|
Seinna Krýnikubók, kapittul 20 Framhald um Jósafat (smbr. 1 Kong 22,42-44) v1Síðan hendi tað, at Móabitar og Ammonitar saman við monnum frá Máon fóru móti Jósafati til bardaga.v2Tá komu menn til Jósafats við hesum tíðindum: «Ovurmikil mannfjøld kemur ímóti tær handanfrá yvir havið, úr Edóm, og eru teir longu í Házazon-Támar, tað er En-Gedi!»v3Nú kom ræðsla á Jósafat, og hann tók at leita til Harrans og læt boða føstu um allan Júda.v4Tá savnaðust teir saman úr Júda til tess at leita sær hjálp hjá Harranum, ja, úr øllum Júda borgum komu teir til tess at søkja Harran.v5Men Jósafat gekk fram í savnaði Júda og Jerúsalem í húsi Harrans ábeint hinum nýggja forgarðinumv6og mælti: «Harri, Guð fedra vára, ert tú ikki Guð á himni, og valdar tú ikki øllum ríkjum heidninganna? Í tíni hond er máttur og megi, og móti tær kann eingin standast!v7Var tað ikki tú, Guð vár, sum rak íbúgvarnar í hesum landi undan Ísrael, fólki tínum, og gav eftirkomarum Ábrahams, vinar tíns, landið um allar ævir?v8Teir settust niður her og bygdu tær halgidóm her fyri navni tínum og søgdu:v9Um ógæva gongur á okkum, svørð, revsidómur, drepsótt ella hallár, tá viljum vær koma fram fyri hetta hús, fram fyri ásjón tína, tí at navn títt er í hesum húsi, og vær viljum rópa til tín í neyðum, at tú mást hoyra og hjálpa!v10Her eru nú Ammonitar, Móabitar og Se'irsbúgvar, sum tú ikki loyvdi Ísraels monnum at leypa á, tá ið teir komu úr Egyptalandi, men teir hildu seg frá teimum og oyddu teir ikki –v11hygg nú, hvussu teir løna okkum tað við at koma og reka okkum burtur av teirri jørð, sum tú lætst okkum ognast!v12Guð vár, vilt tú tá ikki lata dóm ganga yvir teir? Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!» v13Meðan nú allir Júda menn stóðu frammi fyri Harranum saman við smábørnum, konum og sonum sínum,v14kom har í miðjum savnaðinum andi Harrans yvir Jeháziel Levita, son Zekarja, Benajasonar, Jeielsonar, Mattanjasonar, ein av Ásafs eftirkomarum,v15og hann mælti: «Gevið ljóð allir Júda menn, Jerúsalembúgvar og Jósafat kongur! So sigur Harrin við tykkum: Óttist ikki og skelvið ikki fyri hesi miklu mannfjøld; tí at orrustan er ikki tykkara, men Guðs!v16Farið í morgin ímóti teimum; teir eru á veg niðan brekkuna móti Hazziz, og har hitta tit teir í dalsmunnanum eystanvert við Jeruels oyðimørk.v17Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bert fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum, tit Júda menn og Jerúsalembúgvar; óttist tí ikki, men farið ekkaleysir í morgin ímóti teimum, tí at Harrin skal vera við tykkum!»v18Tá fell Jósafat fram á ásjón sína til jarðar, og allir Júda menn og Jerúsalembúgvar nigu fyri Harranum til tess at tilbiðja Harran.v19Men Levitarnir, sum vóru eftirkomarar Kehatita og Kóraita, stóðu og lovaðu Harranum, Ísraels Guði, við harðari rødd. v20Og snimma morgunin eftir hildu teir út ímóti Tekóa reyni; og meðan teir fóru avstað, gekk Jósafat fram og mælti: «Hoyrið meg, Júda menn og Jerúsalembúgvar: Havið trúgv á Harran, Guð tykkara, so skulu tit standast; og troystið á profetar hans, tá skal eydnan fylgja tykkum!»v21Síðan ráðførdi hann seg við fólkið og skipaði Harranum sangarar, sum skuldu syngja í heilagum skrúði, meðan teir gingu út undan hermonnunum: «Lovið Harranum, tí at miskunn hans varir um ævir!»v22Men í somu løtu sum teir byrjaðu fagnaðarrópið og lovsongin, læt Harrin loyniliggjarar ráðast á Ammonitar, Móabitar og Se'irsbúgvar, sum komu móti Júda, so at teir fingu ósigur.v23Ammonitar og Móabitar løgdust nú á teir úr Se'irs fjallalandi til tess at týna og oyða teir, og tá ið teir høvdu gjørt enda á teimum úr Se'ir, tóku teir at týna hvør annan. v24Tá ið nú Júda menn komu niðan á sýnina og litu út um reynið eftir teirri miklu mannfjøld, sí, tá lógu lík teirra har á jørðini; eingin hevði komist undan.v25Jósafat kom nú við monnum sínum til tess at ræna av herfangi teirra; og so nógv av fenaði, ognum og klæðum og dýrum gripum funnu teir, at teir bjargaðu meira, enn teir kundu bera; tríggjar dagar vóru teir um at ræna herfangið; so stórt var tað.v26Fjórða dagin savnaðust teir í Berakadali; tí at har lovaðu teir Harranum; tessvegna eitur tann staður Lovgerðardalur enn í dag.v27Síðan snúðust allir Júdamenn og Jerúsalembúgvar heim aftur við Jósafati á odda, og teir komu fegnir aftur til Jerúsalem, tí at Harrin hevði veitt teimum fagnað yvir fíggindum teirra.v28Og teir hildu inn í Jerúsalem, í hús Harrans við hørpum, gígum og lúðrum.v29Men ræðsla frá Guði kom yvir allar heidningatjóðirnar, tá ið tað frættist, at Harrin hevði barst móti fíggindum Ísraels. v30Friður valdaði nú í ríki Jósafats; tí at Guð hansara læt allar grannar binda frið við hann.v31Jósafat var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur yvir Júda, og hann sat í tjúgu og fimm ár sum kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ázuba Sjilhidóttir.v32Hann steig í fótaspor Ása, faðirs síns, og veik ikki frá teimum, við tað at hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans.v33Tó vórðu offurheyggjarnir enn ikki avtiknir, og enn hevði fólkið ikki snúð hjarta sínum til Guðs fedra teirra. v34Tað, sum meira er at siga um Jósafat frá upphavi til enda, er jú ritað í søguni hjá Jehu Hánanisyni, sum tikin er upp í bókina um Ísraels kongar. v35Eftir hetta bant Jósafat, Júda kongur, felag við Áhazja, Ísraels kong, ið hevði so gudleysa atferð.v36Hann gekk í felag við hann um tað at byggja skip, ið fara skuldu til Tarsis; í Ezjon-Geber lótu teir skipini byggja.v37Men Eliezar Dódavahusson úr Máresja spáaði móti Jósafati og segði: «Fyri at tú bant felag við Áhazja, skal Harrin gera fyritøku tína til einkis!» Og skipini fórust og komu ikki vegin fram til Tarsis. |