Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 6
Kyntáttur Levi. Høvuðsprestar
v1Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari.v2Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.v3Synir Amrams: Áron, Móses og Mirjam. Synir Árons: Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar.v4Eleazar gat Pinehas; Pinehas gat Ábisjua;v5Ábisjua gat Bukki; Bukki gat Uzzi;v6Uzzi gat Zeraja; Zeraja gat Merajot;v7Merajot gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub;v8Áhitub gat Zádok; Zádok gat Áhimáaz;v9Áhimáaz gat Ázarja; Ázarja gat Jóhanan;v10Jóhanan gat Ázarja, sum var prestur í tí templi, sum Sálomon bygdi í Jerúsalem.v11Ázarja gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub;v12Áhitub gat Zádok; Zádok gat Sjallum;v13Sjallum gat Hilkia; Hilkia gat Ázarja;v14Ázarja gat Seraja; Seraja gat Józadak.v15Men Józadak fór við, tá ið Harrin læt Júda og Jerúsalem verða herleidd av Nebukadnezari.
Ætt Levi
v16Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari.v17Hesi vóru nøvn Gersjons sona: Libni og Sjimei.v18Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.v19Synir Merari: Máli og Musji. Hesar vóru ættargreinir teirra eftir ættarfedrum teirra.v20Av Gersjoni eru komnir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jáhat, sonur hansara Zimma,v21sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeáterai.v22Synir Kehats: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kóra, sonur hansara Assir,v23sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir,v24sonur hansara Táhat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia og sonur hansara Sjául.v25Synir Elkana: Ámasai og Áhimot;v26sonur hansara Elkana, sonur hansara Zófai, sonur hansara Tóhu,v27sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeróham, sonur hansara Elkana og sonur hansara Sámuel.v28Synir Sámuels: Jóel, hin frumgitni, og hin annar Ábia.v29Synir Merari: Máli, sonur hansara Libni, sonur hansara Sjimei, sonur hansara Uzza,v30sonur hansara Sjimea, sonur hansara Haggija og sonur hansara Ásaja.
Sangararnir Heman, Ásaf og Etan
v31Hesir eru teir, ið Dávid setti til at skipa songinum í húsi Harrans, eftir at ørkin hevði funnið hvíldarstað,v32og sum intu tænastu frammi fyri bústaði samfundartjaldsins sum sangarar, hagar til Sálomon bygdi hús Harrans í Jerúsalem; teir intu tænastu eftir teimum reglum, ið teimum vóru ásettar.v33Og hesir eru teir, sum intu hesa tænastu og synir teirra: Av Kehatitum sangarin Heman Jóelsson, Sámuelssonar,v34Elkanasonar, Jeróhamssonar, Elielssonar, Tóasonar,v35Zufssonar, Elkanasonar, Máhatssonar, Ámasaisonar,v36Elkanasonar, Jóelssonar, Ázarjasonar, Zefanjasonar,v37Táhatssonar, Assirssonar, Ebjasafssonar, Kórasonar,v38Jizharssonar, Kehatssonar, Levisonar, Ísraelssonar.v39Og bróðir hansara Ásaf stóð honum við høgru lið: Ásaf Berekjason, Sjimeasonar,v40Mikaelssonar, Báasejasonar, Malkijasonar,v41Etnisonar, Zerasonar, Ádajasonar,v42Etanssonar, Zimmasonar, Sjimeisonar,v43Jáhatssonar, Gersjonssonar, Levisonar.v44Og brøður teirra, synir Merari, stóðu til vinstru: Etan Kisjison, Abdisonar, Mallukssonar,v45Hásjabjasonar, Ámazjasonar, Hilkiasonar,v46Amzisonar, Bánisonar, Sjemerssonar,v47Málisonar, Musjisonar, Merarisonar, Levisonar.
Levitar og høvuðsprestar
v48Brøður teirra Levitarnir vóru settir yvir øllum starvi við tempulbústað Guðs.v49Men Áron og synir hans ofraðu á brennioffuraltarinum og á roykilsisaltarinum; teir intu alla tænastu í tí alraheilagasta og veittu Ísrael sáttargerð, beint so sum Móses, tænari Guðs, hevði boðið.v50Synir Árons vóru hesir: Sonur hansara Eleazar, sonur hansara Pinehas, sonur hansara Ábisjua,v51sonur hansara Bukki, sonur hansara Uzzi, sonur hansara Zeraja,v52sonur hansara Merajot, sonur hansara Ámarja, sonur hansara Áhitub,v53sonur hansara Zádok og sonur hansara Áhimáaz.
Borgir presta og Levita
v54Og hetta vóru bústaðir teirra, tjaldborgir teirra innan landøki teirra: Sonum Árons av ættargrein Kehatita – tí teir fingu fyrstir lut sín –v55góvu teir Hebron í Júdalandi og beitilendini kring um hana.v56Men bø borgarinnar og torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni.v57Og sonum Árons góvu teir griðstaðin Hebron; framvegis Libna við beitilendum, Jattir við beitilendum, Esjtemoa við beitilendum,v58Hilen við beitilendum, Debir við beitilendum,v59Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum.v60Av Benjamins ætt: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum, Álemet við beitilendum og Ánatot við beitilendum; í alt trettan borgir við beitilendum.
v61Hinir av Kehats sonum fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tíggju borgir burtur av Efraims ætt og Dáns ætt og hálvari Manasse ætt.v62Sonum Gersjons lutaðust eftir ættargreinum teirra trettan borgir burtur av Issakars ætt, Ásjers ætt, Naftali ætt og hálvari Manasse ætt í Básjan.v63Synir Merari fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tólv borgir burtur av Rubens ætt, Gáds ætt og Zebulons ætt.
v64Síðan góvu Ísraelsmenn Levitunum borgirnar við beitilendum;
v65teir góvu teimum eftir lutkasti navngreindu borgir burtur av ætt Júdasona, ætt Símeonssona og ætt Benjaminssona.
v66Synir Kehats fingu eftir ættargreinum sínum burtur av Efraims ætt tær borgir, ið teimum lutaðust;v67og teir góvu teimum griðstaðin Sikem við beitilendum á Efraims fjøllum, Gezer við beitilendum,v68Jokmeam við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum,v69Ajjalon við beitilendum og Gát-Rimmon við beitilendum.v70Av hálvari Manasse ætt Áner við beitilendum og Jibleam við beitilendum; hetta lutaðist hinum av Kehats ætt.
v71Sonum Gersjons lutaðist eftir ættargreinum teirra hin helmingurin av Manasse ætt: Gólan í Básjan við beitilendum og Asjtarot við beitilendum;v72av Issakars ætt: Kedesj við beitilendum, Dobrat við beitilendum,v73Jarmut við beitilendum og En-Gannim við beitilendum;v74av Ásjers ætt: Masjal við beitilendum, Abdon við beitilendum,v75Hukok við beitilendum og Rehob við beitilendum;v76av Naftali ætt: Kedesj í Gálileu við beitilendum, Hammot við beitilendum og Kirjatáim við beitilendum.
v77Hinum Levitunum, Merarutunum lutaðist burtur av Zebulons ætt: Rimmon við beitilendum og Tábor við beitilendum;v78og hinumegin Jórdan áraka Jeriko eystan fyri Jórdan burtur av Rubens ætt: Bezer í oyðimørkini við beitilendum, Jáza við beitilendum,v79Kedemot við beitilendum og Mefáat við beitilendum.v80Av Gáds ætt: Rámot í Gilead við beitilendum, Máhanáim við beitilendum,v81Hesjbon við beitilendum og Jázer við beitilendum.