Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Krýnikubók, kapittul 11
Boðskapur Sjemaja profets
v1Tá ið Rehábeam kom aftur til Jerúsalem, savnaði hann saman Júda ætt og Benjamin, eitt hundrað og áttati túsund úrvalshermenn, til tess at berjast við Ísrael og fáa ríkið aftur undir Rehábeam.v2Men tá kom orð Harrans til Sjemaja Guðsmans soljóðandi:v3«Tala til Rehábeams Sálomonssonar, Júda kongs, og til allar Ísraels menn í Júda og Benjamin og sig:v4So sigur Harrin: Tit skulu ikki fara í bardaga móti brøðrum tykkara; vendið hvør heim aftur til sín sjálvs; tí at hetta, sum er hent, er frá mær!» Lýdnir orðum Harrans vendu teir aftur og fóru ikki móti Jeróboami.
Rehábeam byggir víggirdar borgir
v5Rehábeam búði síðan í Jerúsalem. Hann gjørdi úr bygdum víggirdar borgir.v6Soleiðis víggirdi hann Betlehem, Etam, Tekóa,v7Bet-Zur, Sóko, Ádullam,v8Gát, Máresja, Zif,v9Ádoráim, Lákisj, Ázeka,v10Zórea, Ajjalon, Hebron, allar í Júda og Benjamin.v11Hann gjørdi vígvirkini sterk, setti høvdingar fyri teimum og hevði har goymslur fyri vistum, olju og víni,v12og í hvørji borg hevði hann skildir og spjót og gjørdi tær soleiðis ovursterkar. Júda og Benjamin hoyrdu honum til.
Prestar og Levitar rýma til Júda
v13Men prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu til hansara, hvør úr síni sýslu og gingu í tænastu hjá honum,v14tí at Levitarnir fóru frá jørð og ognum sínum og rýmdu til Júda og Jerúsalem, av tí at Jeróboam og synir hans høvdu rikið teir úr prestatænastu Harrans,v15og hevði hann sjálvur skipað sær prestar fyri offurheyggjarnar og fyri skógartrøllini og kálvarnar, sum hann hevði latið gera;v16og saman við teimum komu frá øllum Ísraels ættum teir, sum høvdu hug at søkja Harran, Ísraels Guð, til Jerúsalem til tess at frambera Harranum, Guði fedra teirra, offur.v17Teir styrktu Júdaríki og magnaðu Rehábeam Sálomonsson í trý ár, tí at so leingi gingu teir á vegi Dávids og Sálomons.
Konur og synir Rehábeams (smbr. 1 Kong 12,21-24)
v18Rehábeam tók sær til konu Máhalat, dóttur Jerimots Dávidssonar, og Ábihail, dóttur Eliabs Ísaisonar.v19Hon føddi honum synirnar Jeusj, Sjemarja og Záham.v20Seinni tók hann eisini til konu Máaku, Absalons dóttur, ið føddi honum Ábia, Attai, Ziza og Sjelomit.v21Rehábeam unti Máaku, dóttur Absalons, meira, enn øllum øðrum konum og hjákonum sínum; hann hevði tikið sær átjan konur og seksti hjákonur og gat tjúgu og átta synir og seksti døtur.v22Og Rehábeam setti Ábia, son Máaku, sum høvdinga og oddamann millum brøðra hans, tí at hann ætlaði at gera hann til kong.v23Við skynsemi læt hann allar synir sínar hvønn fyri seg búsetast í øllum landslutum Júda og Benjamins og øllum hinum víggirdu borgunum og fekk teimum nøgdir av vistum og nógvar konur.