundrað monnum;v28og Zádok, ungt reystmenni, við ættarbólki sínum, ið hevði tjúgu og tveir høvdingar.v29Av Benjaminitum, frændum Sáuls, trý túsund; men enn hildu flestir teirra trúnað við Sáuls ætt.v30Av Efraimitum tjúgu túsund og átta hundrað reystir kappar, navnframir í ættarbólkum sínum.v31Av hálvari Manasse ætt átjan túsund mans, ið vóru navngreindir til at fara og gera Dávid til kong.v32Av Issakaritum, ið dugdu á at skyna tíðunum, so at teir vistu, hvat Ísrael skuldi gera, tvey hundrað høvdingar; teimum fylgdu allir frændur teirra.v33Av Zebulon gingu í herin fimmti túsund herbúnir menn, ið høvdu alskyns hervápn og allir sum ein fúsir til at hjálpa.v34Av Naftali túsund høvdingar og við teimum tríati og sjey túsund mans, ið bóru skjøldur og spjót.v35Av Dánitum tjúgu og átta túsund og seks hundrað herbúnir menn.v36Av Ásjer gingu fjøruti túsund mans í herin búnir til bardaga.v37Frá teimum hinumegin Jórdan: Av Rubenitum, Gáditum og hálvari Manasse ætt eitt hundrað og tjúgu túsund við alskyns vápnum til hernaðar. v38Allir hesir hermenn komu fylktir og samhugaðir til Hebron til tess at gera Dávid til kong yvir øllum Ísrael; og somuleiðis vóru allir hinir Ísraelsmenn samhugaðir í at taka Dávid til kong.v39Og teir dvaldust har hjá Dávidi í tríggjar dagar og nætur og ótu og drukku, tí at frændur teirra høvdu búgvið teimum til.v40Eisini teir, ið búðu í námindu teirra alt at Issakar, Zebulon og Naftali, førdu teimum vistir á øsnum, kamelum, múldjórum og oksum, bæði grón, fikukøkur og vínberjakøkur, vín og olju og nøgdir av stórdýrum og smalum; tí at gleði var í Ísrael. |