|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 20 Stríðið við Ammonitar lokið v1Árið eftir um tað leitið, tá ið kongar fara í hernað, legði Jóab út við valdramannaherliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom og kringsetti borgina Rabba, meðan Dávid sat heima í Jerúsalem; og Jóab vá Rabba og breyt hana niður.v2Og Dávid tók krúnu Milkoms av høvdi hans og komst eftir, at hon vá eina talent í gulli; og á henni var dýrur steinur. Dávid setti hana á høvur sítt og flutti almiklan herfong burtur úr borgini.v3Hann flutti eisini fólkið burtur, ið har var, og setti tey við sagirnar, jarnstengurnar og øksirnar; og soleiðis fór Dávid við øllum borgum Ammonita. Síðan snúðist Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem. Ófriður við Filistar v4Seinni barst aftur bardagi á móti Filistum í Gezer; Sibbekai Husjatiti jarðlegði tá Sippai, sum var av Ráfaættini; og teir vórðu við undirlutan. v5Uppaftur barst á bardagi við Filistar. Elhanan Jáirsson jarðlegði tá Lámi, bróður Góliats Gátita, hvørs spjótstong var eins og rivur. v6Uppaftur barst á bardagi í Gát; har var yvirvaksin maður við seks fingrum á hvørjari hond og seks tóm á hvørjum fóti, tjúgu og fýra í alt; eisini hann var av Refaitum.v7Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Sjimea, bróður Dávids, jarðlegði hann. v8Hesir vóru komnir av Refaitum í Gát; og teir vórðu vignir av Dávidi og monnum hans. |