|
Seinna Krýnikubók, kapittul 25 Frá Ámazja kongi av Júda v1Ámazja var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í tjúgu og níggju ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hans æt Jehóaddan og var úr Jerúsalem.v2Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, tó ikki av heilum hjarta.v3Og tá ið hann hevði fingið fastatøkur á kongsdøminum, læt hann drepa teir menn sínar, sum høvdu verið konginum, faðir hans, at bana.v4Men børn teirra læt hann ikki drepa, eins og ritað er í lógbók Mósesar, har Harrin býður soleiðis: «Fedrar skulu ikki láta lív fyri barnanna skuld, og børn skulu ikki láta lív fyri fedranna skuld; heldur skal hvør láta lív fyri egnu synd sína.» Leiguhermenn úr Ísrael v5Ámazja stevndi Júda monnum saman og skipaði teir eftir ættargreinum undir túsundhøvdingum og hundraðhøvdingum fyri allan Júda og Benjamin; síðan kannaði hann teir, ið vóru tjúgu ár og haðan eldri, og kom hann til tað úrslit, at teir vóru trý hundrað túsund hervandir úrvalsmenn, ið kundu at bera spjót og skjøldur.v6Eisini leigaði hann úr Ísrael hundrað túsund reystar hetjur fyri hundrað silvurtalentir.v7Men Guðsmaður kom til hans og mælti: «Ikki má Ísraels herur fara í hernað saman við tær, kongur; tí at Harrin er ikki við Ísrael, ikki við nøkrum Efraimita;v8men ætlar tú tær at vinna sigur á henda hátt, tá vil Guð lata teg lúta fyri fíggindanum, tí at tað er í Guðs valdi bæði at veita hjálp og at geva ósigur!»v9Ámazja spurdi tá Guðsmannin: «Hvussu fer tá við hesum hundrað silvurtalentunum, sum eg gav herfólkinum úr Ísrael?» Guðsmaðurin svaraði: «Guð hevur nógv meira at geva tær enn tað!»v10Ámazja skildi nú frá tað herfólk, sum var komið til hans úr Efraim, og læt teir fara heim aftur; men teir vórðu ógvuliga illir inn á Júda menn fyri hetta og fóru heim aftur fúkandi óðir. Sigur á Edóm v11Ámazja herdi nú hugan og legði avstað við monnum sínum og helt inn í saltdalin, har hann vá tíggju túsund Se'irsbúgvar.v12Og aðrar tíggju túsund tóku Júda menn livandi, fóru við teimum niðan á hægsta fjallaknúk og stoyttu teir oman haðan, so at teir allir fóru í smæsta smildur.v13Men tað herfólkið, sum Ámazja ikki vildi hava við í hernað, men hevði sent heim aftur, teir ráddust nú á Júda borgir frá Sámáriu alt at Bet-Hóron, drópu har trý túsund mans og tóku miklan ránsfong. Avgudadýrkan v14Tá ið Ámazja hevði vunnið sigur á Edómitum, kom hann heim aftur við gudum Se'irsbúgva; hann setti teir upp sum gudar sínar og tilbað teir og kveikti offureld fyri teimum.v15Tá varð Harrin brennandi vreiður inn á Ámazja; og hann sendi til hansara profet, ið segði við hann: «Hví leitar tú tær hjálp hjá gudum í hesi tjóð? Teir kundu jú ikki frelsa fólk sítt úr hondum tínum!»v16Soleiðis talaði hann til hans, men kongur svaraði honum: «Manst tú vera settur sum ráðgevi kongs? Halt uppat, ella verður tú dripin!» Profeturin gavst tá og mælti: «Nú veit eg, at Guð hevur rátt av at týna teg, við tað at tú bert teg soleiðis at og ikki vilt lýða ráðum mínum!» Miseydnaður bardagi móti Ísrael v17Síðan tók Ámazja, Júda kongur, til ráða at senda Jóasi Jóahazsyni Jehusonar, Ísraels kongi, hesi boð: «Kom, latum okkum royna hvør annan!»v18Men Jóas, Ísraels kongur, sendi Ámazja, Júda kongi, hetta andsvar: «Tistilin á Libanon sendi einaferð sedristrænum á Libanon hesa orðasending: Gev tú syni mínum dóttur tína til konu! Men tey villu djórini á Libanon fóru yvir tistilin og troddu hann niður.v19Tú hugsar: Eg havi vunnið sigur á Edóm! Tað hevur gjørt teg hugstóran, so at tú tráar eftir størri æru. Men sit tú heima! Hví vilt tú bjóða ógævuni av, bæði sjálvum tær og Júda til fals?»v20Men Ámazja gav hesum ongan geym, av tí at Guð hevði lagað hetta soleiðis til tess at geva teir upp í fígginda hendur, aftur fyri at teir høvdu søkt Edóms gudar.v21Jóas, Ísraels kongur, legði tá avstað, og teir royndu seg, hann og Ámazja, Júda kongur, við Bet-Sjemesj í Júda.v22Men Júda fekk ósigur av Ísrael, og teir flýddu hvør heim til sín sjálvs.v23Jóas, Ísraels kongur, tók Ámazja, Júda kong, son Jóasar Jóahazsonar har í Bet-Sjemesj og fór við honum til Jerúsalem; har breyt hann niður av borgargarðinum kring Jerúsalem fýra hundrað alnir, frá Efraims liði alt at hornaliðinum.v24Tínæst tók hann alt gullið og silvurið og øll ílátini, sum funnust í húsi Guðs hjá Óbed-Edóm og í fægoymslu kongshallarinnar; somuleiðis tók hann eisini gíslar og fór síðan aftur til Sámáriu. Ámazja doyr (smbr. 2 Kong 14,2-20) v25Men Ámazja Jóasson, Júda kongur, livdi enn fimtan ár, eftir at Jóas Jóahazsonar, Ísraels kongur, var deyður.v26Men tað, sum meira er at siga um Ámazja frá upphavi til enda, tað er jú ritað í bókini um kongar Júda og Ísraels.v27Eftir tað, at Ámazja var vikin frá Harranum, skipaðu menn í Jerúsalem samansvørjing ímóti honum; hann flýddi tá til Lákisjar, men teir sendu menn aftan á hann til Lákisjar og tóku hann har av lívi.v28Síðan fluttu teir hann heim aftur á hestbaki og jarðaðu hann hjá fedrum hans í Dávidsborgini. |