Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Krýnikubók, kapittul 26
Frá Uzzia kongi av Júda
v1Alt Júda fólk tók tá Uzzia, sum bert var sekstan vetra gamal, og gjørdi hann til kong eftir Ámazja, faðir hans;v2tað var hann, sum víggirdi Elot og vann hana aftur undir Júda, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum.v3Uzzia var sekstan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og fimmti og tvey ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem.v4Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Ámazja, faðir hans, hevði gjørt;v5trúliga søkti hann Guð, so leingi sum Zekarja, ið hevði kent honum gudsótta, var á lívi; og so leingi sum hann søkti Harran, gav Guð honum eydnu.
Bardagaferðir, byggitiltøk og herur hans
v6Hann fór herferð móti Filistum og breyt niður borgargarðarnar í Gát, Jabne og Asdod; hann reisti borgir í Asdods umdømi og aðrastaðni í Filistalandinum.v7Guð hjálpti honum móti Filistunum og móti Árábunum, sum búðu í Gur-Báal, og móti Meunitunum.v8Ammonitar guldu eisini Uzzia skatt, og ágiti hans barst alt til Egyptalands, tí at vald hans varð ovurmikið.v9Uzzia bygdi torn í Jerúsalem við hornaliðið, við dalsliðið og í hornum borgargarðsins og víggirdi tey.v10Hann bygdi eisini torn í oyðimørkini og læt høgga út nógvar brunnar, tí at hann átti miklar fæflokkar bæði á láglendinum og á fjallaslættanum og eisini akurmenn og víngarðsmenn á fjøllunum og á fruktagóðum lendi, tí at hann hevði miklan áhuga fyri landbúnaði.v11Uzzia átti vígbúnan her, ið gjørdi hertænastu í flokkum eftir tí tali, sum Jeuel ritari og Máaseja tilsjónarmaður høvdu kannað undir umsjón Hánanja, ein av høvdingum kongs.v12Talið á øllum køppunum, ið vóru ættarhøvdingar, var tvey túsund og seks hundrað.v13Undir teimum stóð herur av trý hundrað og sjey túsund og fimm hundrað monnum, ið gjørdu hertænastu av øllum alvi til tess at veita kongi hjálp móti fíggindunum.v14Uzzia búði allan herin út við skjøldrum og spjótum, hjálmum, brynjum, bogum og sleingisteinum.v15Uppi á tornunum og á borgargarðshornunum í Jerúsalem læt hann gera snildislig væl, ið skutu avstað ørvar og stórar steinar. Navnfremi hansara barst til fjarløgd lond; tí at á undursaman hátt varð hann hjálptur, so at vald hans varð ovurmikið.
Synd Uzzia og líktrá (smbr. 2 Kong 14,21-22; 15,4-7)
v16Men tá ið hann hevði fingið hetta mikla vald, tá varð hjarta hans hástórt og elvdi mikið ilt, so at hann í ólýdni móti Harranum, Guði sínum, fór inn í tempul Harrans og brendi roykilsi á roykilsisaltarinum.v17Men Ázarja prestur helt aftan á hann og við honum áttati dirvismiklir prestar Harrans,v18og teir stigu upp ímóti Uzzia kongi og søgdu við hann: «Tað er ikki givið tær, Uzzia, at kveikja roykilsi fyri Harranum, men einans prestunum, sonum Árons, ið vígdir eru til tess. Far út úr halgidóminum, tí at tú hevur slitið trúnað, og ikki verður tað tær til heiðurs fyri Harranum Guði!»v19Men øði kom í Uzzia, har hann stóð við roykilsiskeri í hond til reiðar at ofra roykilsi; og meðan hann oysti sína vreiði út yvir prestarnar, breyt líktrá út á enni hans, har hann stóð við altarið frammi fyri prestunum í húsi Guðs.v20Og tá ið Ázarja høvuðsprestur og allir prestarnir litu at honum, sóu teir, at hann var líktráur á enninum; síðan róku teir hann út haðan; og ikki var hann sjálvur seinur at sleppa sær út, av tí at Harrin hevði sligið hann.v21Síðan var Uzzia kongur líktráur til deyðadags, og tó at hann var líktráur, fekk hann loyvi til at búgva í høllini, men slapp ikki inn í hús Harrans. Jótam, sonur hans, ráddi fyri kongshøllini og dømdi fólkið í landinum.
v22Men tað, sum meira er at siga um Uzzia, hevur Jesaja Ámozson profetur ritað frá upphavi til enda.v23Síðan legðist Uzzia til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hans, har sum grevsturin hjá kongunum var, av tí at teir høvdu í huga, at hann var líktráur. Og Jótam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.