|
Seinna Krýnikubók, kapittul 23 Fall Átalju (smbr. 2 Kong 11,4-20) v1Men á sjeynda ári herdi Jójada hugin og gjørdi bandalag við hundraðhøvdingarnar, við Ázarja Jeróhamsson, Jisjmael Jóhanansson, Ázarja Óbedsson, Máaseja Ádajason og Elisjafat Zikrisson.v2Teir fóru um í Júda og fingu saman Levitarnar úr øllum Júda borgum og Ísraels ættarhøvdingar; og tá ið teir komu aftur til Jerúsalem,v3gjørdi allur savnaðurin sáttmála við kong í húsi Guðs. Og Jójada segði við teir: «Hetta er kongssonurin, ið kongur skal vera eftir tí heiti, sum Harrin hevur givið um synir Dávids!v4Og soleiðis skulu tit nú gera: Tann triðingurin av tykkum prestum og Levitum, ið taka skal við tænastu á hvíludegnum, skal standa við dyrnar sum varðhald,v5annar triðingurin skal standa við kongshøllina og hin triði við Jesodliðið; men almúgan skal standa í forgørðum hús Harrans.v6Men eingin má koma inn í hús Harrans uttan prestarnir og teir Levitar, ið gera tænastu; teir mega ganga inn, tí at teir eru halgaðir; men alt hitt fólkið skal halda seg eftir forskriftum Harrans.v7Levitarnir skulu allir vápnaðir fylkjast um kong, og hvør, ið trokar seg fram at templinum, skal týna lívið. Soleiðis skulu teir vera hjá kongi, bæði tá ið hann fer inn, og tá ið hann fer út.» v8Levitarnir og allir Júda menn gjørdu nú alt tað, sum Jójada prestur hevði boðið, við tað at teir tóku menn sínar, bæði teir, sum skuldu taka við, og teir, sum skuldu ganga frá tænastuni á hvíludegnum; tí at Jójada prestur gav ikki varðflokkunum heimloyvi.v9Og Jójada prestur fekk hundraðhøvdingunum spjótini og hinar smáu og stóru skildirnar, sum Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Guðs.v10Síðan fylkti hann alt fólkið kring um kong, hvønn ein við spjóti í hendi, frá sunnaru síðu tempulsins alt at norðursíðuni og frá altarinum yvir at templinum.v11Nú leiddu teir fram kongssonin og settu á hann krúnuna, fingu honum vitnisburðin og tóku hann til kong; men Jójada og synir hansara salvaðu hann og rópaðu: «Kongur livi!» v12Men tá ið Átalja hoyrdi rómin frá fólkinum, ið rann og fagnaði kongi við gleðirópum, fór hon út til fólkið í húsi Guðs;v13og har sá hon kongin standa við súlu sína við inngongdina og allar høvuðsmenninar og lúðrasveinarnar har hjá, meðan øll mannamúgvan fagnandi blásti í hornini, og sangararnir við ljóðførum sínum skipaðu lovsonginum; tá skræddi Átalja klæði síni og rópaði: «Svikræði! Svikræði!»v14Men Jójada prestur beyð hundraðhøvdingunum, oddamonnum hersins, at leiða hana út um forgarðin og jarðleggja við svørði hvønn, sum vildi fylgja henni; «tí at ikki mega tit drepa hana í húsi Harrans,» hevði presturin sagt.v15Síðan løgdu teir hond á hana, og tá ið teir vóru komnir við henni út um rossaliðið at kongshøllini, drópu teir hana. v16Men Jójada gjørdi sáttmála millum sín og alt fólkið og kong, at tey skuldu vera fólk Harrans.v17Síðan helt alt fólkið inn í Báalstemplið og breyt tað niður; altar og gudamyndir sorlaðu teir, og Mattan, prest hjá Báali, drópu teir fyri altarunum. v18Og Jójada setti varðmenn við hús Harrans við prestunum og Levitunum á odda, sum av Dávidi høvdu fingið umsjón við húsi Harrans til tess at frambera brennioffur Harrans, eins og ritað er í Móselóg – við fagnaði og songi – eftir fyriskipanum Dávids.v19Og hann setti duravørðir við liðini á húsi Harrans, til tess at eingin, sum á nakran hátt var óreinur, skuldi sleppa inn;v20og hann tók hundraðhøvdingarnar og tignarmenninar og fólksins oddamenn og alla mannamúgvuna í landinum og leiddi kong oman úr húsi Harrans; og tá ið teir vóru komnir um ovara lið inn í kongshøllina, settu teir kong í kongshásætið.v21Tá fegnaðist mannamúgvan í landinum, og borgin stilnaðist. Men Átalju drópu teir við svørði. |