Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Krýnikubók, kapittul 9
Íbúgvar Jerúsalems
v1Allir Ísraelsmenn vóru ættartaldir og ritaðir í bók Ísraels konga. Men Júda varð herleiddur til Bábelborgar fyri ótrúskapar sakir.v2Hinir fyrru íbúgvar, ið sótu við jørð síni í borgum sínum, vóru: Vanligir Ísraelsmenn, prestarnir, Levitarnir og tempultrælirnir.v3Í Jerúsalem búðu av Júdamonnum, Benjaminitum, Efraimitum og Manassitum:v4Av Júdamonnum: Utai Ammihudsson, Omrisonar, Imrisonar, Bánisonar, sum var ættaður frá Perezi Júdasyni.v5Av Sjelanitum: Ásaja, hin frumgitni, og synir hansara.v6Av Zeraitum: Jeuel og brøður teirra, seks hundrað og níti í alt.v7Av Benjaminitum: Sallu Mesjullamsson, Hódavjasonar, Hassenuasonar;v8Jibneja Jeróhamsson; Ela Uzzison, Mikrisonar; Mesjullam Sjefatjason, Reuelssonar, Jibnejasonar;v9framvegis brøður teirra eftir kyntáttum teirra, í tali níggju hundrað og fimmti og seks. Allir hesir vóru oddamenn fyri kyntáttum sínum.
v10Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin,v11Ázarja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, ið høvuðsmaður var fyri templi Guðs,v12Ádaja Jeróhamsson, Pasjhursson, Malkijason; Másai Ádielsson, Jázerasonar, Mesjullamssonar, Mesjillemitssonar, Immerssonar;v13framvegis brøður teirra, seytjan hundrað og seksti ættarhøvdingar, fráskilamenn til at inna tænastu í templi Guðs.
v14Av Levitum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, av Meraritum.v15Framvegis Bakbakkar, Heresj, Gálal, Mattanja Mikason, Zikrisonar, Ásafssonar,v16Óbadja Sjemajason, Gálalssonar, Jedutunssonar, Berekja Ásason, Elkanasonar, sum búði í torpum Netofatita.v17Og duravørðirnir: Sjallum, Akkub, Talmon og Áhiman og brøður teirra. Sjallum var hægsturv18og goymir enn at kongsliðinum eystantil. Hesir vóru duravørðirnir í herbúðum Levita.v19Sjallum Kóreson, Ebjasafssonar, Kórasonar og brøður hans, ið vóru av hansara ætt, Kóraitarnir, intu tænastu við at goyma at tjaldgáttunum; eisini fedrar teirra høvdu verið vørðir við inngongdina í herbúðir Harrans.v20Pinehas Eleazarsson hevði forðum verið oddamaður teirra – Harrin veri við honum.v21Zekarja Mesjelemjason var duravørður við samfundartjaldið.v22Teir, sum útvaldir vóru til at goyma at gáttunum, vóru til samans tvey hundrað og tólv; hesir vóru í torpum sínum ritaðir í ættartal. Dávid og síggjarin Sámuel skipaðu teimum í embæti;v23teir og synir teirra vóru duravørðir við hús Harrans, við tjaldbúðina.v24Móti teimum fýra ættunum skulu duravørðirnir standa, móti eystri og vestri, móti norðuri og suðuri.v25Og brøður teirra í torpum teirra skuldu koma av og á sjey dagar í senn og veita teimum atstøðu.v26Tí at hinir fýra yvirduravørðirnir intu støðugt størv síni. Tað vóru Levitarnir. Teir høvdu eisini umsjón við herbergunum og goymsluhúsunum í húsi Guðs.v27Teir hildu til um náttina kring tempul Guðs; tí at teir áttu at halda vakt og á hvørjum morgni at lata upp liðini.v28Nakrir teirra høvdu umsjón við teimum amboðum, ið nýtt vóru í tænastuni; teir taldu tey, bæði tá ið teir goymdu tey burtur, og tá ið teir tóku tey fram aftur;v29og aðrir teirra høvdu umsjón við amboðunum og øllum halgigripunum, við hveitimjølinum, víninum, oljuni, roykilsinum og kryddurtunum.v30Nakrir av prestasonunum gjørdu salvu úr hinum vælangandi urtunum.v31Men Matitja, ein av Levitunum, frumgitni sonur Sjallums Kóriata, hevði fingið starvið at baka litið til.
v32Nakrir av Kehatitunum, brøðrum teirra, høvdu umsjón við sýnisbreyðunum og skuldu leggja tey til rættis hvønn hvíludag.
v33Tað vóru sangararnir, ættarhøvdingar Levitanna; teir búðu í herbergunum og vóru leysir við onnur størv, tí at teir høvdu tænastu dag og nátt.
v34Hesir vóru ættarhøvdingar Levitanna, høvuðsmenn fyri kyntáttum sínum í Jerúsalem.
Eftirkomarar Sáuls
v35Í Gibeon búði Jeuel, faðir Gibeons; kona hansara æt Máaka;v36frumgitni sonur hansara var Abdon, tínæst Zur, Kisj, Báal, Ner, Nádab,v37Gedor, Ájo, Zekarja og Miklot.v38Miklot gat Sjimeam. Eisini teir búðu yvir av brøðrum sínum í Jerúsalem saman við brøðrum sínum.v39Ner gat Kisj; Kisj gat Sául; Sául gat Jónatan, Malkisjúa, Ábinadab og Esjbáal.v40Sonur Jónatans var Meribbáal; Meribbáal gat Mika.v41Synir Mika: Piton, Melek, Tárea og Áhaz.v42Áhaz gat Jehóadda; Jehóadda gat Álemet, Asmavet og Zimri. Zimri gat Móza,v43Móza gat Binea. Sonur hansara var Refaja, sonur hansara Eleasa, sonur hansara Ázel.v44Ázel átti seks synir; teir itu: Ázrikam, Bókeru, Jisjmael, Sjearja, Óbadja og Hánan. Hesir vóru synir Ázels.