|
Seinna Krýnikubók, kapittul 27 Frá Jótami kongi av Júda (smbr. 2 Kong 15,33-38) v1Jótam var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár. Móðir hans æt Jerúsja Zádoksdóttir.v2Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Uzzia, faðir hans, hevði gjørt; hann kom ikki inn í tempul Harrans, men atferð fólksins var ring við sama lag. v3Tað var hann, sum bygdi ovara lið á húsi Harrans og læt nógv gera við Ófelborgargarð.v4Hann reisti borgir í Júda fjallalandi og bygdi í skógunum hallir og torn.v5Hann bardist við Ammonitakongin og varð við yvirlutan, so at Ammonitar tað árið guldu honum hundrað talentir av silvuri, tíggju túsund kor av hveiti og tíggju túsund kor av byggi; tað sama guldu Ammonitar honum annað árið og triðja árið við.v6Soleiðis megnaðist Jótam í hvørjum, av tí at hann gekk støðugt fyri ásjón Harrans, Guðs síns. v7Tað, sum meira er at siga um Jótam, um allar bardagar hans og alt, sum hann hevðist at, tað er jú ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda.v8Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár.v9Og Jótam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum; hann varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ákaz, sonur hans, tók ríkið eftir hann. |