|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 13 Ørkin flutt í hús Óbed-Edóms (smbr. 2 Sám 6,2-11) v1Tá ið Dávid var gingin saman í ráð við túsundhøvdingar og hundraðhøvdingar, allar høvdingarnar,v2mælti hann við allan savnað Ísraels: «Um tað hóvar tykkum og er ætlað av Harranum, Guði okkara, tá senda vit boð til frændur okkara, ið eftir eru í øllum landslutum Ísraels, og til prestarnar og Levitarnar í borgum sínum við beitilendunum, at teir skulu savnast her hjá okkum,v3til tess at vit kunnu flyta ørk Harrans aftur til okkara, tí at á døgum Sáuls spurdu vit ikki eftir henni.»v4Og allur savnaðurin svaraði, at soleiðis vildu teir gera; tí at alt fólkið helt hetta vera rætt.v5Tá stevndi Dávid øllum Ísrael saman frá Sjihor í Egyptalandi og alt at Hámat til tess at flyta ørk Guðs úr Kirjat-Jearim. v6Síðan fór Dávid og allur Ísrael til Báala til Kirjat-Jearim í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs Harrans, ið navn hans er nevnt yvir, hans, ið situr hátt yvir kerúbum.v7Teir førdu nú á nýggjum vagni ørk Guðs úr húsi Ábinadabs; og Uzza og Ájo stýrdu vagninum.v8Dávid og allur Ísrael dansaði fyri ásjón Guðs av øllum alvi við songi, søltrum og hørpum, við glymskálum, bumbum og lúðrum. v9Men tá ið teir komu at treskivølli Kidons, rætti Uzza hondina út til tess at tríva í ørkina, av tí at oksarnir snávaðu.v10Tá tendraðist vreiði Harrans ímóti Uzza og sló hann aftur fyri, at hann rætti hondina út ímóti ørkini; og hann doyði har fyri ásjón Guðs.v11Men Dávid harmaðist yvir, at Harrin hevði brotið skarð í Uzza, og hann nevndi staðin har Perez-Uzza, sum hann eitur enn í dag.v12Dávid fekk á tí degi ótta fyri Guði og mælti: «Hvussu skal eg tá flyta ørk Guðs til mín?»v13Dávid flutti tí ikki ørkina til sín í Dávidsborgina, men fór við henni í hús Óbed-Edóms Gátita.v14Ørk Guðs varð tá verandi í húsi Óbed-Edóms í tríggjar mánaðir, og Harrin signaði hús Óbed-Edóms og alt, sum hann átti. |