|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 2 Synir Jákups v1Hesir vóru synir Ísraels: Ruben, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon,v2Dán, Jósef, Benjamin, Naftali, Gád og Ásjer. Ætt Júda. Frá Júda til Hezron v3Synir Júda: Er, Ónan og Sjela. Hesar tríggjar átti hann við Batsjúu, hini kánversku konuni. Men Er, frumgitni sonur Júda, var vándur í eygum Harrans, og hann tók hann av lívi.v4Támar, sonarkona hansara, føddi honum Perez og Zera, so at allir synir Júda vóru fimm.v5Synir Perez: Hezron og Hámul.v6Synir Zera: Zimri, Etan, Heman, Kalkol og Darda; fimm í alt.v7Synir Karmi: Ákar, sum leiddi ógævu yvir Ísrael við at naspa burtur av tí deyðavígda.v8Synir Etans: Ázarja.v9Synir Hezrons, ið føddust honum: Jerameel, Rám og Kelubai. Ætt Ráms v10Rám gat Amminadab, og Amminadab gat Náhasjon, høvdinga Júdamanna.v11Náhasjon gat Salma, og Salma gat Bóaz.v12Bóaz gat Óbed, og Óbed gat Ísai.v13Og Ísai gat frumgitna son sín Eliab, annan son sín Ábinadab, triðja son sín Sjimea,v14fjórða son sín Netánel, fimta son sín Raddai,v15sætta son sín Ózem og sjeynda son sín Dávid.v16Systrar teirra vóru Zeruja og Ábigáil. Synir Zeruju: Ábsjai, Jóab, Ásahel, tríggir í tali.v17Ábigáil føddi Ámasa; og Jeter Ísmaeliti var faðir at Ámasa. Ætt Kálebs v18Káleb, sonur Hezrons, gat við Ázubu, konu síni, Jeriot. Hesir vóru synir hennara: Jesjer, Sjóbab og Ardon.v19Og tá ið Ázuba andaðist, tók hann Efrat til konu; hon føddi honum Hur.v20Hur gat Uri, og Uri gat Bezalel.v21Síðan gekk Hezron inn til dóttur Mákirs, faðirs Gileads, og tók sær hana til konu; hann var tá seksti ára gamal; hon føddi honum Segub.v22Segub gat Jáir, sum átti tjúgu og tríggjar borgir í Gileads landi.v23Men Gesjur og Áram tóku tjaldborgir Jáirs av teimum og somuleiðis Kenat og torparnar har íkring, seksti borgir; allir hesir vóru synir Mákirs, faðirs Gileads.v24Eftir andlát Hezrons gekk Káleb inn til Efratar, konu Hezrons, faðirs síns; og hon føddi Asjhur, ið varð faðir at Tekóa. Ætt Jerameels v25Synir Jerameels, frumgitna sonar Hezrons: Rám, hin frumgitni, síðan Buna, Óren og Ózem, brøður hans.v26Men Jerameel átti aðra konu, Átara at navni; hon var móðir Ónams.v27Synir Ráms, frumgitna son Jerameels: Máaz, Jámin og Eker.v28Synir Ónams: Sjammai og Jáda; synir Sjammai: Nádab og Ábisjur.v29Kona Ábisjurs æt Ábiháil; hon føddi honum Ában og Mólid.v30Synir Nádabs: Seled og Ápaim. Seled doyði barnleysur.v31Synir Ápaims: Jisjei. Synir Jisjei: Sjesjan. Synir Sjesjans: Álai.v32Synir Jáda, bróður Sjammai: Jeter og Jónatan. Jeter doyði barnleysur.v33Synir Jónatans: Pelet og Záza. Hesir vóru eftirkomarar Jerameels. v34Sjesjan átti einans døtur, ongar synir; men hann hevði egyptiskan træl, sum æt Jarha.v35Og Sjesjan gav Jarha, træli sínum, dóttur sína til konu, og hon føddi honum Attai.v36Attai gat Nátan, og Nátan gat Zábad,v37Zábad gat Eflal, og Eflal gat Óbed,v38Óbed gat Jehu, og Jehu gat Ázarja,v39Ázarja gat Helez, og Helez gat Eleasa,v40Eleasa gat Sismai, og Sismai gat Sjallum,v41Sjallum gat Jekamja, og Jekamja gat Elisjáma. Ætt Kálebs v42Synir Kálebs, bróður Jerameels: Máresja, frumgitni sonur hans, sum var faðir at Zif. Synir Máresja: Hebron.v43Synir Hebrons: Kóra, Tappua, Rekem og Sjema.v44Sjema gat Ráham, faðir at Jorkeam; og Rekem gat Sjammai.v45Sonur Sjammai var Máon, ið var faðir at Bet-Zur.v46Efa, hjákona Kálebs føddi Káran, Móza og Gázez. Káran gat Gázez.v47Synir Jádai: Regem, Jótam, Gersjan, Pelet, Efa og Sjáaf.v48Máaka, hjákona Kálebs, gat Sjeber og Tirhana.v49Sjáaf, faðir Madmanna, gat Sjeva, faðir Makbena og faðir Gibea. Dóttir Kálebs æt Aksa. v50Hesir vóru eftirkomarar Kálebs. Synir Hurs, hins frumgitna sonar Efratar: Sjóbal, faðir Kirjat-Jearims,v51Salma, faðir Betlehems, og Háref, faðir Bet-Gáders.v52Sjóbal, faðir at Kirjat-Jearim, átti hesar synir: Reaja helming Mánahátita.v53Kyntættir Kirjat-Jearims: Jitritar, Putitar, Sjumatitar og Misjraitar; av teimum eru komnir Zóratitar og Esjtaolitar.v54Synir Salma: Betlehem, Netofatitar, Átarot-Bet-Jóab, helmingur Mánahátita og Zóritar.v55Ættargreinir teirra skriftlærdu, sum búðu í Jábez: Tireatitar, Sjimeatitar og Sukatitar. Hetta eru Kinitar, ið komnir eru av Hammat, ættarfaðir Rekabita. |