Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Krýnikubók, kapittul 17
Frá Jósafati kongi av Júda. Harrin var við Jósafati
v1Sonur hans, Jósafat, tók nú ríkið eftir hann; hann vann sær mikið vald yvir Ísraelv2við at hava hermenn í øllum víggirdum borgum í Júda og seta varðmenn um alt Júda land og í teimum Efraims borgum, ið Ása, faðir hans, hevði tikið.v3Harrin var við Jósafati, av tí at hann gekk tær leiðir, sum Dávid, forfaðir hans, í fyrstuni hevði gingið, og leitaði ikki til Báalarnar,v4men leitaði til Guð faðirs síns og gekk eftir boðorðum hans og gjørdi ikki sum Ísrael.v5Tessvegna grundfesti Harrin kongsdømið fyri Jósafati; og allur Ísrael flutti honum gávur, so at honum ognaðist bæði eyður og æra.v6Og hann fekk dirvi til at ganga leiðir Harrans, so at hann eisini beindi fyri offurheyggjum og Ásjerustólpum Júda.
Ídni Jósafats um lógina
v7Á triðja ríkisári sínum sendi hann høvdingar sínar Benhájil, Óbadja, Zekarja, Netánel og Mikaja til tess at kenna í Júdaborgum;v8saman við teimum vóru Levitarnir Sjemaja, Netanja, Zebadja, Ásael, Sjemiramot, Jónatan, Ádónija, Tóbija og Tób-Ádónija, Levitarnir og prestarnir Elisjáma og Jóram.v9Teir kendu í Júda og høvdu við sær lógbók Harrans, og teir ferðaðust um allar Júda borgir og kendu fólkinum.
Mikli máttur hans
v10Ræðsla frá Harranum kom yvir øll ríki og lond, ið lógu kring um Júda, so at tey ikki tordu at leggja til bardaga við Jósafat.v11Av Filistum komu menn við gávum til Jósafats og góvu honum silvur í skatt; eisini Árábar fluttu honum smáfenað, sjey túsund og sjey hundrað veðrar og sjey túsund og sjey hundrað havrar.v12Soleiðis mentist Jósafat og vaks í mæti; og hann bygdi hallir og vistaborgir í Júda.v13Hann hevði nógvar vistir í Júda borgum, og í Jerúsalem hevði hann hermenn, reystar kappar.v14Her skulu teljast túsundhøvdingarnir eftir ættargreinum teirra: Av Júda: Adna høvdingi við trý hundrað túsund hetjum;v15honum næstur fylgdi Jóhanan høvdingi við tvey hundrað og áttati túsund monnum;v16honum næstur Ámasja Zikrison, ið sjálvboðin hevði gingið Harranum til handar, við tvey hundrað túsund hetjum.v17Og av Benjamini reystmennið Eljada við tvey hundrað túsund monnum, ið høvdu boga og skjøldur;v18honum næstur fylgdi Józabad við eitt hundrað og áttati túsund herbúnum monnum.v19Hesir vóru í tænastu kongs umframt teir, sum kongur hevði um allan Júda í teimum víggirdu borgunum.