|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 18 Sigrar Dávids v1Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir; og hann tók frá teimum borgina Gát og torpar hennar.v2Hann vá eisini Móabitar; og soleiðis gjørdust Móabitar skattskyldigir tegnar hjá Dávidi.v3Somuleiðis vá Dávid Hádarezer av Zóba nærindis Hámat, tá ið hann var farin út at leggja undir seg landið við Eufrat ánna.v4Dávid tók av honum túsund vagnar, sjey túsund reiðmenn og tjúgu túsund mans av gonguherliði og kvetti hælsinurnar á øllum rossunum uttan á hundrað, sum hann eirdi.v5Og tá ið Áramitar úr Dámaskus komu Hádarezeri, konginum av Zóba, til hjálpar, vá Dávid tjúgu og tvey túsund mans av Áramitum.v6Síðan setti Dávid landsstjórar yvir Dámaskus-Áramitum; og Áramitar vórðu skattskyldigir tegnar hjá Dávidi; soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans.v7Dávid tók eisini gullskildirnar, ið tænarar Hádarezers høvdu borið, og flutti teir til Jerúsalem;v8umframt tað tók Dávid ovurmikið kopar í Tibhat og Kun, borgum Hádarezers; av tí gjørdi Sálomon koparhavið, súlurnar og koparamboðini. v9Men tá ið Tóu, kongur av Hámat, frætti, at Dávid hevði vigið allan herin hjá Hádarezeri kongi av Zóba,v10sendi hann son sín Hádóram til Dávid kong at bera honum kvøðu og biðja gott yvir hann, fyri at hann hevði stríðst ímóti Hádarezeri og vigið hann – tí at ófriður hevði gingið á millum Tóu og Hádarezers – og við honum sendi hann alskyns gripir av gulli, silvuri og kopari.v11Eisini hetta halgaði Dávid kongur Harranum saman við tí silvuri og gulli, sum hann hevði tikið frá øllum hesum tjóðum: frá Edómitum, Móabitum, Ammonitum, Filistum og Ámalekitum.v12Og Absjai Zerujuson vá Edómitar í Saltdalinum, átjan túsund mans.v13Hann setti tá landsstjórar yvir Edóm, og vórðu tá allir Edómitar tegnar Dávids. Soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans.v14Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael og læt alt fólk sítt njóta lóg og rætt. Ovastu embætismenn Dávids (smbr. 2 Sám 8) |