Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 14
Dávid og Hiram
v1Hiram kongur av Týrus sendi sendimenn til Dávids við sedrisviði og somuleiðis grótmenn og træsmiðir til tess at reisa honum hús.v2Tá skilti Dávid, at Harrin hevði staðfest kongsvald hans yvir Ísrael, og at hann hevði hátt hevjað kongsdømi hans fyri sakir fólks síns, Ísraels.
Ætt Dávids í Jerúsalem
v3Dávid tók sær í Jerúsalem enn fleiri konur og gat enn synir og døtur.v4Hesi eru nøvnini á teimum børnum, ið hann fekk í Jerúsalem: Sjammua, Sjóbab, Nátan, Sálomon,v5Jibhar, Elisjua, Elpelet,v6Nóga, Nefeg, Jáfia,v7Elisjáma, Beeljada og Elifelet.
Dávid vinnur sigur á Filistum (smbr. 2 Sám 5,11-25)
v8Men tá ið Filistar frættu, at Dávid var salvaður til kong yvir øllum Ísrael, løgdu teir allir út at leita eftir honum. Og tá ið Dávid fekk tað at vita, fór hann ímóti teimum.v9Filistar komu nú og spjaddu seg út um Refaimdal.v10Tí fór Dávid at leita sær ráð við Guð og segði: «Eigi eg at fara ímóti Filistum? Manst tú geva teir upp í hendur mínar?» Harrin svaraði honum: «Far, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar!»v11Síðan hildu teir niðan til Báal-Perazim; og har vann hann sigur á teimum. Tá mælti Dávid: «Guð hevur latið meg bróta ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vatn ryður sær rás!» Tí verður staðurin nevndur Báal-Perazim.v12Men teir lótu gudar sínar vera eftir har, og eftir boði Dávids vórðu teir brendir á báli.
v13Men Filistar hildu áfram at reika um í dalinum.v14Tá leitaði Dávid aftur ráð við Guð; men Guð svaraði honum: «Halt ikki aftan á teir; men far í bug um teir og kom síðan teimum á baki og herja á teir út undan bakarunnunum.v15Tá ið tú tá hoyrir ljóð av fetum uppi í bakarunnunum, tá skalt tú leggja til orrustu, tí at tá er tað Guð, sum gongur undan tær til tess at sláa her Filista.»v16Og Dávid gjørdi, eins og Guð hevði boðið honum; og teir vunnu sigur á heri Filista frá Gibeon og alt at Gezer.v17Soleiðis barst ágiti Dávids út um øll lond; og Harrin læt ræðslu fyri honum koma yvir allar tjóðir.