|
Seinna Krýnikubók, kapittul 19 Jehu profetur hevur at Jósafati v1Men Jósafat, Júda kongur, kom í øllum góðum heim aftur til Jerúsalem.v2Tá gekk Jehu síggjari Hánanison inn fyri Jósafat kong og segði við hann: «Hjálpir tú gudloysingum og elskar tú teir, ið hata Harran? Fyri hetta liggur vreiði Harrans yvir tær.v3Tó er funnið nakað gott við tær, tí at tú hevur oytt úr landinum Ásjerustólparnar og snúð hjarta tínum til at søkja Harran.» Jósafat bøtir um rættarskipanina v4Jósafat dvaldi nú bil í Jerúsalem. Síðan fór hann at ferðast um hjá fólkinum frá Beersjebu og alt at Efraims fjøllum og beindi teimum aftur til Harrans, Guðs fedra teirra.v5Hann skipaði eisini dómarar um alt landið í hvørji borg av teim víggirdu borgunum í Júda.v6Og hann segði við dómararnar: «Ansið eftir, hvat tit gera; tí at ikki eru tit dómarar í umboði manna, men Harrans, og hann er hjá tykkum í dóminum.v7Veri tí ótti Harrans yvir tykkum, og verið tit varnir í verkum tykkara, tí at hjá Harranum, Guði várum, er eingin órættur, hann ger ongan mannamun og tekur ikki við mutri!»v8Eisini í Jerúsalem skipaði hann nakrar Levitar og prestar og ættarhøvdingar av Ísrael til at greina dómar Harrans og døma í rættartrætum hjá Jerúsalembúgvum.v9Og hann beyð teimum og segði: «Soleiðis skulu tit fara fram í ótta Harrans av sonnum og reinmeintum huga:v10Hvørja ferð brøður tykkara, sum búgva í borgum tykkara, koma við rættartrætu fram fyri tykkum, hvørt tað er blóðsekt, lógir, boð, fyriskipanir, tá skulu tit vara teir við, so at teir ikki verða sekir fyri Harranum, og so at vreiði kemur ikki yvir tykkum og brøður tykkara. Soleiðis skulu tit fara fram, til tess at tit ikki verða sekir.v11Men Ámarja høvuðsprestur skal vera oddamaður tykkara í øllum málevnum Harrans, og Zebadja Jisjmaelsson, høvdingi Júdaættar, í øllum málevnum kongs, og undir tykkum skulu tit hava levitiskar umsjónarmenn. Farið nú fúsir til starvið; Harrin vil vera við hvørjum einum, ið rættiligur er.» |