Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 25
Sangaraflokkarnir tjúgu og fýra
v1Dávid og herhøvdingarnir tóku síðan frá til tænastuna synirnar hjá Ásafi, Hemani og Jedutuni, sum leiktu á sittarum, hørpum og søltrum av profetiskum móði. Og talið á teimum monnum, ið høvdu hetta tænastustarv, var:v2Av sonum Ásafs: Zakkur, Jósef, Netanja og Ásarela; synir Ásaf við Ásafi á odda, sum leikti av profetiskum móði eftir forsøgn kongsins.v3Av Jedutuni: Synir Jedutuns: Gedalja, Jizri, Jesjaja, Sjimei, Hásjabja, Mattitja, seks í alt, við faðir sínum Jedutun á odda, sum leikti á sittara av profetiskum móði, tá ið lovsangir og takkarljóð vórðu sungin fyri Harranum.v4Av Hemani: Synir Hemans: Bukkija, Mattanja, Uzziel, Sjúbael, Jerimot, Hánanja, Hánáni, Eliata, Giddalti, Rómamti-Ezer, Jósjbekasja, Mallóti, Hótir og Máháziot.v5Allir hesir vóru synir Hemans, ið var síggjari kongs í orði Guðs; til tess at hevja horn hans gav Guð honum fjúrtan synir og tríggjar døtur.v6Allir hesir skipaðu songin við faðir teirra á odda í húsi Guðs við søltrum, hørpum og sittarum. Soleiðis gjørdu teir tænastu í húsi Guðs, meðan kongur, Ásaf, Jedutun og Heman løgdu teimum lag á.v7Og talið á teimum saman við brøðrum teirra, sum lært høvdu at syngja fyri Harranum, var í alt tvey hundrað og áttati og átta alkønir menn.
v8Og teir kastaðu lut um, hvat ið hvør skuldi hava umsjón við, bæði yngri og eldri, kennarar og lærusveinar.v9Fyrsti luturin fell á Jósef, hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali. Annar luturin fell á Gedalja, á hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali;v10triði á Zakkur, synir hans og brøður, tólv í tali;v11fjórði á Jizri, á synir hans og brøður, tólv í tali;v12fimti á Netanja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v13sætti á Bukkija, á synir hans og brøður, tólv í tali;v14sjeyndi á Jesarela, á synir hans og brøður, tólv í tali;v15áttandi á Jesjaja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v16níggjundi á Mattanja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v17tíggjundi á Sjimei, á synir hans og brøður, tólv í tali;v18ellivti á Ázarel, á synir hans og brøður, tólv í tali;v19tólvti á Hasjabja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v20trettandi á Sjúbael, á synir hans og brøður, tólv í tali;v21fjúrtandi á Mattitja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v22fimtandi á Jeremot, á synir hans og brøður, tólv í tali;v23sekstandi á Hánanja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v24seytjandi á Jósjbekasja, á synir hans og brøður, tólv í tali;v25átjandi á Hánani, á synir hans og brøður, tólv í tali;v26nítjandi á Malloti, á synir hans og brøður, tólv í tali;v27tjúgundi á Eliata, á synir hans og brøður, tólv í tali;v28tjúgundi og fyrsti á Hótir, á synir hans og brøður, tólv í tali;v29tjúgundi og annar á Giddalti, á synir hans og brøður, tólv í tali;v30tjúgundi og triði á Máháziot, á synir hans og brøður, tólv í tali;v31tjúgundi og fjórði á Rómamti-Ezer, á synir hans og brøður, tólv í tali.