|
Fyrra Krýnikubók, kapittul 27 Herur Dávids og embætismenn hans v1Ísraelsmenn eftir tali teirra, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og tilsjónarmenninir, ið tæntu kongi í øllum viðvíkjandi flokkunum, ið skiftu hvønn mánað alt árið íkring, í hvørjum flokkinum vóru tjúgu og fýra túsund mans: v2Fyri fyrsta flokkinum tann fyrsta mánaðin stóð Ísjbáal, sonur Zabdiels – í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans –v3av eftirkomarum Perezar yvirherhøvdinga; tað var fyrsti mánaður.v4Fyri flokkinum í øðrum mánaði stóð Eleazar Áhóhiti, sonur Dódai; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans.v5Triði herhøvdingin, fyri triðja mánaðinum, var Benaja, sonur Jójada høvuðsprests; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans.v6Hesin Benaja var hetjan millum hinar tríati og á odda fyri teimum tríati; fyri flokki hans var Ammizabad, sonur hans.v7Fjórði var Ásahel, bróðir Jóabs, fyri fjórða mánaðinum, og eftir hann sonur hans Zebadja; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v8Fimti var herhøvdingin Sjamhut Zeraiti, fyri fimta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v9Sætti var Ira Ikkesjson úr Tekóa, fyri sætta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v10Sjeyndi var Helez Peloniti av Efraims ætt, fyri sjeynda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v11Áttandi var Sibbekai Husjatiti av Zera ætt, fyri áttanda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v12Níggjundi var Ábiezer úr Ánatot av Benjamins ætt, fyri níggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v13Tíggjundi var Máharai úr Netofa av Zera ætt, fyri tíggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v14Ellivti var Benaja úr Pireaton av Efraims ætt, fyri ellivta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans.v15Tólvti var Heldai úr Netofa av Otniels ætt, fyri tólvta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. v16Á odda fyri Ísraels ættum vóru hesir: Eliezer Zikrison var høvdingi fyri Rubenitum, fyri Símeonitum Sjefatja Máakason;v17fyri Levi Hásjabja Kemúelsson, fyri Áron Zádok;v18fyri Júda Eliab, ein av Dávids brøðrum; fyri Issakar Omri Mikaelsson;v19fyri Zebulon Jisjmaja Óbadjason; fyri Naftali Jerimot Azrielsson;v20fyri Efraim Hósea Ázazjason; fyri øðrum helmingi av Manasse Jóel Pedajason;v21fyri hinum helminginum av Manasse í Gilead Jiddo Zekarjason; fyri Benjamin Jáasiel Ábnersson;v22fyri Dán Ázarel Jeróhamsson. Hesir vóru høvdingar fyri Ísraels ættum. v23Men Dávid læt ikki telja teir, sum enn ikki vóru tjúgu ára gamlir, tí at Harrin hevði heitt at gera Ísrael fjølment sum stjørnurnar á himni.v24Jóab Zerujuson var farin undir at telja fólkið, men fullførdi tað ikki, tí at mikil vreiði kom av hesum yvir Ísrael; og talið varð ikki skrásett í árbøkurnar hjá Dávidi kongi. v25Azmavet Ádielsson hevði umsjón við fægoymslum kongs; og Jónatan Uzziason við fægoymslunum úti um landið í borgunum og bygdunum og í hervirkjunum.v26Ezri Kelubsson hevði umsjón við jarðyrkismonnunum, ið starvaðu við jørðina. v27Sjimei úr Ráma við víngørðunum; Zabdi Sjifmiti við víngoymslunum í víngørðunum.v28Báal-Hánan úr Geder við oljutrøunum og morberjatrøunum á láglandinum og Jóasj við oljugoymsluni.v29Sjitrai Sároniti við neytunum, ið gingu á Sáron, Sjáfat Adlaison við neytunum, sum gingu í dølunum.v30Óbil Ísmaeliti við kamelunum, Jedija úr Meronot við øsnunum.v31Jáziz Hagriti við smalunum. Allir hesir høvdu umsjón við ognunum hjá Dávidi kongi.v32Jónatan, faðirbróðir Dávids, var ráðgevi; hann var vitur og skriftlærdur maður. Jehiel Hakmonison aldi upp synir kongs.v33Ákitofel var ráðgevi kongs og Husjai Arkiti vinur kongs.v34Eftir Ákitofel kom Jójada Benajason og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongs. |