|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 23 Levitarnir, tal og størv teirra v1Tá ið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, setti hann son sín Sálomon sum kong yvir Ísrael.v2Og hann stevndi saman øllum høvdingum Ísraels, prestunum og Levitunum.v3Levitarnir frá tríati ára aldri og haðan eldri vórðu taldir; og var tal teirra alt tilsamans tríati og átta túsund menn.v4«Av hesum,» segði hann, «skulu tjúgu og fýra túsund vera fyri verkum við hús Harrans, og seks túsund vera umsjónarmenn og dómarar;v5fýra túsund skulu vera duravørðir, og fýra túsund lova Harranum við ljóðførum teimum, ið eg havi gjørt til at lovsyngja við.» v6Og Dávid skifti teir sundur í flokkar eftir Levisonum, Gersjon, Kehat og Merari.v7Av Gersjonitum vóru Ládan og Sjimei.v8Synir Ládans: Jehiel, sum var oddamaður, Zetam og Jóel, tríggir í alt.v9Synir Sjimei: Sjelomit, Háziel og Háran; hesir tríggir vóru ættarhøvdingar Ládansættar.v10Synir Sjimei: Jáhat, Ziza, Jeusj og Beria; hesir fýra vóru synir Sjimei.v11Jáhat var oddamaður og Ziza næstur; men Jeusj og Beria áttu ikki nógvar synir, so at teir taldust ein ætt, ein embætisflokkur. v12Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel, fýra í alt.v13Synir Amrams: Áron og Móses. Men Áron varð saman við sonum sínum fráskilaður hinum til at verða vígdur sum háheilagur um allar ævir, til tess at teir skuldu kynda offureld frammi fyri Harranum, tæna honum og vælsigna í navni hans um aldur og ævir.v14Men synirnir hjá tí Guðsmanni Mósesi taldust upp í Levi ætt.v15Synir Mósesar: Gersjom og Eliezar.v16Synir Gersjoms: Sjúbael, ið var oddamaður.v17Synir Eliezars: Rehabja, sum var oddamaður; aðrar synir átti Eliezar ikki; men synir Rehabja vóru fjølmargir.v18Synir Jizhars: Sjelomit, sum var oddamaður.v19Synir Hebrons: Jerija, sum var oddamaður, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam.v20Synir Uzziels: Mika, sum var oddamaður, og annar Jissjija. v21Synir Merari: Máli og Musji. Synir Máli: Eleazar og Kisj.v22Eleazar átti ongar synir, tá ið hann doyði, einans døtur, og frændur teirra, synir Kisj, tóku tær til konu.v23Synir Musji: Máli, Eder og Jeremot, tríggir í alt. v24Hesir vóru synir Levi eftir ættarfólki teirra, ættarhøvdingarnir, ið kannaðir vóru við navnateljing eftir høvdum teirra, teir, sum høvdu tænastustørv í húsi Harrans, tjúgu ára gamlir og haðan eldri.v25Tí at Dávid hugsaði: «Harrin, Guð Ísraels, hevur nú givið fólki sínum hvílu og tikið upp bústað sín í Jerúsalem um ævir.v26Levitunum tørvar tí ikki longur at bera tjaldtemplið og tænastuamboð tess.v27Eftir síðstu formælum Dávids vórðu teir Levitar taldir, ið vóru tjúgu ára gamlir og haðan eldri.v28Men starv teirra skal vera at hjálpa sonum Árons við tænastuni í húsi Harrans, í forgørðum og herbergum og við at reinsa allar halgilutir og starva við øllum, ið er at gera í húsi Guðs;v29teir skulu stíla fyri sýnisbreyðum og mjøli til grónoffurs, hinum ósúrgaðu køkunum, pannuni og deignum og øllum rúmmátum og longdarmátumv30og hvønn morgun ganga fram til at tigna og lovsyngja Harranum og somuleiðis um kvøldiðv31og hvørja ferð, tá ið brennioffur verða ofrað Harranum á hvíludøgum, tendringardøgum og á hátíðunum, so nógvir í tali, sum teimum er tilskilað at standa ísenn fyri ásjón Harrans.v32Soleiðis skulu teir hava í varðveitslu alt tað, sum er at gera við samfundartjaldið og við tað heilaga og hjálpa brøðrum sínum, sonum Árons, við tænastuni í húsi Harrans. |