Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 24
Prestaflokkarnir tjúgu og fýra
v1Synir Árons, skiftir sundur í flokkar, vóru Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar.v2Men Nádab og Ábihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, og soleiðis fingu Eleazar og Ítámar prestadømið.v3Saman við Zádoki av sonum Eleazars og Áhimeleki av sonum Ítámars skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra.v4Men tá ið tað kom í ljós, at synir Eleazars høvdu fleiri yvirmenn enn synir Ítámars, vórðu teir soleiðis sundurskiftir, at synir Eleazars fingu sekstan ættarhøvdingar og synir Ítámars átta.v5Og teir skiftu báðar flokkarnar sundur við lutkasti; tí at bæði av sonum Eleazars og sonum Ítámars vórðu heilagir høvdingar og Guðshøvdingar valdir.v6Ríkisritarin Sjemaja Netánelsson, ein av Levitunum, skrásetti teir, meðan kongur var hjá og høvdingarnir Zádok prestur, Áhimelek Ebjatarsson og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna; hvørja ferð ein ætt av Ítámari varð frátikin, vórðu tvær ættir av Eleazari frátiknar.v7Fyrsti luturin fell á Jójarib, annar á Jedaja,v8triði á Hárim, fjórði á Seorim,v9fimti á Malkija, sætti á Mijjamin,v10sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Ábija,v11níggjundi á Jesjua, tíggjundi á Sjekanja,v12ellivti á Eljasjib, tólvti á Jákim,v13trettandi á Huppa, fjúrtandi á Jisjbáal,v14fimtandi á Bilga, sekstandi á Immer,v15seytjandi á Hezir, átjandi á Happizzez,v16nítjandi á Petaja, tjúgundi á Jehezkel,v17tjúgundi og fyrsti á Jákin, tjúgundi og annar á Gámul,v18tjúgundi og triði á Delaja, tjúgundi og fjórði á Máazja.v19Hetta var tann skipan, sum teir skuldu gera tænastu eftir, tá ið teir gingu inn í Guðs hús, eins og Áron, ættarfaðir teirra, hevði fyriskipað samsvarandi tí, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði boðið honum.
Flokkar Levitanna
v20Viðvíkjandi hinum Levitunum var Sjúbael ein av eftirkomarum Amrams og Jedeja ein av eftirkomarum Sjúbaels;v21av sonum Rehabja var Jissjija høvdingi,v22av Jizharitunum Sjelomot, av sonum Sjelomots Jáhat.v23Synir Hebrons: Fyrsti Jerija høvdingi, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam.v24Av sonum Uzziels: Mika, av sonum Mika Sjámir;v25bróðir Mika Jissjija; av sonum Jissjija Zekarja.v26Synir Merari: Máli, Musji og synir Jáasija sonar hans.v27Synir Uzzia Merarisonar: Sjóham, Zakkur og Ibri.v28Av Máli var Eleazar komin; hann átti ongar synir, og Kisj;v29ein av sonunum hjá Kisj var Jerameel.
v30Synir Musji: Máli, Eder og Jerimot. Hesir vóru eftirkomarar Levitanna eftir ættum teirra.v31Eisini teir kastaðu lut eins og frændur teirra synir Árons, meðan Dávid kongur var hjá og Zádok og Áhimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna, ættarhøvdingarnir eins og yngru frændur teirra.