Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 16
Dagurin hildin við ofrum og lovsongi
v1Síðan bóru teir Guðs ørk niðan og settu hana inn í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og teir ofraðu brennioffur og takkaroffur fyri ásjón Guðs.v2Og tá ið Dávid var liðugur at ofra brennioffur og takkaroffur, vælsignaði hann fólkið í navni Harransv3og líknaði hvørjum einstøkum Ísraelita, bæði køllum og konum, ein breyðbita, eitt kjøtstykki og eina vínberjakøku.
v4Frammi fyri ørk Harrans setti hann nakrar av Levitunum til at gera tænastu og til at takka, tigna og lova Harranum, Guði Ísraels.v5Ásaf var oddamaður, og honum næstur gekk Zekarja, síðan Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Óbed-Edóm og Jeiel við hørpum og søltrum, meðan Ásaf læt glymskálirnar glymja,v6og prestarnir Benaja og Jáhaziel støðugt blástu í lúðrarnar frammi fyri sáttmálaørk Guðs.v7Tá, á tí degi, setti Dávid á fyrsta sinni Ásaf og brøður hans til at syngja Harranum lov:v8Harranum lovið, ákallið navn hans, kunngerið tjóðanna millum stórverk hans!v9Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið!v10Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta!v11Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir!v12Minnist á undur tey, sum hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans!v13Tit tænarar hans, Ísraels avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi!v14Hann, Harrin, hann er vár Guð, um allan heim ganga dómar hans,v15um ævir hann minnist sáttmála sín, í túsund ættarlið, tað orðið, hann gav,v16sáttmálan, hann gjørdi við Ábraham, og eið sín við Ísak,v17ið hann setti sum skipan fyri Jákup sum ævigan sáttmála fyri Ísrael,v18við tað at hann segði: «Tær gevi eg Kánáanland, tað skal vera arvalutur tykkara.»v19Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har.v20Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað.v21Men ongum hann loyvdi at kúga teir, fyri teirra sakir hann revsaði kongar:v22«Nertið ikki hinar salvaðu mínar og gerið profetum mínum einki mein!»v23Syng fyri Harranum verøldin øll! Kunnger frelsu hans dag eftir dag!v24Sigið frá dýrd hans heidninganna millum, fólkanna millum frá undurverkum hans!v25Tí at mikil er Harrin og hálovaður, øgiligur er hann yvir øllum gudum,v26tí at allir tjóðanna gudar eru falsgudar, men Harrin hevur himinin skapað.v27Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og gleði í halgidómi hans.v28Veitið Harranum, tit fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov!v29Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans; nígið fyri Harranum í heilagum skrúði,v30titra fyri ásjón hans verøldin øll! Hann foldina festi, so at ikki hon vikast!v31Himin fegnist! Gleðist heimur! Ljóði tað heidninganna millum: «Harrin tók kongsvald!»v32Havið bróti, alt sum tað er! Hagin fegnist og alt tað, hann ber!v33Tá rópi øll trø í skóginum fagnaðarróp fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur; hann kemur jarðarríkið at døma.v34Harranum lovið, tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir!v35Og sigið: Bjarga okkum, frelsunnar Guð vár; frá heidningunum savna okkum saman og frels okkum, at vit mega lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa!v36Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt segði: «Amen!» og «Halleluja!»
Tænastan við ørkina
v37Síðan læt hann Ásaf og brøður hansara verða eftir har frammi fyri sáttmálaørk Harrans til tess at gera tænastu við ørkina eftir tí, sum tørvur var á á hvørjum degi.v38Og Óbed-Edóm Jeditunsson og Hósa og brøður teirra, í alt seksti og átta, setti hann sum duravørðir.v39Men Zádok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann vera frammi fyri bústaði Guðs á offurheygnum í Gibeonv40til tess at frambera Harranum brennioffur á brennioffuraltarinum støðugt bæði morgun og kvøld beint eftir teirri lóg, sum Harrin hevði lagt fyri Ísrael;v41og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið navngreiniliga vóru útvaldir til at lova Harranum við hesum niðurlag: «Tí at miskunn hans varir um ævir!»v42Og teir høvdu hjá sær lúðrar og glymskálir til teirra, ið leikaðu, og ljóðføri til songir Guðs. Men synir Jedutuns vóru duravørðir.
Fólkið fer heim aftur (smbr. 2 Sám 6,17-20. Sl 96,1,13; 105,1-15; 106,1.47-48)
v43Síðan fór alt fólkið hvør heim til sín sjálvs; og Dávid snúðist heim at signa hús sítt.