Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 26
Flokkar duravørðanna
v1Flokkarnir, ið skiftust at vera duravørðir, vóru av Kóraitum: Mesjelemja Kóreson av Ábiasafs sonum.v2Synir Mesjelemja vóru: Zekarja hin frumgitni, annar Jediael, triði Zebadja, fjórði Jatniel,v3fimti Elam, sætti Jóhanan, sjeyndi Eljóenai.v4Synir Óbed-Edóms vóru: Sjemaja hin frumgitni, annar Józabad, triði Jóa, fjórði Sákar, fimti Netánel,v5sætti Ammiel, sjeyndi Issakar og áttandi Peultai; tí Guð hevði vælsignað hann.v6Sonur hans, Sjemaja átti synir, ið ráddu fyri sínum ættarflokkum, av tí at teir vóru av mætastu monnum.v7Synir Sjemaja vóru: Otni, Refael, Óbed, Elzabad og brøður hans, reystir menn, Elihu og Semakja.v8Allir hesir vóru ættaðir frá Óbed-Edóm, teir og synir og brøður teirra tiltiknir til styrki og dugandi í tænastuni, í alt seksti og tveir av Óbed-Edóms ætt.v9Mesjelemja átti eisini synir og brøður, dugandi menn, átjan í alt.v10Hósa, ein av sonum Merari, átti synir: Sjimri høvdingi – tí tó at hann ikki var frumgitin, gjørdi faðir hans hann til høvdinga –v11annar Hilkia, triði Tebalja, fjórði Zekarja; allir synir og brøður Hósa vóru trettan í tali.
v12Hesir flokkar, sum skiftust at vera duravørðir, tað er: oddamenninir, fingu nú saman við brøðrum sínum tænastustørv í húsi Harrans.v13Og teir kastaðu lut um hvørt liðið, bæði hin minsti og hin størsti, eftir ættarbólkum sínum.v14Lutkastið um eysturliðið fell á Sjelemja; eisini kastaðu teir lut fyri Zekarja, son hans, ein vitugur ráðgevi, og luturin fell á norðurliðið.v15Fyri Óbed-Edóm fell luturin á suðurliðið og fyri synir hans á goymsluhúsið.v16Og fyri Hósa fell luturin á vesturliðið og á Sjalleketliðið, har vegurin liggur niðaneftir, varðstøð við varðstøð.v17Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðuri dagliga fýra, móti suðuri dagliga fýra og við hvørt goymsluhúsið tveir.v18Við Parbar móti vestri stóðu fýra fram við vegnum og tveir við Parbar.v19Hesir vóru teir flokkar av Kórasonum og Merarisonum, ið skiftust at vera duravørðir.
Levitiskir umsjónarmenn við fægoymslurnar
v20Levitarnir, frændur teirra, vóru fyri fægoymslunum í húsi Guðs og fyri halgigávugoymslunum.v21Synir Ládans, tað er Gersjonitarnir av Ládans ætt, høvdingarnir fyri ættarbólki Ládans Gersjonita, vóru Jehielitarnir.v22Jehielitasynirnir Zetam og bróðir hans Jóel høvdu umsjón við fægoymslunum í húsi Guðs.v23Um Amramitar, Jizharitar, Hebronitar og Ásielitar er at siga,v24at Sjúbael Gersjomsson Mósesonar var yvirumsjónarmaður yvir fægoymslunum;v25frændur hans av Eleazars ætt vóru Rehabja Eleazarsson, sonur hansara Jesjaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Sjelomit.v26Hesin Sjelomit og frændur hans høvdu umsjón við øllum teimum halgigávufægripum, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og herhøvdingarnir høvdu halgaðv27– av tí herfongi, sum tikin var í bardøgum, høvdu teir halgað tað til umvælingar av húsi Harrans –v28og við øllum tí, sum Sámuel síggjari, Sául Kisjson, Ábner Nersson og Jóab Zerujuson høvdu halgað; alt tað, sum halgað varð, høvdu Sjelomit og frændur hans undir hond.
Levitiskir tilsjónarmenn og dómarar
v29Av Jizharitunum vóru Kónanja og synir hans valdir til at starva úti um Ísrael sum tilsjónarmenn og dómarar.v30Av Hebronitunum stóðu Hásjabja og synir hans, seytjan hundrað dugandi menn, fyri øllum stjórnarstørvum í Ísrael fyri vestan Jórdan, í øllum viðvíkjandi stjórnarstørvum Harrans og tænastu kongs.v31Ein av Hebronitunum og oddamaður teirra var Jerija, eftir ætt og kynslóð teirra; á fjørutiunda ríkisári Dávids vórðu teir kannaðir, og funnust millum teirra mætir menn í Jázer í Gilead –v32og brøður hansara, tvey túsund og sjey hundrað fráskila góðir ættarhøvdingar, teir setti Dávid kongur yvir Rubenitunum, Gáditunum og hálvari Manasse ætt til tess at greiða øll málevni Guðs og kongs.