Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 4
Ætt Júda
v1Synir Júda: Perez, Hezron, Karmi, Hur og Sjóbal.v2Reaja, sonur Sjóbals, gat Jáhat; Jáhat gat Áhumai og Láhad. Hetta vóru kyntættir Zóratita.v3Hesir vóru synir Etams: Jizreel, Jisjma og Jidbasj; systir teirra æt Hazlelponi;v4framvegis Penuel, faðir Gedors, og Ezer, faðir Husja. Hesir vóru synir Hurs, frumburðar Efratar, faðirs Betlehems.
v5Asjhur, faðir Tekóa, hevði tvær konur: Heleu og Náaru.v6Náara føddi honum Áhuzzam, Hefer, Temeni og Áhasjtaritar. Hesir vóru synir Náaru.v7Synir Heleu: Zeret, Zóhar, Etnan og Koz.v8Koz gat Ánub, Hazzóbeba og kyntættir Áharhels, sonar Hárums.v9Jábez var mætastur millum brøðra sína, og móðir hansara nevndi hann Jábez, tí hon segði: «Við verkum havi eg føtt hann!»v10Jábez ákallaði Ísraels Guð við hesum orðum: «Gævi tú vildi signað meg stórum og økt um land mítt og latið hond tína verið við mær og bjargað mær úr ógævu, so at mær verður einki at harmi!» Og Guð veitti honum tað, sum hann bað um.
v11Kelub, bróðir Sjúa, gat Mehir; hann var faðir Esjtons.v12Esjton gat Bet-Ráfa, Pásea og Tehinna, faðir at Ir-Náhasj. Hesir eru menninir frá Reka.v13Synir Kenazar: Otniel og Seraja. Synir Otniels: Hátat og Meónotai.v14Meónotai gat Ofra. Seraja gat Jóab, faðir at Ge-Hárasjim, tí at teir vóru smiðir.
v15Synir Kálebs Jefunnesonar: Ir, Ela og Náam. Synir Ela ... og Kenaz.v16Synir Perezar: Jehallelel og Ezra. Synir Jehallelels: Zif, Zifa, Tireja og Ásarel.v17Synir Ezra: Jeter, Mered og Efer. Efer gat Mirjam, Sjammai og Jisjba, faðir Esjtemoa.v18Men kona hansara av Gýðingaætt føddi Jared, faðir at Gedor og Heber, faðir at Sóko og Jekutiel, faðir at Zánoa. Hesir vóru synir Bitju, dóttur Fáraos, sum Mered tók til konu: ...v19Synir konu Hódia, systur Náhams: Faðir at Ke'ila Garmita og Esjtemoa Máakatita.v20Synir Sjimons: Amnon og Rinna, Benhanan og Tilon. Synir Jisji: Zóhet. Sonur Zóhets: ...
v21Synir Sjela, sonar Júda: Er, faðir at Leka, Láda, faðir at Máresja, kyntættir av Asjbeaætt, sum virkaðu línvevnað,v22framvegis Jókim og menninir frá Kózeba og Jóasj og Sáraf, ið valdaðu Móab og komu aftur til Betlehem. Men hetta var í gomlum døgum.v23Teir vóru leirkerasmiðir og bygdu Netáim og Gedera og búðu har í námundu kongs og starvaðu hjá honum.
Ætt Símeons
v24Synir Símeons: Nemuel, Jámin, Járib, Zera og Sjául;v25sonur hansara var Sjallum; sonur hansara Mibsam; sonur hansara Misjma.v26Synir Misjma: Sonur hansara Hammuel; sonur hansara Zakkur; sonur hansara Sjimei.v27Sjimei átti sekstan synir og seks døtur; men brøður hans áttu ikki nógv børn; og allur ættbólkur teirra var ikki so fjølmentur sum Júdamenn.
v28Teir búðu í Beersjebu, Mólada, Házar-Sjúal,v29Bilha, Ezem, Tólad,v30Betuel, Horma, Ziklag,v31Bet-Markabot, Házar-Susim, Bet-Birei og Sjáaráim. Hagar til Dávid tók við ríki, vóru hetta borgir teirrav32við torpum íkring; framvegis Etam, Ájin, Rimmon, Tóken og Ásjan, fimm borgirv33og torpar teirra, sum lógu kring um hesar borgir til Báal. Hetta vóru bústaðir teirra; og teir høvdu sítt egna ættartal.
v34Framvegis: Mesjóbab, Jamlek, Jósja, sonur Ámazja,v35Jóel, Jehu, sonur Jósjibja Serajasonar, Ásielssonar,v36Eljóenai, Jáakoba, Jesjóhaja, Ásaja, Ádiel, Jesimiel, Benaja,v37Ziza, sonur Sjifei Allonssonar, Jedajasonar, Sjimrisonar, Sjemajasonar.v38Teir, sum her eru nevndir, vóru høvdingar fyri ættargreinum sínum; og hava ættir teirra greint seg víða.v39Teir fóru haðan leiðina til Gerar eystur um dalin til tess at leita sær beitilendi fyri smalur sínar;v40og teir komu fram á feitt og gott beitilendi og rúmsátt land, róligt og friðarligt, tí teir, sum áður búðu har, vóru komnir av Kam.v41Á døgum Hizkia Júda kongs komu hesir, ið her eru navngreindir, og oyddu tjøld teirra og vógu Meunitar, sum teir hittu har; og teir vígdu teir til avoyðingar, so at teir ikki eru til í dag; síðan settust teir niður í bústøðum teirra, tí har var beitilendi fyri smalur teirra.v42Av teimum, av Símeonitum, fóru fimm hundrað mans til Se'irs fjøll; á odda fyri teimum vóru Pelatja, Nearja, Refaja og Uzziel, synir Jisjei;v43teir vógu hinar síðstu Ámalekitar, ið eftir vóru, og tóku upp bústað har og búgva har enn.