Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 15
Ørkin flutt niðan á Zion (smbr. 2 Sám 6,12-16)
v1Síðan bygdi hann sær hús í Dávidsborgini og gjørdi bústað til ørk Guðs við at reisa henni tjald.v2Ta ferðina segði Dávid: «Eingin má bera Guðs ørk uttan Levitarnir, tí at teir hevur Harrin útvalt til at bera Guðs ørk og til at tæna sær um ævir.»v3Síðan stevndi Dávid øllum Ísrael saman til Jerúsalem til tess at flyta Guðs ørk niðan á tann stað, sum hann hevði búgvið henni til.v4Og Dávid stevndi saman sonum Árons og Levitunum.v5Av Kehatitunum: Uriel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tjúgu.v6Av Meraritunum: Ásaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað og tjúgu.v7Av Gersonitunum: Jóel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tríati.v8Av sonum Elizáfans: Sjemaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað.v9Av sonum Hebrons: Eliel høvdinga og brøðrum hans, áttati.v10Av sonum Uzziels: Amminadab høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tólv.
v11Síðan sendi Dávid boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og Levitunum Uriel, Ásaja, Jóel, Sjemaja, Eliel og Amminadabv12og segði við teir: «Tit eru ættarhøvdingar Levita; halgið tykkum nú og brøður tykkara og flytið ørk Harrans, Guðs Ísraels, niðan á tann stað, sum eg havi tilreitt henni.v13Av tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, hevur Harrin, Guð vár, brotið skarð í okkum, av tí at vit ikki søktu hann á rættan hátt.»v14Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til tess at flyta ørk Harrans, Ísraels Guðs, niðan.v15Og synir Levi bóru ørk Guðs á herðum sínum við stongum, eins og Móses hevði boðið eftir orði Harrans.
v16Tínæst beyð Dávid høvdingum Levita at lata brøður sínar, sangararnar, stíga fram við ljóðførum, við hørpum, søltrum og glymskálum til tess at lata ljóma fagnaðarróm;v17til tess settu Levitarnir Heman Jóelsson, og av brøðrum hans Ásaf Berekjason, og av brøðrum teirra, Meraritunum, Etan Kusjajason,v18og við teimum brøður teirra av øðrum flokki: Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Máaseja, Mattitja, Elipelehu og Miknejáhu og duravørðirnar Óbed-Edóm og Jeiel;v19sangararnar Heman, Ásaf og Etan við ljómandi glymskálum,v20Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Máaseja og Benaja við háttljómandi hørpum;v21og Mattitja, Elipelehu, Miknejáhu, Óbed-Edóm og Jeiel skuldu skipa songinum við djúpljómandi søltrum;v22Kónanja, oddamaður Levitanna, skuldi skipa fyri beringini, tí at hann hevði skil á hesum.v23Berekja og Elkana vóru duravørðir við ørkina.v24Prestarnir Sjebanja, Jósjafet, Netánel, Ámasai, Zekarja, Benaja og Eliezer skuldu blása í lúðrarnar frammi fyri ørk Guðs; og Óbed-Edóm og Jehija skuldu vera duravørðir við ørkina.
v25Síðan fóru Dávid og Ísraels elstu og túsundhøvdingarnir við fagnaði undir at flyta sáttmálaørk Harrans úr húsi Óbed-Edóms.v26Og við tað at Guð hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, slátraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar.v27Dávid var í fínari línskikkju og somuleiðis Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kónanja, sum skipaði teimum fyri, sum bóru. Dávid var eisini í línakuli.v28Og allur Ísrael flutti sáttmálaørk Harrans niðan við fagnaðarrópi, meðan blást varð í horn og lúðrar og glymskálir, hørpur og gígur ljómaðu.v29Men tá ið sáttmálaørk Harrans kom niðan móti Dávidsborgini, var Mikal, dóttir Sáuls, hyggjandi út um gluggan; og tá hon bar eyga við Dávid kong, ið hoppaði og dansaði, háðaði hon hann í hjarta sínum.